Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 31. mars 2016 · Nr. 36 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bárður S. Nielsen Formaður Sambandsfloksins Skulu vit síggja og brúka nýggjar møgu­leikar ella stara okk­um blind í trupul­leikum, sum ikki eru til? Hesin spurningur er aktuellur, nú allir stovnar ríkisins og sendi­ stov­urnar allar fara at vinda Merk- ið á stong á Ólavsøku. Hetta, at okkara tjóðarmerki fer at veitra kring allan heim, gevur møguleikar, ið vit kunnu brúka til eitt gott endamál. Eitt er, at Føroyar kunnu koma á breddan og vekja áhuga í Ríkis­ felagsskapinum og – ikki minst – víðari úti í heimi, har ið 534 sendi­ stov­ur í ríkinum fara at vinda Merk­ið í húnar hátt Ólavsøkudag. Um vit brúka hetta rætt, eru eisini góðir møguleikar hjá ferða­ vinnuni og matvøruvinnuni at taka seg fram. Tær hava báðar undanvind og viðrák við sera góð­ um ummælum í altjóða miðlum fyri ávíkavist góð ferðamið og fram­úr­skarandi mat og rávørur. Tíverri eru tað ikki øll, ið fegn­ ast um hetta átak hjá fors­ætis­ráð- harranum, hóast tað vísir virðing fyri okkara tjóð og í seinasta enda eisini styrkir bondini í ríkinum. Nei, summi vilja múlatrútin stara seg blind í trupulleikum, sum ikki eru til. Ikki liggur tað í ílegum hjá tjóð­ veldisfólki at standa saman. Kland­ ur og konfliktir skulu koma fram um gott samanhald og samstarv í Ríkisfelagsskapinum. Hví ikki vera við tí góða orð­ inum? Hví ikki fegnast um felags framstig? Hví ikki – saman við okk­ ara samstarvsfeløgum í ríkinum – brúka møguleikarnar, sum nú bjóða seg fram? Tað er pínligt at síggja, at um­ boð fyri Før­oyar upp­føra seg sum for­kelað smá­børn og gera tjóð­ini fyri skomm­um á Christ­ians­borg. Púrt ongi úrslit koma burtur­úr fyri Føroyar, so sum Sam­bands­flokk­ urin á Christiansborg annars er kend­ur fyri at avrika og føra heim til lands. Lat okkum frøðast um, at vit liva í heimsins besta landi, har hvør einstakur hevur størst møguligt persónligt frælsi. Veruligt frælsi fær øll tjóðin við at samstarva í Ríkis­felagsskapinum. Tjóðin er ikki sonevnda »sjálv- stýrisrørslan« ella tey, sum rópa um fullveldi. Tjóðin eru vit. Fólkini í Føroyum. Menniskjuni, sum búleikast her. Vit hava frælsi til at fáa okkum ókeypis útbúgving, seta búgv, koma í arbeiði og hava kjans til at ar­beiða okkum upp. Hvør ein­stak­ ur føroyingur hevur besta út­gangs­ støði fyri at smíða sær eydnuna góða. Hetta kemur alt fram um mis­ skilta tjóðarbygging, national­ismu og sjálvsøkin áhugamál hjá ein­ staklingum, sum vilja gera seg upp í almenna rúminum. Lat okkum brúka nýggju møgu­ leikarnar til at gera tað upp aftur liviligari í okkara fantastiska landi. Okkara Merkið um allan heim KJAK Ruth Vang Tingkvinna fyri Framsókn og forkvinna í Løgtingsins fíggjarnevnd Búskaparráðið vísir í síni nýggjastu frá­ greiðing enn eina­ ferð á tað óhepp­na í at føra ein kon­ junktur-viðgang­ andi politikk. Íløgu­ætlanirnar hjá landi og komm­un­um fyri 2016 og 2017 eru víð­fevndar og fara at seta so nógva ferð á búskapin, at vandi av álvara er fyri, at vit ikki megna at rætta upp, tá fyrsti mótburður rakar okk­ um aftur. Søguliga hava vit havt stór sveiggj í føroyska búskapinum. Førdi fíggjarpolitikkurin hevur tí­verri gjørt sítt til, at sveiggini hava verið óneyðuga stór. Í góð­ um tíðum hava vit, umframt stór­ an vøkstur í almennu rakstrar­út­ reiðslunum, við risa íløgum hit­að búskapin nógv meiri enn gott er. Tá tíðirnar skifta, ber illa til at halda sama útreiðslustig og so má sparast. Tað merkja tey harð­ ast, sum frammanundan eru illa fyri og hvørs livibreyð er tengt at almennum tænastum. Bú­ skapar­frøðingar vísa á, at tann væl­ferð, eitt samfelag missir í lág­konjunkturi, langt frá verður vunnin innaftur í hákonjunturi. Tað merkir, at jú størri sveiggj, vit hava, jú lægri búskaparvøkstur hava vit uppá longri sikt. Tøl frá hagstovuni vísa haraftrat ein greiðan samanhang millum ar­ beiðs­loysi og nettofráflyting úr Før­oy­um. Vit missa sostatt hóp av fólki, hvørja ferð tíðirnar versna. Fólk, sum bert í avmarkaðan mun flyta heimaftur í góðum tíðum. Omaná kemur so tann veruleikin, at føroyski búskapurin er so nær tengdur náttúrutilfeingi, sum í sær sjálvum gevur skiftandi inntøkur. Vit hava í Føroyum, um nakra­ staðni, tørv á støðugum búskapar­ vøkstri. Aftur og aftur verða vit mint á, at føroyski búskapurin er ikki