týsdagur 22. mars 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. mars 2016 · Nr. 35
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Føroyska landsliðið skal duga at
takla leiklutin sum favorittur.
Tað eru vit til eitt vist móti
Liktenstein,
sum
er
ein
fótbóltstjóð sum vit kunnu
meta okkum við. Føroyski
landsliðsvenjarin
heldur,
at
hetta
er
ein
góður
møguleiki at royna okkum
sum favorittar í einum dysti,
ið hann væntar at vit vinna.
Skulu finna avloysaran
fyri Fróða
Lars Olsen kveistrar allar ákoyr
ingar burtur, um at ein landsliðs
venjingardystur í mars mánað er
spill av tíð. Hann vil hava fleiri
landsdystir, so hann kann fyrireika
landsliðið til komandi uppgávur.
Hesin dysturin hevur stóran
týdning fyri okkum. Vit skulu
í gongd við eina nýggja undan
kapping eftir summarsteðgin, og
so hava vit ein miðvøllin, ið vit
skulu seta saman av nýggjum,
sigur Lars Olsen, ið eisini ynskir ein
venjingardyst í juni.
Hann kallar hetta eina nýggja
byrjan á miðvøllinum, tí metmaður
in og liðskiparan øll árini undir
Lars Olsen, Fróði Benjaminsen, ikki
er tøkur longur.
Vit skulu finna eina nýggja
samanseting á miðvøllinum, nú
tá Fróði Benjaminsen ikki er
tøkur longur. Hetta er møgu
leikin hjá okkum at royna ein
nýggjan miðvøll, og finna
ein avloysara fyri Fróða
Benjaminsen, sigur Lars
Olsen
Tróndur á
landsliðnum
Lars Olsen verður
uttan Róald Jakob
sen úr B36, sum
hevur givið av
boð. Miðvallar
in
hevur
ov
nógv at gera í
skúlanum.
Í
hansara stað
er komin
Tróndur Jensen úr HB. Tað er
fyrstu ferð at Tróndur Jensen er
úttikin til landsliðið.
Eg legði fyrstu ferð merki
til Trónd, tá hann spældi á U21
landsliðnum. So sá eg hann spæla
aftur í AB, men sá hann ikki sum
ein landsliðsspælara tá. Í ár hevur
hann tikið seg fram. Tað sóu vit
millum annað móti NSÍ og Víkingi,
sigur Lars Olsen og leggur afturat:
Tá
Róaldur
Jakobsen
gav
avboð, so var tað natúrligt at taka
hann út. Tað snýr seg eisini um, at
spælarar, ið klára seg væl í heimligu
kappingini fáa ein ágóðan, men
eisini tí hann passar inn í okkara
spæliætlan, sigur landsliðsvenjarin.
Vit skulu vinna
Liktenstein er eitt land, sum vit
kunnu samanbera okkum við í
altjóða fótbólti. Vit hava mangan
havt takið á londum sum Malta,
Luksemburg og San Marino í
altjóða høpi, meðan vit somuleiðis
hava vunnið á eitt nú Kasakhstan
og Liktenstein í vejingardystum.
Gongin seinastu undankapping
vísur eisini, at vit eru í framgongd
og helst hava munin á onkrum av
hinum smærru fótbóltstjóðunum.
Eg vænti fyrst og fremst eitt gott
avrik frá spælarunum. Er avrikið
gott, so vænti eg eisini at vit vinna.
Liktenstein er eitt lið á okkara stigi,
so nú er upp til okkum at prógva, at
vit kunnu liva upp til leiklutin sum
favorittar, sigur Lars Olsen.
Hann væntar á ongan hátt
nakran lættan dyst, men heldur at
hetta er ein góður møguleiki hjá
okkara spælrum at royna seg sum
favorittar.
Ári á U21 landsliðið
Onkrar avbjóðingar eru á A-lands
liðnum
undan
landsdystinum
móti Liktenstein. Eitt nú hevur
Viljormur Davidsen úr Vejle givið
avboð, meðan fleiri av útisetun
um hava tað torført ella eru ikki
komnir í gongd enn.
Lars Olsen hevur eisini tikið
atlit til, at U21 landsliðið skal spæla
móti Týsklandi og Eysturíki. Sonni
Ragnar Nattestad spælir við U21
landsliðnum móti Týsklandi, og
kemur so til Marbella at spæla móti
Liktenstein.
Ári Mohr Jónsson, sum hevði
verið ein natúrligur avloysari fyri
Viljorm Davidsen, spælir báðar
dystirnar við U21 landsliðnum.
Hann hevur ikki spælt nógv
í seinastuni, og eg meti tað er
betri at hann fær tveir dystir
við U21 landsliðnum nú, sigur
landsliðsvenjarin, sum hevur valt
at taka 19 spælarar við.
Tá
nú
landsdysturin
móti
Russlandi ikki bleiv til nakað, og Ári
Mohr Jónsson fær meiri burturúr
á U21 landsliðnum, so hildi vit at
tað var nokk við 19 spælarum. Taka
vit fleiri til ein dyst, so eisini ein
vandi at tað ganga fleiri og iðrast
um teir ikki sleppa at spæla, sigur
landsliðsvenjarin.
OB letur væl at Jóan Símuni
Avhinum
útisetunum
hevur
2016 ikki verið so gott sum 2015.
Vendsyssel hevur tapt tríggjar
dystir upp í slag í næstbestu deildini
í Danmark. Tó hava Brandur H.
Olsen og Hallur Hansson fingið
nógva spæltíð.
Vendsyssel hevur tapt, men har
hava teir báðir fingið spæltíð. Tí
vænti eg eisini, at teir eru væl fyri,
sigur Lars Olsen.
Gilli
Sørensen
hevur
verið
plágaður av sjúku seinastu vikurar,
men er nú tøkur aftur, meðan Jóan
Símun Edmundsson hevur hvat
trupult við at fáa fasta spælitíð í
OB.
Eg havi tosað við venjaran í OB.
Hann letur væl at Jóan Símuni, so
eg vænti at hann fer at fáa fleiri
minuttir í framtíðini, sigur føroyski
landsliðsvenjarin.
Gunnar
Nielsen
og
Sonni
Ragnar Nattestad spæla við FH í
Íslandi, men har er kappingin ikki
byrjað enn.
– Í Íslandi spæla teir undan
kappingar, áðrenn landskappingin
byrjar. So eisini teir eru í gongd,
leggur Lars Olsen afturat.
Landsdysturin móti Liktenstein
verður í Marbella í Spania 28. mars.
trondur@sosialurin.fo
SKULU TORA AT
VERA FAVORITTAR
LIKTENSTEIN
VS FØROYAR
Tað sigur Lars Olsen um venjingarlandsdystin móti Liktenstein. Føroyski
landsliðsvenjarin heldur, at hetta er ein góð roynd at royna okkum sum favorittar
FÓTBÓLTUR
Hetta er møguleikin
hjá okkum at royna
ein nýggjan miðvøll,
og finna ein avloysara
fyri Fróða Benjaminsen
FAKTA: Liktenstein – Føroyar • 28. mars 2016 • Estadio Municipal de Marbella