Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 31. mars 2016 · Nr. 36 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 EG ERI ERRIN AV GRINDA­ MONNUM – Eg havi ongantíð vitað, at tey yngru hava verið so errin av okkara grindadrápi, sum tey eru nú, og eg kenni nógvar ungar mans, sum tørna til við stoltkeika, hvørja ferð grind er, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í grindaveiðimálum Høgni Hoydal Áki Bertholdsen – Søgan um grindina er ein góð søga, og hana skulu vit siga umaftur og umaftur. Hesa heilsanina hevði Høgni Hoydal, lands­stýris­ maður í grindaveiðimálum, við sær á aðalfundin hjá Grinda­manna­felagnum beint fyri páskir. Sjálvur hevur hann ver- ið limur í Grindamanna­ fe­lagnum í langa tíð, men ásannar, at tað er ikki ofta, at hann hevur verið á aðalfundi í felagnum. Høgni Hoydal heldur, at tað er fyrimyndarligt hvussu væl, Grindamannafelagið, og øll tey, sum hava lagt lív og sál í tað, hava virkað. – Hetta er eisini galdandi, tá ið ágangur hevur verið á okkum uttaneftir, og tað kunnu vit bara verið errin av, held­ur landsstýrismaðurin. Hann er eisini errin av leik­lutinum hjá Grinda­ manna­felagnum, tá ið um­ boð fyri felagið hava verið við á fund­um uttanlands við tí enda­máli at kunna um okk­ara grindadráp. – Tá kunnu vit altíð verið púra vís í, at tey, sum koma at lurta, fara avstað aftur, um ikki umvend, so í øllum før­ um munandi klókari, stað­ festi Høgni Hoydal. Sjálvur var Høgni Hoydal í Brússel fyri kortum á almennum fundi um fiski­ vinnu. Har vóru nógv fólk, og tað komu eisini fleiri spurn­ ingar um grind og grinda­ dráp. – Mínar royndir eru tær, at nettupp við at at vísa til alt tað upplýsandi tilfarið ið er til um grind, ber til at fáa fólk at síggja grindadráp í einum heilt øðrum ljósi, sigur landsstýrismaðurin. Grindadráp er eitt eindømi Høgni Hoydal sigur, at tá ið hann kemur á tal við út­ lend­ingar um grindadráp, er tað ein av hansara bestu trumf­um at fortelja teimum, hvussu væl tað er skipað. Hann sigur, at hann plag- ar at spyrja tey um tey vita nakað dømi í heiminum yvir­ høvur um eina veiði, sum er so væl skipað sum okkara grindadráp hevur verið í øldir, og har almenningurin í víðastu merking, fær so lætta atgongd til eitt náttúru­ríki­ dømi. – Eg fortelji teimum, hvussu væl skipað okkara grinda­dráp hevur verið í øldir. Og eg fortelji teimum, hvussu væl skjalprógvað tað er, og hvussu burðardygt vit hava dugað at gagnýtt grind­ ina í øldir. Og hann sigur, at hann torir eisini at leggja høvdið á blokkin upp á, at tað er er ikki nakrastaðni í øllum heim­inum, har tað hevur eydnast nøkrum at troyta náttúrunar ríkidømi, og at troyta ein villini dýrastovn, so væl, so burðardygt, og so GRIND Evropatingið fær javnan Serliga tey árini, Sea Shepherd er í Føroyum, eru tinglimir forvitnir eftir at fáa meiri at vita um grindadráp Áki Bertholdsen Tað er við jøvnum millum­ bilum, at Evropatingið fær fyrispurningar um grind. Tað staðfesti føroyska sendi­kvinnan í ES, Kate Sand­er­son í eini kunning fyri Grinda­manna­felagnum í sambandi við aðal­fundin beint fyri páskir. Hon sigur, at spurn­ing­ ar­nir eru oftast stílaðir til ES nevndina, og hesi bæði seinastu árini eru teir heldur fleir í tali enn teir hava verið undanfarin ár. Hóst tað ikki er nakað nýtt, at politikarar í Evropa spyrja seg fyri um grind, er kortini synd at siga, at Evropatingið verður undir­ dýkt í spurningum í grind, tí síðani 2001 eru 34 spurn­ ingar settir í tinginum um grindadrápið í Føroyum. Men av teimum eru næstan helvtin, nevniliga 15 fyrispurningar settir síðani 2014. Vísir á sakliga upplýsing Teir flestu spurningarnir verða settir um heystið, eftir at Sea Shepherd hevur verið í Føroyum um summarið. Eisini í 2008 og í 2009 vóru lutfalsliga nógvir spurningar um grind í Evropatinginum, tí hesi bæði árini vóru teir 12 í tali tilsamans. – Tá ið fyrispurningur um grind verður reistir í Evropatinginum, setir før­ oyska sendistovan seg í sam­bandi við tinglimin sum spyr, og vísur honum á ta sakligu upplýsing, ið er um grindadráp, fortelur Kate Sanderson fyri Grinda­ mannafelagnum. Samstundis verður biðið um fund við viðkomandi ting­lim við tí endamáli at greiða honum frá støðuni. Og hetta seinasta árið Í fjør og í ár hevur Jústines Olsen, djóralækni ferðast kring landið og hildið skeið fyri grindamonnum. Tað hevur hann gjørt í kjalarvørrinum á at lógin varð broytt, so at bara tey, sum hava verið skeið í at av­líva hval, og sum hava fing­ið prógv í tí, sleppa her­eftir at avlíva hval í einum grindadrápi. Á skeiðunum fingu grindamenn undirvísing, hvussu kropsbygnaðinum á hvali og, hvussu mønu- stingarin skal brúkast. Og tilsamans hava næst­an 3000 mans, og nak- rar heilt fáar kvinnur, verið á skeið og fingið prógv sum fulltiknir grindamenn. Men tað varð upplýst á aðalfundinum hjá Grinda­ mannafelagnum, at ein trupul­leiki er, at fólk, sum hava verið á skeið, ikki fara á kommunu­skriv­stov­ urnar eftir prógv­un­um. Á kommunuskrivstov­ uni í havn lógu eina ferð helvtin av prógvunum har framvegis, tí at tey, sum høvdu verið á skeiðið, komu ikki eftir teimum. Men tey í býráðnum ætl­aðu sær so at ringja eft­ir teimum, sum høvdu prógv liggjandi. Annars varð eisini upp­ lýst á aðalfundinum, at mønu­stingararnar, teir hava havt, eru ov veikir og tískil hava teir lyndi til at boygna, tá ið teir verða brúktir. Men nú verður arbeitt við at broyta teir fyri at koma trupulleikanum til lívs. 3000 føroyingar fulltiknir grindamenn