Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Hósdagur 31. mars 2016 · Nr. 36 Sosialurin Mánadagur 8. juni 2015 · Nr. 64 KJAK Zakarias Wang (Formaður í býráðsins ráðgevandi nevnd fyri Hoyvík og Hvítanes 1978-80. Býráðslimur í Tórshavnar kommunu 1981-1988) Hervið sendi eg kæru um at arbeitt verður við vegnum til tunnilsmunnan á Hvítanesi í stríð við ásetingarnar í byggisamtyktini fyri Hvítanes. Avrit er sent Tórshavnar Býráð, Løg­tinginum, landsstýrinum og fjølmiðlum. Vinaliga Zakarias Wang Kærunevndin í lendismálum 3. mars 2016 hevði partafelagið, sum hevur fingið heimild at gera tunnil millum Streymoynna og Eysturoynna, kunnandi fund í skúlanum á Hvítanesi fyri at greiða frá, hvussu ætlan teirra kom at ávirka bygdina. Fundurin var lýstur í útvarpinum og var almennur. Har varð upplýst, at arbeiðið við at gera arbeiðsveg til uppskotna tunnilsmunnan var farið í gongd 1. mars 2016, tveir dagar fyri fundin. Sum kunnugt hevur Tórshavnar kommuna 29. mars 1979 við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir samtykt serstaka byggisamtykt fyri Hvítanes við ásetingum fyri økisnýtslu í 4. grundumráði. Henda byggisamtykt varð 4. januar 1982 góðkend av Føroya landsstýri sambært grein 4, 1. petti í nevndu løgtingslóg. Tá byggisamtyktin er sett í gildi, skal nýtslan av lendinum vera sambært ásetingum og enda­ málum fyri einstøku um­ráðis­ partar. Í hesum føri er ásett í byggi­ samtyktini, at »umráðis­parturin B er lagdur út til sethúsabygging og har 1) loyvt er einans at bygga sethús, sum einans mugu vera stakhús, ið standa fyri seg við í mesta lagi tveimum íbúðum í hvørjum húsi, ella tvíhús til eitt húski í hvørjari húsaeind, og 2) at tað á økinum ikki kann verða framt nakað slag av virki, sum við royki, gangi, ella við útsjónd síni ella á annan hátt eftir meting býráðsins kann vera teimum, sum uttan um búgva, til ampa.« Kemur nakar inn á hetta lendið og ikki ber seg at, sum byggi­ samtyktin ásetur, skal við­komandi frá kommunala byggi­myndug­leik­ anum fáa at vita, at talan er um ólógligt virksemi. Tað er tí lutverkið hjá kommununi at síggja til, at byggisamtyktin verður hildin. Heldur kommunan av ein­ hvørjari orsøk, at býarskipan og byggi­samtykt fyri eitt umráði skal broytast, skal henda broytingin fara fram sambært ásetingunum í lógini um býarskipanir. Í hesum føri er tað Tórshavnar kommuna, sum hevur lógarbundna eftirlitskyldu við, at galdandi ser­ staka byggisamtykt verður fylgd. Av tí at kommunan í hesum føri ikki hevur gjørt sína skyldu til at verja áhugamálini hjá borgarunum, og ikki hevur fylgt ásetingunum í lógini um býarskipanir, og held­ ur ikki fylgt ásetingum í ser­støku byggisamtyktini fyri Hvíta­nes, verður málið um inn­koyringar­veg­ in til uppskotna tunnilsmunnan á Hvítanesi kært til Kærunevndina í lendismálum. Av tí at arbeiðið var farið í gongd áðrenn almenningurin varð kunnaður og framvegis fer fram, og eingin broyting til galdandi ser­støku byggisamtykt er løgd fram ella góðkend, verður heitt á Kæru­nevndina í lendismálum um at síggja til, at støðgað verður við verandi arbeiði til nevndin hevur tikið støðu í hesum máli. Kærunevndin í lendismálum Jan Haldansen Vestmanna Nú vit eru í árið 2016 og kappingin er hørð um allar vør­ur á alheims­mark­nað­ inum, hvussu gera vit so í Føroyum við­víkjandi marknaðarføring ? Sakt verður, at Landið skal skap­a/gera karmarnar til vinnuna so góða sum møguligt, so at vinn­ an kann kapppast ella troyta teir møgu­leikar sum liggja inna karm­arnar. Men hvat meinast tá við, tá sagt verður, at Landið skal skapa/gera karmar? Er tað keyp av kvotum, fríhandilssáttmálar ímillum lond, bøta um tollforðingar og tílíkt. Er tað meiri landið fær gjørt, so at vinnan fær meiri fyri sínar vørur útyvir tað teir gera í dag? Onkur sigur kanska, at landið ger nokk og onnur siga, at landið kundi væl gjørt nógv meiri. Taka vit eitt lítið virki í land­ in­um sum dømi, hvussu nógva orku hevur hetta virkið til at markn­aðarføra seg á alheims marknaðinum. Svarið er kanska: minimalt, tí tað krevur nógv og