Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-22, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 2016síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 23. mars 2016 · Nr. 35 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt, sum dagliga starvast sum jour­ nalistur í Kringvarpi Føroya, hevur fingið nýggjan álitis- sess. Felagið Føroysk Miðlafólk hevði aðalfund um viku- skift­ið, og har var Jón Brian Hvidtfeldt valdur til nýggjan formann í felagnum. Hann kemur í staðin fyri Ingrid Bjarna­stein, frí­yrkisjour- nalist, ið ikki ynskti aftur­val. Í nevndini vóru Øssur Wintereig og Ingolf S. Olsen upp á val hesaferð. Øssur Wintereig tók við afturvali, men Ingolf S. Olsen stillaði ikki upp aftur. Í hansara stað varð Uni Arge valdur. Brynhild Thomsen og Jógv­ an Jákupsson sita eisini í nevndini. Sum tiltakslimir vórðu vald Beata L. Samuelsen og Jógvan Hugo Gardar. Høvuðsevnið á aðal­ fund­inum var framtíðin hjá felagnum, nú miðla­ lands­lagið er so ógvusliga broytt seinastu árini. Før­ oysk Miðlafólk æt í goml­um døgum Føroya Blað­manna­ felag og organiseraði tá at kalla øll, sum fingust við jour­nalistikk á privata miðla­ marknaðinum. Soleiðis er ikki longur, tí bert fá miðlafólk á privata arbeiðsmarknaðinum eru í dag fevnd av sáttmálanum hjá Føroyskum Miðlafólki. Fleiri miðlafólk í Kring- varpi Føroya eru limir í Før­ oyskum Miðlafólki, men eru sett og lønt við støði í sáttmála millum Starvs­ manna­felagið og Fíggjar­ mála­ráðið. Á aðalfundinum í gjár fekk nýggja nevndin til upp­ gávu at koma við einum út­ spæli um framtíð felagsins og møguligt samstarv við onnur feløg. Tá nevndin er liðug við sítt arbeiði við hesum og er til reiðar við einum útspæli, skal kallast til limafund ella eykaaðalfund at viðgera tað. STØRV RANNSÓKNARSTOVAN Bioanalytikarar Søkt verður eftir tveimum bioanalytikarum, við tilkallivakt frá heimi: Fast starv frá 01.07.16 – 0,8 Avloysarastarv fra 01.08.16 til 31.07.17 – 1,0 Førleikakrøv: • Prógv og góðkenning sum bioanalytikari • Góð samstarvsevnir Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Karin Jacobsen, leiðandi bioanalytikara tlf. 45 45 45 ella teldupost: karinja@ks.fo. Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Bioanalytikarafelagið. Umsókn við avriti av prógvi, autorisatión og møguligum viðmælum skulu sendast til: umsokn@ks.fo Umsóknarfreist: 04. apríl 2016 Klaksvíkar Sjúkrahús Tlf: 45 45 45 lokal 123 Fax: 45 73 63 · 700 Klaksvík Sosialurin 341800 Almannaverkið søkir eftir tveimum eldhugaðum starvsfólkum til umlættingina í Ovarugøtu í Hoyvík, sum veitir umlætting til foreldur at børnum við autismuórógvi. Børnini hava ein serligan tørv, sum ger, at uppgávurnar hjá starvsfólkunum eru samansettar og avbjóðandi. Børnini mugu fáa neyðugan stuðul og umsorgan skulu tey fáa ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag. Nøkur av børnunum kunnu hava ein harðligan atburð, sum krevur at starvsfólkið rúmar bæði atburði og barni, fyri at barnið skal kenna seg í tryggum hondum. Um størvini • 1 starv uppá 40 tímar um vikuna í skiftandi dag-, kvøld- og náttarvaktum og vikuskiftisvaktum. • 1 starv á 20 tímar um vikuna í skiftandi dag-, kvøld- og náttarvaktum og vikuskiftisvaktum. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið og tænastan í Eind 3 í Trivnaðardeplinum. Starvsfólk mugu tola broytingar og umskipanir í starvinum. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Ergoterapeutfelagið ella Fysioterapeutfelagið. Onnur sum søkja verða lønt sum hjálparfólk sambært sáttmálanum við Føroya Pedagogfelag. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 06.04.2016 kl 12. Tvey starvsfólk til umlættingina í Ovarugøtu í Hoyvík av.fo>Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Almannaverkið søkir eftir einum heilsurøktara, sum brennir fyri serøkinum og leggur seg eftir at arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi, til sambýlið á Eirargarði 16B. Høvuðsuppgávan hjá heilsurøktaranum er at veita grundleggjandi heilsu- og sjúkrarøkt, at arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi í samráð við borgaran, aðrar fakbólkar, leiðslu og avvarðandi. Vit hyggja at møguleikum heldur enn forðingum og tvørturum fakøki arbeiða vit hegnisliga saman fyri at veita røttu røkt og umsorgan. Starvið Starvið er 32 tímar um vikuna frá 1. mai ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi dag-, kvøld- og náttarvaktum. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið og tænastan er í Eind 7 í Trivnaðardeplinum. Starvsfólk mugu tola broytingar og umskipanir í starvinum. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktara-felagið. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. apríl 2016 kl. 12. Heilsurøktari til sambýlið á Eirargarði av.fo>Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: NÝGGJ Í STARVI NÝSETT STARVSFÓLK Jón Brian skal leiða miðlafólk