Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 31. mars 2016 · Nr. 36 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Brellbiti til Vikuskifti 1. apríl Støðan á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum er so ring, at bæði sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk nú tala at og rópa um hjálp. Gera vit ikki okkurt við trupulleikan nú, fer hetta at vinda og uppá seg og sjúklingarnir gerast sjúkari og sjúkari. Hetta sigur Bárður Persson í samrøðu í VikuskiftisSosialin, sum kemur út hóskvøldið Sosialurin skrivar um trupulleikan í temanum í komandi VikuskiftisSosialinum, sum kemur í handlarnar hóskvøldið. Eisini ber til at keypa sosialin í e-útgávu á www. sosialurin.fo TEMA Birgith Lassen Bárður Persson hevur sjál­ vur ligið á psykiatriska depl­ i­num, og harmast bæði um teir fysisku karmarnar á deild­ini, men eisini um psyki­ atriina sum heild. – Eg ræðist avleiðingarnar av, at vit blíva við at gloyma tey sálarligu sjúku. Øll tøl úr útlondum vísa, at fleiri og fleiri gerast sálarliga sjúk, men her heima taka vit ikki trupulleikan í álvara, sigur hann. Hann ræðist, at samfelagið fær eina ovur­ stóra byrðu um nøkur ár, tá avleiðingarnir eru blivnir so mikið álvarsamir, at man ikki longur kann ignorera teir. Eisini Sinnisbata talar at. – Høvdu vit raðfest hetta økið eitt sindur, eri eg vís í, at vit høvdu havt nógv færri sjálvmorð og tving­silsinnleggingar, sigur Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnis­bata. Hon heldur, at støð­an líkist ongum, sum hon er nú, og hon eftirlýsir eina politiska reaktión Ein donsk kanning vísir, at ein øktur innsatsur á øki­ num ger sjúkraleguna hjá sjúklinginum munandi styttri. Hetta er upp á sikt bæði betri og bíligari fyri sam­felagið, staðfestir kann­ingin. Nýggjur bygningur pynt- ar uppá trupulleikarnar Um trý ár stendur eft­ir ætlan ein nýggjur sjúkra­ húsbygningur í Sandágerði. Tá fær psykiatriski depilin munandi betri fysiskar karm­ar, men allíkavæl eru starvs­fólk á psykiatriska depli­num ónøgd við kom­ andi bygningin. – Man hevur spart alt ov nógv, so nýggju tekn­ ing­arnar eru langt frá upp- runaligu ætlanunum, sigur Tórmóður Stórá. Hann harm­ast um, at man ikki hevur biðið um størri játtan. – Hóast nýggi bygning­ ur­in fer at vera flottur og nógv betri enn okkara nú­ verandi bygningurin, eri eg í eini tvístøðu. Tí bygn­ing­ urin er langt frá nóg góð­ur til at hýsa einum nútím­ ans psykiatriska depli og tí virksemi, sum fylgir við, sigur hann. Men Sirið Stenberg ætl­ ar ikki at endurskoða ætl­ anirnar, og hon heldur ikki, at ein eyka játtan hevði hjálpt nakað. – Hesin nýggi bygningurin er flottur, stórur og nógv betri enn tann núverandi bygn­ing­ urin. Eg haldi ikki, vit skulu byrja at gremja okkum, tí tað ger bara, at bygn­ingurin verður útsettur. Eg ræðist simpulthen, at bygn­ingurin ikki verður til nakað, um vit ikki fara í gongd nú, sigur Sirið Sten­berg, landsstýriskvinna í Heilsu­málum. – Tað harmar meg, at eing­ in tekur hetta í álvara. Vit verða spakuliga kvald her úti, sigur Tórmóður Stórá, leiðari á psykiatriska deplinum. – PSYKIATRIIN VERÐUR SPAKULIGA KVALD LEIÐARIN SJÚKLINGUR AVVARÐANDI LANDSSTÝRISKVINNA