týsdagur 22. mars 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 23. mars 2016 · Nr. 35
Eirikur Lindenskov
– Hví ikki taka skúlan niður
og byggja ein glaskendan
bygning í staðin og gera hann
til eitt stuttleikasentur?
Soleiðis ljóðaði uppskotið
hjá Birgar Johannesen fyri
tveimum árum síðani:
– Lat meg fyrst tríva í
myndina omanfyri. Eftirgjør
di bygningurin kemur ikki at
síggja út sum myndin vísir.
Her eru nógvir møguleikar
og skal hann sjálvandi verða
nógv snøggari, sigur Birgar
Johannesen.
Hann skjýtur upp, at
fyri at varðveita minnið um
kommunuskúlan, skal eyð
kendi skjøldurin við eyð
kendu myndini av tí gamla
manninum við børnunum
á knøunum sjálvandi varð
veitast, og um tilber eisini
aulan.
– Myndin er bert fyri at
vísa, hvat verkætlanin snýr
seg um, sigur hann. Og Birgar
Johannesen heldur fram:
–
Nógv
verður
tosað
um, hvat skal henda við
kommunuskúlanum, ið nú
stendur og ræðir okkum øll.
Nevnt hevur verið mentunar
hús, parkeringshús, lestrar
íbúðir, listabumba, viðalund
og hvat veit eg.
Mítt uppskot er:
– Hví ikki taka skúlan
niður og byggja ein glas
kendan bygning í staðin og
gera hann til eitt stuttleika
sentur? Er tað nakað, sum
ungdómurin – og tey til
komnu við – skríggja eftir, so
er tað »okkurt at fara til«.
At miðbýurin er sovnaður
síggja vit øll, tí má okkurt
henda. Eitt stuttleikasentur
hevði verið hjartatátturin í
býnum.
– Verður skúlagarðurin
tikin við í verkætlanina, hava
vit ein bygning, har hvør
hæddin er 3000 fermetrar.
Verður ein slíkur bygningur í
fimm hæddum – bygningurin
sum nú stendur uppi er 4 – ja,
tá er talan um 15.000 fermetrar
til allan hugsandi aktivitet,
sigur Birgar Johannesen.
– Fyri at fáa nakað av
uttandura aktiviteti kunnu
vit hugsað okkum havan hjá
frk.
Cohr,
realskúlagarðin
og Grasagarð lagt saman. Í
hesum sambandi hugsi eg
mær realskúlasethúsini og
»fyribils skúlarnar« tiknar
burtur, heldur hann.
Hvat kundi hetta nýggja
stuttleikasentur
havt
á
dagsskránni?
– Fyrst og fremst ein par
keringskjallara. Í veghæddini
tveir hyljar, ein lítilan og ein
størri.
Har skuldi borið til at
siglt við smábátum so sum
sluppungum, speedbátum og
róðrarbátum. Og har kundi
man so gjørt smáar oyggjar úti
í og siglt millum »útoyggjar«
og fastlandið. Í minna hylinum
kundi verið »wipe out« og
aðrar kappingar, har vatn er
á høvuðsbreddanum, ja, eitt
sokallað vatnland.
Á 2. hædd – heldur Birgar
Johannesen – kundi eitt nú
verið
gocars,
skoytibreyt,
bowling, Squash breyt, paint
ball, mini golf, bara fyri at
nevna okkurt úr rúgvuni.
Og onkur hæddin kundi
burturav verið fyri børnini:
Fjarstýrdir
modelbilar
og
bátar.
Og
hví
ikki
flyta
fiskaakvariið av Argjum og
heim í stuttleikasentrið?
– Sentrið kundi eisini hýst
einum býarsavni, musikkskúla
o.ø., heldur hann.
Í veghæddini hevði verið
so upplagt við eini kaffi
stovu, so foreldur kunnu sita
og eygleiða spælandi børnini.
Kafeteria á øðrum hædd
um vildi eisini verið natúr
ligur liður í hesum projekt
inum.
– Á ovastu hædd verður
bygningurin
eitt
satt
panorama við heildarmynd
yvir alla Havnina.
– Og her verður sjálvandi
hugsað um eina heilt serliga
eftirspurda matstovu, heldur
Birgar Johannesen.
Hann vísir á, at hetta,
sum hann her hevur hugsað
um og nevnt, er eitt hugskot,
sum onnur eisini kunnu lofta
og umhugsa.
– Økið, vit her tosa um,
er so mikið dýrabært, at
neyðugt er at vit øll taka
okkum saman at skapa eitt
virkið og livandi býarum
hvørvi. Tað skal fyrst og
fremst verða eitt stað til
gleði og gagn fyri tey sum
her búgva, men eisini nakað,
ið dregur fólk í hópatali til
Havnar, heldur hann.
– Um vit lata hesa verk
ætlan fáa vind í seglini, ivist
eg onga løtu í, at lív kemur
aftur í býin og at trivnaðurin
millum tey ungu fer at
eksplodera,
sigur
Birgar
Johannesen.
– Vónandi spyrst eitt sak
ligt og spennandi orðaskifti
burturúr hesum hugskoti,
sigur Birgar Johannesen.
TRIVNAÐARDEPIL
Á økinum, har Kommunuskúlin stendur, ber til at byggja ein 3.000 fermetrar stóran
bygning í fimm hæddum – tilsamans 15.000 fermetrar, sigur Birgar Johannesen
Tá eg kom við hug
skotinum varð tað bara
tagt burtur. Men eg var
vísur í, at uppskotið var
so mikið gott, at tað fór
at koma framaftur
Kommunuskúlin skal takast niður og eitt stórt hús í fimm hæddum byggjast á staðnum. So hava vit ein
trivnaðardepil, sum fer at hava sera stóra ávirkan á virksemið í miðbýnum, heldur Birgar Johannesen
Gerið Kommunuskúlan til eitt stuttleikasentur