mikudagur 30. mars 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Hósdagur 31. mars 2016 · Nr. 36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Hvørja ferð, ein doyr í ferðsluni,
eru tað trý, sum gjøgnumføra eitt
sjálvmorð. Tað siga donsk tøl yvir
deyð í ferðsluni og deyð fyri egnari
hond.
Men, tá ræður um sjálvmorð,
snýr tað seg ikki um nakað so sjálv
sagt sum at brúka hjálm, trygdar
belti – ella at ansa eftir einari
høgrasnaring í ferðsluni.
Sjálvmorð verður ofta sett í sam
band við eydnuleysar ungar gentur,
men tølini siga, at flestu, sum taka
lívið av sær, eru vaksnir menn.
Tað var Morten Thomsen, sum
tók stig til og er stýrisformaður í
sjálvbodna tiltakinum – Lívslinien
– sum hvørt ár tosar við 14.000 fólk,
sum antin sjálvi hugsa um sjálv
morð ella eru avvarðandi at einum,
sum tosar um at taka lívið av sær.
Fleiri orsøkir
Tað er sjáldan ein orsøk til, at eitt
menniskja hugsar um sjálvmorð.
Morten Thomsen sigur, at ofta
er tað ein samanrenning av fleiri
ymiskum umstøðum, sum til
samans hava gjørt lívið so trupult
og óliviligt, at sjálvmorð sær út til
at vera ein loysn – ja, oftast einasta
loysnin, sum tey duga at síggja.
– Nógv av teimum, vit tosa
við, eru fólk mitt í lívinum, sum
hava trupulleikar. Talan kann
eitt nú vera um hjúnaskilnað, har
foreldrini ikki kunnu finna út
av, hvussu børnini skulu býtast,
trupulleikar á arbeiðsplássinum –
ella, at fólk hava fingið eina kron
iska sjúku, sum er trupul at hava
yvirlit yvir, leggur hann aftrat.
Eingin undantikin
Morten Thomsen vísir á, at ofta er
talan um samanfall av fleiri ymisk
um umstøðum.
– Eg trúgvi, at øll kunnu gerast
rakt av sjálvmorðstankum. Nógv
halda, at tey eru so mikið sterk,
at slíkir tankar ikki raka tey. Men,
um fólk eru strongd og uppliva
eitt deyðsfall millum onkran av
sínum nærmastu, samstundis sum
eitt av børnunum gerst álvarsliga
sjúkt, kunnu fólk gerast so trýst,
at tankin um sjálvmorð ikki er so
fjarur.
Hann sigur, at sjálvmorðstankar
ikki neyðturviliga eru knýttir at tí
sosiala.
– Tá tú ert nær markinum at tí,
tú klárar, og títt egna barn sam
stundis
gerst
álvarsliga
sjúkt,
kanst tú gerast so trýst/-ur, at tað
er náttúrligt, at tú hugsar um allar
møguleikar at koma burtur úr støð
uni, sigur Morten Thomsen.
Sjáldan eitt ynski
Danski stovnurin – Center for
Selvmordsforskning – sigur, at tað
sjáldan er eitt ynski um at doyggja,
sum liggur aftan fyri eitt sjálv
morð, men heldur eitt ynski um
at »sløkkja fyri tilvitskuni« og at
sleppa »burtur« úr tí, sum ger teg
eydnuleysan.
– Menn eru sum heild ikki eins
dugnaligir og kvinnur at tosa um
sínar kenslur, og teir brúka ikki
sítt trygdarnet á sama hátt, sum
kvinnur gera tað. Hinvegin eru
teir raskir at handla upp á tað, teir
føla. Føla menn, at talan er um eina
fastlæsta, óendaliga støðu uttan
útlit til bata, handla teir upp á tað,
sigur Morten Thomsen, sum leggur
dent á tað neyðturviliga í at tosa
um sínar tankar og kenslur, hóast
tað kann vera trupult.
Hjálpir at tosa
Morten Thomsen sigur, at nøkur
ringja til Lívlinjuna, tí tey halda
seg ongan hava at tosa við um
trupulleikarnar. Onnur ringja, tí
tey vita ikki, hvussu tey skulu siga
tað, tey gjarna vilja siga, við hjúna
felagan.
– Nær skal tað sigast, og hvørji
orð skal eg brúka, spyrja fólk.
Morten Thomsen sigur, at tað
kann lætta um at tosa um tingini -
at fáa luft fyri sínum kenslum og tí,
tú hevur at siga.
– Tað kann gera, at støðan ikki
virkar so fastløst, sigur Morten
Thomsen.
Kelda: www.helse.dk
Danski stovnurin – Center for Selvmordsforskning - sigur, at tað sjáldan er eitt ynski
um at doyggja, sum liggur aftan fyri eitt sjálvmorð, men heldur eitt ynski um at
sløkkja fyri tilvitskuni og at sleppa burtur úr tí, sum ger teg eydnuleysan
Øll kunnu verða rakt
av sjálvmorðstankum
HEILSA
Søk tær hjálp
Ert tú í kreppu - ella gongur við sjálvmorðstankum - eigur tú at siga tað við onkran. Tað hjálpir at seta orð á truplar tankar og kens
lur, sum tú beint nú situr við. Tú ert ikki einsamallur ella einsamøll við at hava tað soleiðis. Flestu menniskju hava tíðarskeið, har lívið
ella ein støða í lívinum tykist so trupul, at tú ikki megnar at loysa hana uttan hjálp. Fyri summi førir kreppan til sjálvmorðstankar
og við ongari hjálp kanska til sjálvmorðsroynd ella sjálvmorð. Tí er avgerandi, at tú sleppur at fortelja einum menniskja, at tú ert í
trupulleikum, soleiðis at tú kanst fáa ta hjálp og tann stuðul, tú hevur brúk fyri. Ert tú í slíkari støðu, kanst tú seta teg í samband við
telefonráðgevingina hjá Lívlinjuni 0045 70201201 allar dagar í árinum frá klokkan 11-04. Tú kanst seta teg í samband við netráðgevingina
hjá Lívlinjuni – skrivdet.dk – og tú kanst seta teg í samband við kjatt-ráðgevingina mánadag og hósdag frá klokkan 17-21 og leygardag frá
klokkan 13-17. Kelda: www.livslinien.dk
– Tað er ofta eitt samanfall
av fleiri ymiskum umstøðum,
sum ger, at fólk fara at
hugsa um sjálvmorð, sigur
Morten Thomsen, ið tók
stig til donsku Lívlinjuna
– Tað er umráðandi at tosa um
tankar og kenslur, hóast tað kann
vera trupult, sigur Morten Thomsen