Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 31. mars 2016 · Nr. 36 10 Sosialurin NÝGGJ STYRKIROYND Í TINGINUM MILLUM SAMGONGU OG ANDSTØÐU Í dag verður aftur ein styrkiroynd í Løgtinginum millum andstøðu og samgongu, tá ið uppskotið um uppboðssølu fær 2. viðgerð UPPBOÐSSØLA Árni Gregersen Undan jólum legði lands­ stýris­maðurin við fiski- vinnu­málum, 50 ára gamli Høgni Hoydal, Tjóðveldi, eitt upp­skot fraam á tingi um at selja nakað av fiskirætt- indum á uppboðssølu. Uppskotið var beint í vinnu­nevndina, har tað hev- ur ligið síðani tá. Ein forkláring var, at í vinnunevndini hevur and­ støðan meirlutan. Hon vildi tryggja sær, at landið ikki fær endurgjaldskrav frá reið­ arum, sum hava havt fiski­ rættindini av parti av tí, sum eftir uppskotinum nú skal seljast á uppboðssølu. Tí vildi vinnunevndin hava eitt upprit frá fyrisit­ ing­ini í Løgtinginum. Upp­ rit­ið skuldi greina, hvussu stór­ur vandin er fyri endur­ gjalds­kravi, verður ein partur av gomlum fiskirættindum seldur á uppboðssølu. Fyrr í hesum mánaðinum kom uppritið aftur til nevnd­ ina, men ongin endalig niður­ støða er at finna har. Fyristingin í Løgtinginum sigur, at ómøguligt er at siga, um landið fer at tapa eitt møgu­ligt endurgjaldskrav. Hon sigur eisini, at hennara meting er, at vandin er størri fyri, at endurgjaldkrav verð­ ur reist, verður ein partur av Barentshavs-rættindunum seldur á uppboðssølu. Grundgevingin er, at hes­ ar kvotur eru eginkvotur og tað eru so fá reiðarí, sum hava hesi rættindi. Tí heldur um­sitingin, at vandi er fyri, at hesi reiðarí møguliga vinna eina møguliga rættar­ sak um endurgjald. Umsitingin ger tó greitt, at ikki ber til at siga nakað endaligt fyrr enn ein rættar- sak hevur verið. Endamálið Ætlanin við hesum uppskot­ inum er fyrst og fremst at royna uppboðssølu, men í høvuðsheitum verður eisini sagt, at hetta er fyri at onnur enn tey, sum higartil hava havt rættindi at fiska, eisini kunnu sleppa framat. Í uppskotinum verð­ ur roynt at sleppa und­an spekula­tión, tí í viðmerk­ing­ un­um stendur: »Tann, sum bjóðar uppá kvotur á uppboðssølu, má fiska keyptu kvoturnar við egnum fiskifari, sum hevur veiðiloyvi, og bert við tí fiski­ farinum, sum kvoturnar eru keyptar til.« Tá ið uppskotið var til hoyringar vóru tað fleiri part­ar, sum mæltu frá at royna uppboðssølu, meðani onkur feløg tóku undir við hes­u­m. Millum annað helt Skip­ ara- og navigatørfelagið, at hetta kann roynast fram til at bólkurin, sum ger upp­skot til nýggja fiskivinnu­skip­an, kemur við sínum upp­skoti. Politikkur At gera broytingar í fiski­ vinnuskipanini er størsta politiska mál, sum er frammi nú. Fráfarna samgongan royndi at finna eina loysn, men ongin semja fekst mill­ um flokkarnar, hvussu hetta skuldi gerast. Rættuliga greitt er, at Fólkaflokkurin ikki ynskir at gera broytingar og taka rættindi frá teimum aktør­ um, sum eru í vinnuni nú. Fólkaflokkurin heldur, at gongd­in hevur veirð so góð sein­astu mongu árini, at tað gagn­ar samfelagnum best so­leiðis. Sambandsflokkurin, sum var hin stóri samgongu­flokk- urin í fráfarnu samgonguni, vildi hinvegin hava nakað av broytingum, men tað eydn­ aðist ongantíð at koma til eina semju. Galdandi fiskivinnu­skip­ an fer úr gildi 31. desember næsta ár. Nýggja samgongan, sum er sett saman av Javnaðar­ flokkinum, Tjóðveldi og Fram­sókn, hevur sett sær fyri at gera veruligar broyt­ ing­ar í fiskivinnuni. Undan valinum søgdu hesir flokkar, at teir fóru til val við tí fyri eyga, at fleiri skulu fáa atgongd til før­ oyska tilfeingið í sjónum. Fyrsta royndin er av álv­ ara hetta uppskotið, sum altso fær 2.viðgerð ítinginum í dag. Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur fleiri ferðir sagt, at hetta er ein roynd, sum skal vísa, um tað ber til við uppboðssølu. Treytirnar fyri at sleppa framat at bjóða eru rættuliga strangar. So strangar, at summir búskaparfrøðignar siga, at sjálvt um hetta verð­ ur roynt í ár, so fer hetta ikki at geva royndir, sum kunnu brúkast til nakað seinni. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vil fegin hava, at ein roynd við uppboðssølu verður gjørd í ár