mikudagur 30. mars 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Hósdagur 31. mars 2016 · Nr. 36
Sosialurin
Mánadagur 8. juni 2015 · Nr. 64
VIÐMERKING
Jógvan I. Olsen
Í blaðnum »Vinnan« frá 2. februar
í 2015 er ein áhugaverd kanning,
sum Føroya Handilsskúli hevur
latið gera um, hvat miðnámsskúla
næmingar ætla at útbúgva seg til.
Spurdir eru 503 næmingar, svarað
hava 495. Av svarunum eru ellivu
ymiskar útbúgvingar nevndar í
prosentum.
Í bókini »Les og Lær í Føroyum«
eru oman fyri 100 útbúgvingar at
velja ímillum.
Og av hesum ellivu útbúgving
unum, sum nevndar eru í prosent
um, er Læknavísindin greiður vinn
ari við 14,5%.
Men tað, sum skakaði meg, var, at
næst niðast av hesum ellivu nevndu
útbúgvingarmøguleikunum lá Sjó
vinnan við 1,6%.
Sjóvinnan man umfata farma
flutnings-, frálanda-, ferðafólka
flutnings-, ali- og fiskivinnuna.
Hvat er hent í landi okkara, at
sjóvinnan, sum er okkara nógv
størsta innløguvinna og hevur brúk
fyri nógvum góðum fólki, er so illa
umtókt av unga fólkinum í dag?
Og hvør hevur stygt okkara
unga ættarlið burtur frá sjóvinnuni
– og serliga burtur frá at blíva fiski
maður?
Eru tað foreldrini, skúlaskipanin,
politikararnir, tíðindatænastan ella
okkurt annað?
Fara vit aftur í søguna, so bleiv
fyrr sagt, at »føroyingurin varð
føddur við ár í hond«. Tá var opni
róðrarbáturin neyðugt amboð til
lívsins uppihald, har ungi pilturin
bleiv uppalin til at rógva og taka lut
í arbeiðnum, sum fyrifórst í opna
róðrarbátinum.
Tann tíðin er farin. Nú verður
valla ár løgd út uttan til kappróður.
Meira viðkomandi kundi í dag verið
at sagt, at »føroyingurin nú verður
føddur við fartelefon í hond«.
Tá vit koma til slupptíðina, fóru
unglingarnir til skips 14 ára gamlir,
fiskaðu í sjálvdrátti og blivu løntir
eftir, hvussu nógvar fiskar teir
sjálvir veiddu. Tað var so teirra
fiskimannaskúli, og summir vórðu
longu skiparar í fyrru helvt at tjúg
unum.
Tað er heldur ikki so langt síðan,
at eg hitti ein 73 ára gamlan mann.
Hann hevði verið fiskimaður í 56 ár
og hevði verið eitt hálvt ár til skips,
áðrenn hann bleiv konfirmeraður.
So teir byrjaðu ungir!
Fyri kortum var eg í einum
handli, sum millum annað selur
fiskireiðskap. Har kom eg á tal við
ein av mínum fyrrverandi starvs
feløgum, sum er farin um pensjóns-
aldur. Ørindini hjá honum vóru at
keypa teymar, og teir skuldu vera
gulir. Eg spurdi hann, um gulir
teymar fiskaðu best? Svarið var, at
egnararnir, hann hevði, vóru gamlir
menn, sum sjónin var viknað hjá,
og teir sóu betri, hvussu teymarnir
lógu um línuna, tá teir vóru gulir
heldur enn svartir. Og so fór hann
rokmikil víðari. So, teir halda eisini
leingi á.
Tíðin stendur ongantíð í stað.
Opnu bátarnir og sluppirnar fingu
motor. Vit fingu deksbátar, trol
arar, skonnartir, stállínuskip, flaka
trolarar, rækjutrolarar, uppsjóvar
skip og aliskip.
Tilgongdin av ungum monnum
at manna okkara fiskiskip fyrr var,
at teir eftir sjey ára barnaskúla
mynstraðu umborð á skipini, onkur
sum kokkadrongur og aðrir sum
dekkarar. Hesir seinnu blivu eisini
nevndir prøjsar. Einasta treytin var,
at teir skuldu hava tuberklakort.
Í seinnu helvt av undanfarnu
øld tók ein bátalínufiskiskapur seg
upp her heima, har línan bleiv egnd
í landi og sett í frystirúm. Nógvur
skúlaungdómur var í skúrunum og
egndu, bæði gentur og dreingir og
fortjentu sær nakað av pengum.
Hetta gav dreingjunum eisini ein
førleika til seinni at fara til skips á
línuveiði.
Eisini unglingar, sum gingu á
hægri skúla eftir barnaskúlan, vóru
ofta altráðir eftir at sleppa til skips
í summarfrítíðini fyri at vinna sær
nøkur oyru. Soleiðis fingu teir eisini
innlit og førleika til skipslívið.
Men, so er ikki longur. Nú sæst
valla skúlaunglingi í tí syndri av
egningaskúrum, har egnt verður,
og tað liggur helst ikki fremst í hug
anum hjá víðari lesandi at sleppa til
skips í summarfrítíðini.
Nú ein dagin kom ein spelkin
unglingi á gátt. Ørindi hansara var
at selja lutaseðlar fyri sín skúla
flokk til eina námsferð og eftir
skaving, men ongan vinning, hugdi
eg eftir, hvat hetta var fyri ein
námsferð. Ájú, tað var ein námsferð
til Kina.
