Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Hósdagur 31. mars 2016 · Nr. 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Tað hevði verið rími­ligt, at fólkaskúlin lærdi næm­ ingarnar í fram­halds­ deild­ini um grind. Tað helt Jústines Olsen, djóralækni, á aðal­ fundinum hjá Grinda­ manna­felagnum beint fyri páskir. Djóralæknin vísir á, at nú hava tey í tvey ár skipað fyri skeiðum kring landið í at drepa grind, og hjá ungum, óroyndum grinda­monnum átti tað at verið eitt gott, ástøðilig grundarlag fyri at lært tað í verki, niðri í mølini. Men spurningurin er so, hvussu farið verður fram hiðani frá, og Jústi­ nes Olsen heldur, at hetta kundi verið eitt gott evni at tikið upp í skúlanum. – Grind er so nógv ann­ að enn bara tað at drepa ein hval. Tað er eisini ein mentan, og tað er ein spurn­ingur um at skera upp, býta og hagreiða grind, sigur hann. Og hann heldur, at tað kundi verið rímiligt, at fólkaskúlin tók grind upp sum eitt evni í fram­ haldsdeildini við jøvnum millumbili. Tað kundi verið tikið upp í ein­um skúlaøki ísenn, so­leiðis at komið varð kring landið við jøvn­um mill­um­bili, sigur hann. Frálíkt hugskot Høgni Hoydal, landsstýr­ is­maður í veiðimálum, held­ur, at tað er eitt frá­ líkt hugskot, sum hann fer at bera víðari í lands­ stýr­inum. Hann hugsar ikki, at børnini bara skulu læra um sjálvt grindadrápið, og hvussu mønustingari blásturkrókur, og onnur amboð, skulu brúkast. Hann heldur nevniliga, at børnini eiga at læra meiri um øll viðurskifti, ið hava við grind at gera. So­ statt eiga tey eisini at læra um mentanina í sambandi við grind, um at reka grind, um at skera upp, um at býta, og hagreiða grind, og annars um alt, ið knýtir seg afturat tí at drepa grind. – Tað hevði frálíkt at fingið tað sum fastan tátt í fólkaskúlanum, heldur Høgni Hoydal, og tí fer hann nú at taka málið upp. Næmingarnir í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum, eisini eisini at læra um grind og grindadráp Næmingar skulu læra um grind í skúlanum GRIND væl skipað, sum føroyingar hava troytt grindastovnin. – Heldur ikki har veiða er ein týðandi partur av lívs­ grund­ar­lagnum, leggur hann aftur­at. ­– Eg eri eisini vísur í, at tað er ikki nakrastaðni í heim­ inum, at veiða eftir villini djórum kann skjalprógvast so væl, sum grindadrápið í Føroyum kann skjalprógvast í øldir, sigur Høgni Hoydal. – Vit hava eina einastand­ andi góða søgu at fortelja, og hana skulu vit eisini fortelja aftur og aftur, staðfestir hann. Hann heldur eisini, at tá ið fólk stuðla sonevndum umhvørvisfelagsskapum, er tað ikki fyri annað, enn fyri at keypa sær okkurt slag av samvitskuavláti, sum annars hoyrdi katólsku kirkjuni fyri fyri øldum síðani. – Fólk, sum stuðla um­ hvørv­is­felagsskapum, eru ofta í londum, sum dálka illa, og har tey ikki hava megn­ að at gagnnýta náttúr­una burðardygt, men so keypa tær sær sam­vitsku­avlát við at senda einum um­hvørvis­ felagsskapi nakrar dollarar. Takka Paul Watson Annars ásannaði Høgni Hoydal, at yngra ættarliðið var kanska við at detta niður­ímillum, og hevði ikki so stóran áhuga fyri at drepa grind, sum tað eldra ættar­ liðið hevur havt. – Men eg haldi gott, at vit kunnu veita Paul Wat­son eina tøkk, tí har er rætti­ liga vend komin í, síð­ani Sea Shepherd fór at gera vart við seg, segði lands­stýris­ maðurin. – Eg havi ongantíð vitað, at tey yngru eru so errin av okkara grindadrápi, og eg kenni nógvar ungar mans, sum við stoltleika, eru til reiðar at tørna til, hvørja ferð grind er, segði Høgni Hoydal. EIN GÓÐ SØGA Søgan um okkara grindadráp er ein einastandandi góða søgu, og hana skulu vit eisini fortelja aftur og aftur, eisini fyri útlendingum. Her situr hann, høgrumegin, saman við Ólavi Sjúrðarberg, formanni í Grindamannafelagnum, á aðalfundinum í felagnum og skoðar ein mønustingara GRIND Í SKÚLARNAR Tað er eitt frálíkt hugskot, at grind verður tikið upp sum eitt evni í fólkaskúlanum, heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í grindaveiðimálum fyrispurningar um grind hevur føroyska sendistovan havt formligar fundir við tríggjar tinglimir um grind, ein danskan, ein enskan og ein týskan. Men harafturat hava tey eisini havt óformligt sam­ band við fleiri aðrar ting- limir. Kate Sanderson sigur, at í november tók hon eisini stig til at bjóða umboðum fyri onnur hvalaveiðilond, sum hava umboð í Brússel, á fund. Endamálið var at fáa part- arnar at tosa saman um, hvørj­ar royndir teir hava, og hvørja vitan, teir hava um kunn­ingina í ES londunum um hvala­veiði. – Londini, ið vóru við á hesum fundi, vóru Jap­an, Kanada, Grønland, Noreg, Ísland, umframt at eitt um­ boð fyri donsku sendi­stov­ una í ES eisini var við, sigur føroyska sendikvinnan í ES. 35 SPURNINGAR Talvan vísir, hvussu nógvir fyrispurningar um grind eru reistir í Evropatinginum síðani 2001. Talvan vísir, at tilsamans eru 35 spurningar settir hesa tíðina, men frá 2003-2007 var púra friður um grind í hesum sambandi