Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 31. mars 2016 · Nr. 36 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Helgi Abrahamsen Stýrisskipanarlógin sigur í § 23, at løg­ tingslimir eru bara bundnir av sín egnu sannføring. Tað blivu vit sum vóru partur av und­an­farnu samgongu onkuntíð mint á, av táverandi tinglimum í andstøðu. Tað kom nevniliga meira enn so fyri, at vit noyddust at atkvøða við samgonguni, hóast vit ikki vóru so sannførd um, at valið var tað rætta. Og soleiðis er hjá øllum sum eru partur av eini samgongu. Styrkin í samstarvinum liggur í, at øll standa saman, men tað merkir samtíðis, at øll noyðast at geva nakað, hóast stýrisskipanarlógin sigur, at tú ikki hevur skyldu at fylgja øðrum enn tíni egnu sannføring. Eitt er hvat løgfrøðin sigur – annað er tann politiski veruleikin. Broyting ímóti Stýrisskipanarlógini Men nú er ein broyting at hóma, og tað løgna er, at tað eru júst tey sum plagdu at minna á orðini í Stýrisskipanarlógini, sum ganga á odda við hesi broytingini. Og broyt­ ingin er, at nú kunnu tinglimir koma í ta støðu, at tað heilt einfalt ikki ber til at atkvøða eftir síni egnu sannføring. Eg hugsi her um ta nógv um­ røddu hjúnabandslógina. Tá uppskotið kom til 2. viðgerð tann 16. mars, skutu 5 tinglimir upp at gera eina broyting í upp­ skotinum. Skotið varð upp, at rætt­ urin hjá tveimum av sama kyni at giftast skuldi ikki verða settur í gildi, fyrr enn §14 stk. 2 í lógini varð broytt. § 14, stk. 2 gevur annars borg­ar­liga giftum rætt at fáa hjúna­ bandið signað í eini kirkju. Ikki fyrr enn hesin rætturin var broyttur, soleiðis at hann bert var galdandi fyri konu og mann, vildu uppskotsstillararnir at lógin skuldi fáa gildi. Ómøguligt at atkvøða eftir egnari sannføring Men nú kemur tann stóri spurn­ ing­urin: Um hjúnabandslógin hevði verið samtykt við hesi broytingini, hvussu skuldu tinglimir so atkvøtt, tá uppskotið um at broyta § 14, stk 2 kom til atkvøðugreiðslu? Um ein tinglimur er ímóti at tvey av sama kyni skulu kunna gift­ast og ímóti at kirkjan signar sam­kynd hjúnaløg, so hevði heilt einfalt ikki borið til at atkvøtt eftir síni egnu sannføring. Við at trýst á ja-knøttin hevði tinglimurin tikið undir við, at bert hjúnaløg millum konu og mann skuldu kunna fáa kirkjuliga signing, men ja-atkvøðan hevði samstundis sett lógina í gildi sum segði, at tvey av sama kyni skuldu kunna giftast borgarliga. Við at trýsta á nei-knøttin hevði tinglimurin sagt nei til at sett lóg­ ina í gildi, sum gav tveimum av sama kyni loyvi at giftast, men sam­tíðis hevði hann atkvøtt ímóti at nokta teimum kirkjuliga signing. Stýrisskipanarlógin sigur, at løgtingslimir eru bara bundnir av sín egnu sannføring. Men í hesum førinum hevði ikki borið til at atkvøtt eftir síni egnu sannføring. Tinglimir sleppa ikki at atkvøða eftir egnari sannføring KJAK Halla Samuelsen býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar býráði Tað hevur tikið sína tíð. Aftur og fram í áravís hevur býráðið kjakast og lovað. Men nú skuldi tað verið vist. Tí býráðið hevur í kvøld sam­ tykt at bjóða út eitt nýtt og betri prosjektuppskot til nýggjan musikk­skúla við Landavegin. Sam- bært nýggju ætlanini er skúlin og atknýtta orkesturhøllin 20% størri í mun til upprunaætlanina. Sannroynd er, at eitt av iva­ málunum við verkætlanini