Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Hósdagur 31. mars 2016 · Nr. 36 Sosialurin Sum støðan er nú, so er hetta uppskotið í veruleik- anum eitt dømi um, hvussu politikkur virkar í gerandis­ degnum. Hetta uppskotið, sum fær viðgerð í morgin, er fyri at vita, hvussu sterk sam­ gongan er og um hon torir at bjóða andstøðuni av. Fyri at uppskotið skal sam­tykkjast, so krevst, at øll sam­gongan atkvøður fyri og at uttan­flokka­ting­kvinnan Sonja Jógvansdóttir eisini ger tað. Tí onki bendir á, at and­ støðan fer at taka undir við uppskotinum. Skuldi tað hent, at onkur úr andstøðuni heldur hetta er skilagott, so fer viðkom­ andi ikki at atkvøða fyri upp­skotinum, tí nú er talan um eina styrkisroynd millum samgongu og andstøðu. Hetta er royndin, sum skal vísa um tað yvirhøvur ber til at gera eina nýggja fiskivinnuskipan, sum er sett øðrvísi saman, enn hon hevur veirð higartil. Politiska samansetingin av Løgtinginum nú ger, at tað er ómetaliga tætt millum samgongu og andstøðu. Í veruleikanum skal bert ein atkvøða flytast, so koppar eitt uppskot annan veg enn ætlað. Broytingar Uppskotið hjá landsstýris­ manninum við fiskivinnu­ mál­um hevur ligið í nevnd í tríggjar mánaðir, men nú slepp­ur Løgtingið at taka støðu til tað. Meirlutin í vinnunevndini mælir frá at taka undir við upp­skotinum. Meirlutin í vinnu­nevndini eru umboð fyri andstøðuna, so tað er kanska ikki so heilt óvæntað, at tey mæla frá. Bæði umboðini fyri Fólka­flokkin og Sambands­ flokkin eins og umboðið fyri Nýtt Sjálvstýri mæla Løg­ tinginum staðiliga frá at taka undir við uppskotinum. Serliga eru tey ímóti upp­ boðssøluni: Ilt er síggja, hvat enda­ mál­ið við uppboðssøl­uni er. Áður hevur verið tosað um, at onnur skulu sleppa fram at í fiskivinnuni. Men um hugt verður nærri at upp­ skotinum sæst, at skip­anin er so læst, at einans verandi aktørar kunnu bjóða. Talan er eisini um til­vild­ ar­ligar nøgdir og til­vild­ar­ lig fiskasløg. Eingin gjøg­ numhugsað yvirskipað ætlan tykist vera við upp­skotinum. Talan tykist held­ur at vera um eitt politiskt átak, sum skal nýtast sum skjól fyri at hava gjørt okk­urt. Minnilutin heldur, at hetta er ein skilagóð loysn og at ein roynd eigur at verða gjørd við uppboðssølu,. Minni­lutin heldur eisini tað er avgerandi, at fiskurin verð­ur virðisøktur í Føroy­um: Minnilutin heldur, at stimbr­ast skal undir, at fiskur seldur á uppboðssølu verður virðisøktur í Føroy­um. Serligur dentur eigur at leggjast á at virðisøkja svartkjaft, sum higartil í ov lítlan mun er farin til matna. Yvirskipað heldur minni­ lutin, at endamálið við all­ari okkara fiskivinnu er, at okk­ ara fiskaða tilfeingi í størst møgu­ligan mun verður meir­ virkað og virðisøkt í Før­oyum. UPPBOÐSSØLA Broytingaruppskot frá samgongu­limunum í vinnunevndini 1. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis: »Landsstýrismannin­um verður heimilað í 2016 á uppboðssølu at selja rættin at veiða: 1) 9.000 tons av makreli, 2) 4.000 tons av norðhavssild, 3) 20.000 tons av svartkjafti og 4) 3.000 tons av botnfiski í Barentshavinum.« 2. § 9 verður orðað soleiðis: »§ 9. Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 15. apríl 2016. Stk. 2. Samstundis sum lógin fær gildi, fer løgtingslóg nr. 180 frá 29. desember 2015 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2016 úr gildi.« Serligt fokus er á, um tað fer at bera tila t selja rættindi til 10 prosent av kvotuni í Barentshavinum. Nú skulu nótaskipini keypa ein aprt av kvotuni – ella ger onkur annað tað kanska, um uppskotið verður samtykt.