haldførur uppá longri sikt. Heilt einfalt, vaksa almennu út­reiðsl­ urnar skjótari enn inntøkurnar komandi árini. Vit koma ikki uttan um nýskipanir, men ein konjuntur- viðgangandi fíggjarpolitikkur við lægri búskaparvøkstri leggur stein omaná byrðu. Framsókn legði á vári 2011 fram uppskot til samtyktar um kon­ junkturjavningarlóg. Uppskotið varð sum so væl móttikið, men fall við tí grundgeving, at tað tá enn ikki var eydnast at fáa allar táttir í játtanarlógini frá 2009 at virka fult út. Meirilutin metti tí, at tað var ikki rætt longu tá, at seta nýggjar reglur í gildi. Øll framkomin lond hava annars sett í gildi regluverk kring almenna fíggjarpolitikkin. Regluverkini eru ymiskt saman­ sett, men meginreglan er, at land­ sins skiftandi leiðslur halda seg til nakrar reglur, ið tryggja ein fíggjarpolitikk, sum er konjuktur mótgangandi heldur enn við­ gangandi. Tað er i góðum tíðum, at vit skulu stýra soleiðis, at vit í ringum tíðum ikki verða rakt so meint – hvørja ferð. Alt bendir á, at vit eru í há­ kon­j­unkturi í løtuni. Ynski og krøv um øktar útreiðslur innan almennan geiran leggja stórt trýst á politisku skipanina. Hyggja vit at samlaðu íløgunum hjá landi og kommunum, standa kommunurnar fyri einum alsamt størri parti. Hetta er lutvís ein avleiðing av, at kommunurnar yvirtóku eldraøkið, eitt økið sum krevur leypandi íløgur. Men tað er samtíðis púra greitt, at tað gevur onga meining at tosa um konjunkturjavnandi fíggj­ ar­politikk, uttan at taka komm­ unurnar við. Skulu vit tosa um ein skilagóðan búskaparpolitikk, so ber ikki til, at helmingurin av føroyska búskapinum liggur uttanfyri lands­ búskapin og har livur sítt egna lív. Ein ábyrgdarfullur fíggjar­poli­ tikkur krevur, at útreiðslu- og íløgukarmar fyri land og komm­ unur verða samskipaðir og hugs­ aðir í einum samlaðum bú­skapar­ lig­um høpi. Samgongan hevur sett sær fyri at reka ein ábyrgdarfullan og miðvísan fíggjarpolitikk. Allir føroyingar, bæði land og komm­ unur, fáa ágóðan av einum skyn­ samum politikki og tí átti at verið felags áhugi fyri hesum aðalmáli, at fíggjarpolitikkurin minkar sveiggini í búskapinum. Umhugsni í tøkum tíma Øll eiga at fegnast um, at Merkið - tjóðareyðkennið, ið allir føroyingar standa saman um - nú fer at veitra á 534 støðum kring um í heiminum Land og kommunur hava felags áhuga í einum ábyrgdarfullum og miðvísum fíggjarpolitikki Magni Arge fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi Páskirnar eru halg­ asta høgtíð okkara, og fólk binda frið í stillu viku. Øll utt­an formaðurin í Sam- bands­flokkinum, sum er farin at brestast sjálvan páskadag. Tað gjørdu bretar eisini í Írlandi fyri 100 árum síðan, men tað hjálpti ikki, tí írska tjóðin vann sær kortini pláss millum aðrar frælsar tjóðir. Sálda vit allar tær bonsku ákoyr- ingarnar frá, er kjarnin helst, at Bárður vil verja forsætis­málaráðið í flaggmálinum, og tað er ikki óvæntað, tí fyri stuttum var hann á vitjan í forsætismálaráðnum. Eg havi ein illgruna um, at hann legði ráð saman við formanninum í móðurflokkinum, Vinstra, um, hvussu teir saman kundu vera »nógv meiri sambandskir,« sum Bárður tók til á landsfundinum herfyri. Ivaleyst røddu teir um danska flaggátakið við Merkinum, sum sjálvandi ikki skal útinnast á føroyska flaggdegnum, men heldur á ólavsøku, sum teir skíra »det, der almindeligvis kaldes Færøernes nationale festdag.« Vit kunnu bara gita, at teir valdu flaggdagin frá av súmbolskum orsøkum, tí tá heiðra vit Merkið og alla okkara søgu fyri stríðnum at varðveita og menna okkara tjóð­ skaparliga samleika. Tað er ikki óhugsandi, at Bárður fær ein riddarakross frá Margrethu drotning í summar, og soleiðis eina tøkk og viðurkenning fyri sítt virki fyri donskum áhugamálum í Føroyum, men tað liggur ongin viður­kenning av Føroyum sum tjóð í donsku flaggingini við Merk­ in­um yvirhøvur. Hetta stað­festi forsætismálaráðið svart uppá hvítt í svarum upp á mínar fyri­spurn­ing­ ar á fólkatingi herfyri. Tí er hetta bara ein roynd at krøkja ein danskan samleika upp í føroyska flaggið, sum var betur ógjørd. Tað er sjálvandi í lagi, at Danmark veittrar við føroyska flagg­inum til serlig høvi, men Merk­ið er ikki danskt ríkisflagg. Tað er okkara tjóðarmerki. Stríðið fyri rættindunum hjá før­oysku tjóðini heldur tí fram, líka­mikið hvønn kross Bárður velur at taka á seg í summar. Riddarakross til Bárð Nielsen