hevur alla tíð verið, at skúlin, ið ætlanin var at byggja, var ov lítil í mun til metta tørvin bæði til undirvísing, umsiting og framførslur. Eg havi sum limur í byggi­ nevnd­ini og mentamála­nevndini støðugt víst á hetta, og tí fegnist eg almikið um, at vit nú loksins hava fingið eitt prosjekt, ið øll eru nøgd við, ikki minst leiðsla og lærarar í musikkskúlanum. Orkesturhøllin verður nú so stór, at tær allarflestu orkesturs­ uppsetingarnar kunnu rúmast har, eisini symfoniorkestur. Høllin kem­ur eisini at rúma umleið 350 áhoyrarum. Høvuðsbygningurin, sjálvur skúl­in, er eisini vaksin, so at um­ sit­ing og lærarar fáa betri hølis­ umstøður, inngongdin verður mun­andi meira innbjóðandi, og so­ nevnda tirnan verður eisini størri, har tað m.a. eisini kunnu vera næm­ingaframførslur. Eg kenni meg sannførda um, at vit nú hava tað rætta prosjektið, ið fer at flyta musikkskúlan inn í framtíðina. So skjótt prosjekteringin av broyt­ingunum er liðug, verður ar­ beiðið boðið út í høvuðs­ar­beiðs­ tøku, helst her áðrenn summ­arið. Byggitíðin væntast at vera undir 2 ár. Nú liggur bert á hjá okkum bý­ráðslimum at halda givin lyfti og fáa til vega restfíggingina til skúlan. Musikkskúlin – nú kemur hann Bjørghild Djurhuus Forkvinna í trivnaðarnevnd Tórshavnar býráðs Tá eldraøkið varð lagt til komm­un­ ur­nar, settu vit í Tórs­havnar bý­ráð okkum fyri at fjøl­ táttað bú­staðar­ møgu­leikarnar til tey eldru. Vit skulu hava alternativ til røktarheimspláss. Fólk vilja búgva sum longst heima, og tað skulu tey fáa loyvi til, eisini sum hjún. Hetta er ikki altíð møguligt á einum røktarheimi og tað í sær sjálvum er ein stór sorg, at noyðast búgva hvør sær á ellisárum. Øllum tørvar ikki eitt røktar­ heimspláss, men heldur eina hóskiliga eldravinarliga íbúð, har heima­tænasta eisini er partur av til­boðnum. Vit mugu viðurkenna, at vit komandi árini eisini noyðast at byggja nýggj røktarheimspláss, tí talið av eldri veksur alsamt. Ásannast má eisini, at kommunan einsamøll ikki megnar at bera allan íløgutørvin í bæði at byggja røktarheim og stórt tal av eldra­ íbúðum til røktarkrevjandi. Vit seta nú hol á hesa avbjóðing. Á býráðsfundi fyrr í kvøld var samtykt at greina tørvin á nýggjum røktarheimsplássum komandi árini og hugsað alternativt, við íbúðum til røktarkrevjandi og íbúðardeplar. Partur av hesum er at fáa lýst skipanir innan hetta økið í Norð­ ur­londum og at finna fram til, hvønn leiklut kommunan skal hava. Serliga verður hugsað um sam­starvsmøguleikar við onnur, Bústaðir ella aðrar íleggjarar. Eisini verður hugt eftir lógarverkinum, hvørjar avbjóðingar eru á hesum økinum. Vit vita, at aðrastaðni eru ofta eftirlønargrunnar hjá løn­ tak­ara­feløgum virkin á íbúðar­ marknaðinum, har tey eru við til at veita hóskandi bústaðarmøguleikar til eftirløntar limir, og kommunan veitir røktina til teirra, sum tørva røkt. Ein slík loysn átti at borið til í Føroyum eisini. Vit hava í kvøld sett okkum fyri, at gera eitt haldgott grundarlag fyri teimum stóru íløgum, ið liggja fyri framman á eldraøkinum. Hetta tekur tíð, tað vita vit. Somuleiðis meti eg, at vit um nakrar mánaðar eru betur før fyri, við vitan og veruligum uppskotum, at veita eina góða tænastu til aldrandi borgaran í Tórshavnar Kommunu. Hetta gleðist eg um og síggi fram til. Fleiri bústaðarmøguleikar til eldri