er eisini ógvuliga kostnaðarmikið, so nemmast er nokk at gera ein søluavtalu við ein fyritøku, sum arbeiðir á alheimsmarknaðinum. Hetta hevur so ein prís, sum so ger, at fyritøkan her heima fær minni fyri sínar vørur, tí gjaldast skal til fyritøkuna, sum selur vøruna. Er tað so altíð gjøgnumskygni í søluavtalunum ímillum sølufyri­ tøkuna og endaliga kundan. Tað vil siga, fær fyritøka í Føroyum rætta prísin fyri sína vøru, ella verður reelli gevinsturin etin upp av mill­ um­monnum/sølufyritøkum? Hví marknaðarføra Føroyar sjálvar ikki allar vørur vit útflyta. Hetta skal skiljast soleiðis, at sølufólk og pengar verða settir av til endamálið. Fólk blivu út­plaserað fyri at finna/kanna marknaðir og gera avtalur direkta til kundarnar, so øll (helst øll) millumlið blivu burt­ur og seljarin her heima fekk rætta prísin og kundin fekk røttu vøruna. Hvør skuldi so fíggja hetta, sjálvandi Landið, tí um ein fyri­ tøka fekk økt um inntøkurnar, við at koma nærri seljaranum, so bleiv avkastið størri og fyritøkan vildi satsa meiri og harvið fleiri arbeiðsfólk, sum jú øll gjalda skatt. Á henda hátt hevði landið fingið sítt og fyritøkurnar sítt umvegis størri søluprís. Ein investering hjá landinum, sum vildi verðið ein Vinn Vinn støða fyri allar partar og kanska vildu nýggjar vinnur/fyritøkur sæð dagsins ljós, tí nú bleiv møguleikin fyri marknaðarføring ein heilt annar. Vildi nokk eisini trúð, at ferðavinnan kundi gjørt sær dælt av hesum, í tí at tað er landið Før­ oyar sum marknaðarførur og ikki sjálv fyritøkan. Hvør marknaðarførur okkara vinnu UMMÆLI Fríðálvur A. Jensen Vit verða førd gjøg­ num lívið hjá eini familju við sínum trupulleikum og tað hoyrist aftur, tí her er bæði sang- og tónleikaliga lagt eftir, at tú skal fáa at vita hvussu tað kennist og tað úrslitið hava tey nátt til UG! Hinvegin dámar mær eisini stak væl, at her finst henda passiónin, tí onkursvegna gevur tað mær sum lurtara eina kenslu av dirvi og at artisturin vil út við sínum boðskapi, sum skal verða borin á ein hátt, har ongin ivi skal standa eftir. Nokkso stuttligt at hoyra Lenu siga, at hetta er poppur, sum iva­ leyst er partvíst rætt, men taka vit skering 2 “Eagle in the sky”/ mexikanskt – skering 3 “Sorry that I make you cry”/afrikanskt – skering 7 “This Lift”/klassiskt – skering 11 “Class picture”/jazz – skering 12 “Sail on Victoria”/blues – annars nógvir country undirtónar – so her má ivaleyst sigast, at hetta nokk kann fara undir meira fólksligan alternativan popp við omanfyri nevndu undirtónunum. Mann kann so kanska halda, at hetta er alt ov breitt millum sjangrur og annað, men eg sjálvur haldi, at útgávan rakar nógv breið­ ari og liggur á einum altjóða støði. Tað er rættiliga sermerkt, at tað eru so nógvir ymsir tónleikarar og at tey frá byrjanini hava lagt grundina við trummuspælaranum Matt Chamberlain, men eg vil so siga, at tað yvirhøvur ikki setur útgávuna lægri. Onkursvegna hava tey valt ymsar tónleikarar, tí taka vit t.d. bassinum eru Mikael Blak, Óli Poulsen, Jóhannus á Rógvi Joensen og Kristoffer Mørkøre við, sum kanska staðfestir leitanina eftir tí “rætta”. Mær dámar væl, at tey hava valt at taka lagið “Oh brother with the broken wing” upp live, tí tað gevur eina nógv størri inniligheit – í heilsanini til beiggjan og onnur, har Josva tekur sær trummunum. Langa tíðin vit hava bíða, er tað vert, tí her er veruliga kelað fyri øllum detajum og onki latið yvir til nakra tilvild. Tað er avgjørt eitt rætt val, at tey hava fingið normannin George Tanderø at taka sær av ljóð­ blandingini, tí hann hevur dugað at fingið eitt meira livekent við, sum er SUPER! Løgini á útgávuni: 1. Home sweet home 2. Eagle in the sky 3. Sorry that I made you cry 4. Oh brother with the broken wing 5. Good girls 6. Drive 7. This life 8. On the bright side 9. It´s love 10. Forever with you 11. Class picture 12. Sail on Victoria Sum nevnt, at “Eagle in the sky” ein sera væl frágingin útgáva og fær 6 bjartar størnur frá mær. Lena skapar vón – Og leggur sítt størsta tónleikaavrik úr hondum, NAKRANTÍÐ!