Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-30, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hósdagur 31. mars 2016 · Nr. 36 IR HEIMSTAÐI TALV Tórbjørn Jacobsen heldur tað vera spell, at triði størsta kommunan í landinum ikki skal eiga eitt talv­felag: – Vit eru eftirbátar á nøkrum økjum. Eitt nú í bad­min­ton, svimjing og í talvi. Tað hevði klætt okkara kommunu at hýst FM í talvi fyri ein­stak­lingar. Tað verður arbeitt við at endur­reisa talv­ felagið her á plássinum, og vit vóna, at FM kappingin um eitt ár verður her. Tað fara vit at tosa nærri við Talv­sambandið um. Missa ikki mótið Finnbjørn Vang í Klaksvík er for­maður í Talv­sam­bandin­ um. Tað hevur hann verið í fleiri ár. Hóast virknu talv­ feløgini onkuntíð hava verið fleiri, enn tey eru nú, so sigur hann seg ikki vera dapur­ skygdan: – Liðkappingin og kapp­ ing­in um FM fyri ein­stak­ lingar verða av­greiddar, og børn og ung luttaka í NM í talvi. Annaðhvørt ár eru Føroyar umboðaðar í OL í talvi, og vit fara at taka lut í OL, sum fyrstu tvær vikurnar í september verður í Baku í Aserbadjan. Á hvørjum ári verður skipað fyri kapping millum smátjóðir. Í fjør vóru vit við í liðkappingini, og í næstu viku fer Helgi Dam Ziska at umboða okkum í einstaklingakappingini, sum verður í Luksemborg. Hvør er størsta avbjóðingin? – Í talvhøpi er avbjóðingin tann sama, sum hon er í øllum øðrum frítíðarítrivi. Hon snýr seg um at fáa fólk at taka sær av felags­lívinum. Tilgongdin hevur ongan­tíð verið stór. Tað hava altíð verið nøkur, sum eru løgst aftrat. Soleiðis er tað eisini nú, og tað er hugaligt, at ung­ lingarnir tykjast trívast, og at síggja teir mennast bæði skjótt og væl. Talv­sambandið er væl fyri í tøkni, sum skal til, um onnur enn tey, sum eru á staðnum skulu hava møgu­leika at fylgja við. Tað eru nógv, sum fylgja við, men tað eru ikki so nógv, sum bjóða seg til at bera feløgini og vera kring telv­ar­ arnar. Tað er størsta av­bjóð­ ing­in, sigur Finnbjørn Vang, for­mað­ur í Talv­sam­bandi Føroya. Gera tit nakað við tað? – Í fleiri støðum er talv part­ ur av frí­tíðar­undir­vísing­ ini og kvøld­skúlan­um. Tað riggar summastaðni. Um tað skal verða heilt gott, so er neyðugt, at feløgini hava opið, tí onkra staðni skulu børnini og ungu telvararnir fara, tá ið tað ikki er talv í skúlanum. Netið er bæði gott og minni gott fyri telv­ ing­ina. Nú ber til at telva ímóti telduni og at lesa og studera talv á netinum, og tað ber við sær, at telvararnir mennast og búnast. Men um telvararnir skulu trívast, so er neyðugt við sosialum umhvørvi, og tað er størsta avbjóðingin at halda tørn. Talið av luttakarum í FM er gott barometur. Fyri nøkrum árum síðani var tað lágt, men nú er tað aftur fyri uppgangandi. Vit hava nógv á skránni frá september og fram til í mai, og lagið er gott og trivnaðurin góður millum telvararnar. FM í talvi fyri einstaklingar 1938 J. P. Henriksen HT 1939 J. P. Henriksen HT 1940 Olav Andreasen HT 1941 Olav Andreasen HT 1943 Olav Andreasen HT 1945 J. P. Henriksen HT 1946 J. P. Henriksen HT 1947 Tórarinn Evensen HT 1948 J. P. Henriksen HT 1949 J. P. Henriksen HT 1950 J. P. Henriksen HT 1951 J. P. Henriksen HT 1952 J. P. Henriksen HT 1953 Tórarinn Evensen HT 1955 Tórarinn Evensen HT 1956 Tórarinn Evensen HT 1972 Hans Petersen VT 1973 Súni Ziska HT 1974 Luitjen Apol HT 1975 Luitjen Apol HT 1976 Luitjen Apol HT 1977 Hanus Joensen KT 1978 John Jacobsen VT 1979 Jens Christian Hansen TT 1980 Súni Ziska HT 1981 Jens Christian Hansen TT 1982 Jens Christian Hansen TT 1983 Andrias Ziska HT 1984 Torkil Nielsen ST 1985 Jens Christian Hansen TT 1986 Torkil Nielsen ST 1987 Bogi Ziska HT 1988 Torkil Nielsen ST 1989 Heini Olsen KTF 1990 Steintór Rasmussen KTF 1991 Heini Olsen KTF 1992 Heini Olsen KTF 1993 Heini Olsen KTF 1994 Torbjørn Thomsen KT 1995 Eyðun Nolsøe KTF 1996 Rógvi W. Rasmussen HT 1997 Rani Nolsøe KTF 1998 John Rødgaard VT 1999 Heini Olsen KTF 2000 Flóvin þór Næs HT 2001 John Rødgaard VT 2002 Hans Kristian Simonsen KT 2003 Martin Poulsen HT 2004 Martin Poulsen HT 2005 Carl Eli Nolsøe Samuelsen ST 2006 Martin Poulsen HT 2007 John Rødgaard VT 2008 Helgi Dam Ziska HT 2009 Martin Poulsen HT 2010 Olaf Berg HT 2011 Helgi Dam Ziska HT 2012 Rógvi Egilstoft Nielsen ST 2013 Olaf Berg HT 2014 Høgni Egilstoft Nielsen ST 2015 Rógvi Egilstoft Nielsen ST 2016 Rógvi Egilstoft Nielsen ST HT Havnar Telvingarfelag VT Vestmanna Talvfelag KT Kollafjarðar Talvfelag TT Tofta Talvfelag ST Sandavágs Talvfelag KTF Klaksvíkar Talvfelag Landsliðsbólkurin Unglingar