Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Hósdagur 31. mars 2016 · Nr. 36 Sosialurin Nevndin í Fiskaaling hevur gjørt av at seta Jóhonnu Lava Køtlum í starv sum stjóra á Fiskaaling. Hon flytir til Føroya úr Grønlandi at taka við starv­ inum. Í Grønlandi hev­ur hon starvast sum deildar­leiðari í grønlendska fiski­mála-ráð- num. Jóhanna Lava Køtlum er 47 ára gomul, er útbúgvin lív­frøðingur og master í umhvørvismeting. Hon hev- ur drúgvar leiðsluroyndir millum annað sum stjóri á Umhvørvisstovuni og sum deildarleiðari á Um­hvørvis­ stovuni og á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Harafturat hevur Jó­ hanna Lava Køtlum drúgv­ ar royndir at ar­beiða við alimálum og fevna hesa mill­ um ann­að um eftir­lits­arbeiði, menn­ing af umhvørvis­efti­ r­ans­ingar­skipan, lóggávu­ arbeiðið, samstarv við Hav­ búnaðarfelagið og alifeløg. Jóhanna Lava Køtlum byrj­ar í starvinum tann 1. juni 2016. STØRV NÝGGJ Í STARVI NÝSETT STARVSFÓLK Nýggjur stjóri á Fiskaaling Apoteksverk Føroya Avloysarastarv fyri deildar­ leiðara á logistikkdeildini á Tjaldurs Apoteki Søkt verður eftir avloysara fyri deildarleiðara á Logistikkdeildini á Tjaldurs Apoteki. Tíðarskeiðið er frá 01.05.2016 ella eftir avtalu og 1 ár fram. Logistikkdeildin tekur sær av innkeypi av heilivági og øðrum vørum, umframt stýring av goymsluni og har tilhoyrandi vørutoymi og koyritoymi. Á deildini starvast uml. 10 fólk. Deildin hevur eitt tætt samstarv við hinar deildirnar á apotekinum.   Uppgávurnar eru í høvuðheitum hesar Tryggja rakstur og menning av deildini. Tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi hjá starvsfólkunum Tryggja eina skynsama og effektiva goymslustýring. Tryggja at ásetingar í góðskuskipanini ( ISO 9001 ) verða hildnar Eftirmeta og góðkenna veitarar av vørum og tænastum Ábyrgd fyri vørurobottinum Ráðgeving av ørðum deildum innan logistikk   Tað er ein fyrimumur at: • tú hevur útbúgving ella royndir innan logistik og innkeyp • tú hevur royndir við starvsfólkaleiðslu • tú ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð evni at samstarva • tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst Setanarviðurskifti Starvið er eitt fulltíðarstarv, 40 tímar um vikuna. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag   Umsókn  Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast í seinasta lagi 08.04.2016 til:Hjalti@apotek.fo Meira fæst at vitaum starvið við at venda sær til Hjalta Gunnarstein, Apotekara á tlf. 211277 ella á telduposti hjalti@ apotek.fo ella Elisabeth Joensen-Næs, deildarleiðara á tlf. 341164 ella á telduposti ejn@apotek.fo Tjaldurs apotek er einasta apotek í Tórshavn. Apotekið er eisini sjúkra húsapotek og veitir sjúkrahúsunum heilivág og tænast­ ur.  Umframt at selja heilivág selur apotekið ein hóp av merki­ vørum, sum umfata vørur til heilsurøkt, vælveru, vakurleikarøkt, kost í skoyti, nátturuheilivág og vørur til tekniska nýtslu. At veita skipa flotanum heilivág og tænastur er eisini apoteksins upp­ gáva.  Á apotekinum arbeiða 8 farmaseutar, umleið 40 farmakonomar og umleið 12 hjálparfólk. SamferðSlumálaráðið Søkt verður eftir løgfrøðingi (cand.jur.) til Samferðslu málaráðið. Starvið Starvsuppgávurnar eru m.a. at evna til ló­ garuppskot og kunngerðir og at málsvið­ gera mál innan virkis økið hjá Samferð­ slumálaráðnum. Førleikar Umsøkjarar skulu hava kandidatútbúg­ ving frá hægri lærustovni í løgfrøði. Fólk, ið eru um at vera liðug við hesa útbúg­ ving, kunnu eisini søkja starvið. Setan Starvið verður sett sambært avtalu. Løn og setanartreytir Løn og setanartreytir verða sam bært sátt­ mála millum Fíggjar málaráðið og BLF. Nærri upplýsingar um starvið Umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar, kunnu seta seg í samband við Rúna Joen­ sen, aðalstjóra, tlf. 306000 ella 558070. Umsókn: Umsóknir við prógvum, c.v. og møguli­ gum við mæl um skulu sendast til: Samferðslumálaráðið Tinganes Postboks 64 110 Tórshavn Ella við telduposti til: smr@smr.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi í sei- nasta lagi 1. apríl 2016. LØGFRØÐINGUR TIL SAMFERÐSLUMÁLARÁÐIÐ Samferðslumálaráðið Landsstýrismaðurin í samferðslumálum um sit ur ar beiðs marknaðarmál, arbeiðsumhvørvismál, barsils skipan, vanlukkutryggingarmál, brunaumsjón, buss koyring og farmakoyring, bygda­ og oyggja leiðir, ferðslumál, ferjulegur, ferjur, kavaramál, landshavnir, landsvegir, samferðslumál, tyrlu pallar og fyri situr fast ar ognir hjá landinum, sum ikki liggja hjá øðrum landsstýrismanni. Stovnar undir ráðnum: Strandfaraskip landsins, Landsverk, Akstovan , Arbeiðseftirlitið, ALS. Harum framt eru almennu partafeløgini Eystur­ og Sandoyar tunlar, Vágatunnilin, Norðoyar­ tunnilin og Vága Floghavn undir ráðnum. www.smr.fo Landsverk hevur í dag sett Armgarð E. Steinhólm í starv sum deildarleiðara fyri Infrakervi. Síðani Heini Eysturoy fór úr starvinum sum deild­ ar­leiðari fyri Infrakervi 1. juni í fjør, hava tey bæði Arm­garð E. Steinhólm, plan­ leiðari, og Mikkel H. Frand­ sen, rakstrarleiðari, fyri­bils tikið sær av at røkja leiðslu­ uppgávuna á deildini. Armgarð E. Steinhólm er 48 ára gomul og útbúgvin sivilverkfrøðingur frá DTU. Hon byrjaði sum verk­frøð­ ing­ur á Vegadeildini á Lands­ verki í 2005. Í 2007 gjørdist hon leiðari fyri Ferðslu­ depli­num á Vegadeildini, og seinastu árini hevur hon verið planleiðari á deildini fyri Infrakervi. Nýggi leiðarin fyri Infra­kervi gleðir seg til at fara undir nýggju avbjóð­ ingarnar. – Eg haldi Landsverk vera eitt spennandi arbeiðs­ pláss við dugnaligum starvs­ fólk­um. Her eru nógvar viðkomandi uppgávur, bæði størri og smærri, ið síggjast aftur í samfelagnum. Vit gera mun í gerandisdegnum hjá sera nógvum fólkum, sigur Armgarð E. Steinhólm. Armgarð E. Steinhólm byrjar í leiðarastarvinum 1. mai. Nýggjur leiðari fyri Infrakervi á Landsverki