Eg moyni tað!
Innan
sjóvinnuna
eru
tað
serliga partar av fiskiførunum,
sum líða undir, at so lítil tilgongd
er av ungum monnum, og meinast
hevur tað rakt línuskipini. Tey
hava stundum ligið vegna mann
ingartrot og hava stundum roynt
undirmannaði. Eisini hevur verið
roynt at fáa útlendingar til mann
ing, til dømis úr Pólandi, Litavia,
Indonesia, Filipinunum, Skotlandi
og Portugal.
Men, tað er ikki so líka til. Málið
er altíð ein trupulleiki. Teir flestu
duga bara sítt móðurmál, onkur
dugir enskt. Teir skulu flytast aftur
og fram millum sítt føðiland og
Føroyar, og teir skulu hava innivist
millum túrar o.s.fr. Og ofta kenna
teir lítið og einki til arbeiði umborð
á okkara fiskiskipum.
Stundum hevur hetta tó eydnast
væl. Skipini kundu ikki verið hesa
manning fyri uttan, tá umleið
helvtin av dekkarunum hava verið
útlendingar.
Men, aftur til spurningin: Hvat
hava vit gjørt skeivt, sum hevur
stygt unga fólkið burtur frá at
gerast fiskimenn?
Mær tykir, at ein av orsøkunum
er okkara skúlaskipan.
Í dag hava vit ongan barnaskúla
longur. Nú eitur tað fólkaskúli, og
har eru unglingarnir innilæstir,
til teir eru umleið 15-18 ára gamlir.
Tá eru teir eisini innslúsaðir til at
læra víðari og kunnu velja ímillum
hundraðavís av útbúgvingarmøgu
leikum.
Men, eitt kunnu teir ikki læra til,
so undrunarvert tað enn er. Eingin
møguleiki er her heima at læra til
fiskimann. Tað finst eingin slíkur
skúli!
Eisini hevur fiskiflotin verið fyri
kollveltandi broyting. Fiskiførini
reformera seg sjálvi alla tíðina.
Tey eru nú blivin so mekaniseraði,
elektrofiseraði og effektiviseraði,
so manningartalið er minkað okk
urt um eina helvt.
Skiparin hevur ikki longur tørv
á at hava drømmann, toskanøs ella
ánilsi o.s.fr.
Nú er stýrhúsið fult av alskins
tólum við hundraðavís av knøttum,
sum hann skal hava skil á og duga
at brúka fyri at ognast mest møgu
ligt av havsins ríkidømi til alt, hann
hevur ábyrgdina av saman við
manning og reiðaríi.
Arbeiðsgongdin
hjá
dekkar
unum er eisini nógv broytt. Har
eru nú nógv sløg av maskinum og
spølum til tey ymisku endamálini,
sum dekkararnir skulu duga at
handfara.
Samanumtikið er broytingin so
ógvuslig, at tað er ikki so líka til hjá
unga alvanum at koma úr verandi
skúlum og beinleiðis umborð í eitt
fiskiskip. Vit mega ásanna, at tíðin
er farin frá gomlu tilgongdini av
ungum monnum til fiskiskip. Hon
er ikki nøktandi longur, nú øll skulu
ganga so leingi í skúla.
Og tí er alneyðugt, at vit leggja
á annan bógv og seta á stovn ein
fiskimannaskúla, har unglingar so
tíðliga sum møguligt, sum fólka
skúlin loyvir tí, kunnu fara at út-
búgva seg til fiskimenn.
Tað mega eisini verða fiskifør
knýtt at einum slíkum skúla, tí
eingin gerst grammur fiskimaður
bert á bonaðum gólvi.
Hevur ein nomið sær førleika
at vera fiskimaður, so hevur hann
eisini góða barlast til aðrar sjó
vinnur, og eisini røkkur ein slík
barlast til mangt annað at gera.
...
Hetta lesarabræv bleiv skrivað
síðsta vár, eftir at eg hevði lisið
umrøddu grein í Vinnu, so tað er
ein góð løta síðan.
Nú er nýggja samgongan komin
við uppskotum við ógvusligum
inntrivum í fiskivinnuna.
Ein slík viðferð av fiskivinnuni
stimbrar ikki áhugan hjá ungum
monnum at gerast fiskimenn.
Men, livst, so spyrst.
Vónandi fer vit og skil at trekkja
tað longra stráið.
Hvør hevur stygt okkara unglingar
burtur frá fiskivinnuni?
– Vit hava ongan barnaskúla longur. Nú eitur tað fólkaskúli, og har eru unglingarnir innilæstir,
til teir eru umleið 15-18 ára gamlir. Tá eru teir eisini innslúsaðir til at læra víðari og kunnu velja
ímillum alskyns útbúgvingar. Men, eitt kunnu teir ikki læra til, so undrunarvert tað enn er.
Eingin møguleiki er her heima at læra til fiskimann, skrivar Jógvan I. Olsen í lesarabrævi
- Tað er alneyðugt at seta á stovn ein fiskimannaskúla. Fiskifør mega eisini verða knýtt at einum
slíkum skúla, tí eingin gerst grammur fiskimaður bert á bonaðum gólvi, sigur Jógvan I. Olsen