Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 31. mars 2016 · Nr. 36 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Páskaaftan varð punktum sett fyri ársins FM kapping í talvi fyri einstaklingar. Hesaferð var tað Sandavágs Talvfelag, sum var vertur fyri kappingini, ið gekk fyri seg í Skúlanum á Giljanesi. Telvingin stendur stinn í Sanda­vági. Felagið er væl rikið, hølini eru opin hvørja viku, áhugin fyri at telva er stórur, og tað sæst aftur í av­rikun­um. Tað resta tvey um­før í ársins lið­kapping. Leygar­dag­in verð­ur næst­ síðsta um­far, og tá verður tað iva­leyst stað­fest, at sanda­ vágs­menn enn einaferð hava vunnið lands­kappingina. Í FM kappingini fyri ein­ stak­ling­ar gekk tað eisini væl hjá Sandavágs Talv­felag. Rógvi Egilstoft Nielsen vann FM, og Carl Eli Nolsøe Samuelsen, sum eisini um­boð­ar Sandavág, var næst­best­ur. Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði, men sum um­boðar Havnar Telv­ ingar­felag, var nummar trý, og næstir í røðini vóru Høgni Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson, sum báðir eru úr Sandavági. Sigurin hjá Rógva Egilstoft Nielsen var sann­ før­andi. Hann tapti einki talv og vann seks, meðan trý endaðu við remis. Úr­tøk­an var 7 ½ stig burtur úr níggju umførum. Tað var tvey stig fleiri enn Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Hans Kristian Simonsen. Hetta var triðja ferðin, at Rógvi Egilstoft Nielsen vann FM. Hann hevur áður verið meistari í 2012 og í 2015. At tað liggur til Nielsen familjuna í Sandavági at hava stóran áhuga fyri talvi og at hava gott hegni at fáast við talv, sæst eitt nú í úrslitun­um í FM kappingini fyri ein­stak­ lingar. Yngri beiggin, Høgni Egilstoft Nielsen, vann FM í 2014, og pápin, Torkil Nielsen, sum aftur í ár luttók í landsliðsbólkinum, hevur vunnið FM tríggjar ferðir – í 1984, 1986 og 1988. Teir – tað luttóku bara mannfólk – sum í páska­ vikuni telvaðu á Giljanesi, rósa fyri­reikarun­um fyri væl av­greidda kapping. Onkrir av lokalu telvarunum vóru eisini við til at fyrireika. So eru tað aðrir stuðlar, ið hjálpa til, og annars eru kynsrollurnar í talvfamiljum soleiðis, at mannfólkini taka sær av tí tekniska og luttaka í kappingini, meðan kvinnurnar syrgja fyri, at telvararnir kenna seg væl og fáa at drekka og eta. Onkrir av teimum við hægstu styrkis­tøl­un­um vóru ikki við hesa­ferð. Um­ framt Føroya fremsta telv­ara Helga Dam Ziska snýr tað seg um John Arna Nilssen, John Rødgaard og Olaf Berg. Allir uttan John Rødgaard búgva uttanlands, har teir eru rætti­liga virknir. Fáir vertir eru eftir FM kappingin í talvi fyri ein­stak­lingar er gomul í Føroyum. Fyrsta kappingin var í 1938, og tá varð – burtursæð frá í 1942, 1944 og 1954 – hildið fram inntil 1956, tá ið kappingin datt niður­fyri. Síðani 1972 hevur kappingin verið á hvørjum ári. Hon plagar at skifta millum ymsar bygdir og býir. Kappingin hevur ofta verið í Havn og í Klaksvík, og onkra ferðina hevur hon eisini verið á Oyrarbakka og á Toftum. Áður hava fleiri FM kappingar verið í Vestmanna og í Kollafirði, ið eru gamlar talv­bygdir, sum hava vunnið lið­kapp­ing­ina og eisini hava átt fleiri vinnarar í ein­stak­ linga­kapping­ini. Hvørki Vest­manna ella Kolla­fjørður lut­taka í fremstu deild­ini. Tað hevur verið roynt við barna­telv­ing, men mill­um teir vaksnu er virk­semið ikki, sum tað onkun­tíð hevur verið. FM kappingin var í fyrra­ árið í Klaksvík. Í fjør var hon í Skúlanum við Løg­ manna­breyt í Hoyvík, og í ár skipaði Sandavágs Talvfelag fyri kappingini í Skúlanum á Giljanesi. Talan er altíð um há­tíð­ ar­løtu eftir døgurða páska­ aftan, tá ið tað eftir nógv virk­semi og stóran spenning og intensitet í eina viku verður tikið saman um. Heiðurs­merki verða handað trimum teimum bestu í ung­linga­deildini, almanna bólkinum, fyrstu deild og í lands­liðs­bólkinum. Sandavágsmenn heilsaðu og takkaðu fyri seg. Lagt varð aftrat, at tað í løtuni er ikki heilt greitt, hvar kappingin verður um eitt ár, og at teir har vesturi høvdu skilt, at møguleiki er fyri, at kappingin verður í Runavík. Triði størsta kommunan eigur einki lið í bestu deildini. Tey fáu, sum fáast við talv í Runavíkar kommunu, umboða Tofta Talv­felag, sum viðhvørt hevur staðið seg væl, og sum millum annað eigur ein telvara, ið hevur vunnið FM fyri einstaklingar fýra ferðir. Tað er Jens Christian Hansen, sum vann FM í 1979, 1981, 1982 og 1985. Jens Christian hevur ikki telvað so nógv tey seinnu árini. Tað kemst av, at hann er skipsmaður. Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacob­ sen, er sera áhugaður í talvi. Hann var menta­mála­ ráð­harri, tá ið fyrr­verandi heims­meistar­in Garry Kas­ parov vitjaði í Føroyum, og myndin er kend, tá ið teir báðir sótu yvir av hvørjum øðrum við talvborði ímillum sín. FM LEITAR EFT Hóast áhugin fyri talvi og at telva framvegis er stórur, so eru tað bara trý feløg, ið bjóða seg fram at hýsa FM kappingini fyri einstaklingar TALV Landsliðsbólkurin: Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nr. 2, Rógvi Egilstoft Nielsen, meistari, og Hans Kristian Simonsen, nr 3 Unglingabólkurin: Luitjen Akselsson Apol, nr. 3, Kaj Olsen, meistari, og Ragnar Weihe, nr. 2