Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-30, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Hósdagur 31. mars 2016 · Nr. 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÁRSAÐALFUNDUR HJÁ P/F SMYRIL LINE Boðað verður við hesum til ársaðalfund í P/F Smyril Line (reg. nr. 544) fríggjadagin 15. apríl 2016 kl. 10:00 at verða á Hotel Hafnia, Áarvegur 4-10, 100 Tórshavn, við hesi dagsskrá: 1. Val av fundarstjóra. 2. Frásøgn frá virki felagsins í farna ári. 3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar. 4. Uppskot frá nevndini um, hvussu ársavlopið skal verða nýtt ella um rindan av halli sambært góðkenda roknskapin. 5. Val av nevndarlimum. 6. Val av grannskoðara. 7. Uppskot frá nevnd: A. Viðtøkubroyting: Skotið verður upp at henda áseting í § 4, 1. petti í viðtøkum felagsins verður strikað: “Tá ið grannskoðaður roknskapur er góðkendur av aðalfundinum, verður vinningsbýti útgoldið á skrivstovu felagsins til hann, ið er skrivaður í partabrævabók felagsins sum eigari av partabrævinum.” Eisini verður skotið upp at henda áseting í § 17, 4. petti í viðtøkum felagsins verður strikað: ”Restin verður nýtt eftir uppskoti nevndarinnar og samtykt aðalfundarinnar til vinningsbýti til partaeigararnar og til tiltaksgrunn.” Henda nýggja áseting verður sett inn í § 4, 1 petti í viðtøkum felagsins: “Vísandi til § 182, stk. 2 í vinnufelagslógini heimilar aðalfundurin hervið nevnd felagsins at taka avgerð um útlutan av serligum vinningsbýti.” Henda áseting verður sett inn sum nýggj § 4 A: ”Aðalfundur felagsins heimilar hervið nevnd felagsins til felagsins vegna í tíðarskeiðnum frá 15. apríl 2016 til 14. apríl 2021 at keypa egin partabrøv. Nevndin kann felagsins vegna í mesta lagi keypa egin partabrøv upp til tað punkt har áljóðandi virðið á øllum teimum egnum partabrøvum, sum felagið eigur, er 10% av áljóðandi virðinum av partapeningi felagsins og hetta til ein kurs, sum ikki kann vera lægri enn 100 ella hægri enn 200.” Fyri at fáa heimild til at kunna velja heldur at innakalla til aðalfundar umvegis heimasíðu felagsins www.smyrilline.fo, verður harumframt skotið upp at broyta orðingina av § 6, 2 petti, fyrsta setning í viðtøkum felagsins til hetta innihald: ”Nevndin boðar í minsta lagi 14 dagar og í mesta lagi 4 vikur frammanundan til aðalfundar við lýsing í føroyskari avís, ið kemur út um alt landið og/ella við lýsing á heimasíðu felagsins: www. smyrilline.fo.” Annars verður innihaldið av § 6 í viðtøkunum óbroytt. Til samtyktar av uppskoti um viðtøkubroyting krevst smb. § 106, stk. 1 í vinnufelagslógini, at í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðunum og av tí partinum av felagskapitalinum, sum er umboðaður á aðalfundinum, hava tikið undir við uppskotinum. Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundi og at greiða atkvøðu í sambandi við partabrøv síni verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er 1 vika, áðrenn aðalfundurin verður hildin, ið er fríggjadagin 8. apríl 2016. Til at greiða atkvøðu á aðalfundinum krevst, at partaeigarin í seinasta lagi mánadagin 11. apríl 2016 hevur fráboðað luttøku síni á aðalfundinum og hevur prógvað sín atkvøðurætt á skrivstovu felagsins J. Broncksgøta 37, 100 Tórshavn P/F Smyril Line NEVNDIN Tannteknikarin er ein spesialiserað tannklinikk, ið veitir tænastur innan tannprotesur, bæði á klinikkini og heima hjá tær sjálvum, um hetta ynskist. Er óhappið úti? Hjá Tannteknikaranum fært tú um­ vælt protesuna sama dag! Tær nýtist ikki at ganga uttan tenn. Òkeypis eftirlit av tannprotesum – støkk inn á gólvið ella ring og fá eina tíð T a nn te kn ik ari n TANNTEKNIKARIN TORMÓÐUR DJURHUUS AUT. KLINISKUR TANNTEKNIKARI BØGØTA 14 100 TÓRSHAVN TELEFON 252028