Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-30, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 31. mars 2016 · Nr. 36 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SØRVINGAR Í STÓRUM STÍLI Eftir at hava verið oddalið í allan vetur, var eingin slingur í valsinum hjá sørvingum, tá teir í FM-finalunum á páskum vunnu á Fleyr – fyrst 3-1 skírisdag og síðani 3-0 páskaaftan Hilmar Jan Hansen Menninir hjá SÍ hava verið sannførandi í allan vetur, og í landskappingini hava teir vunnið allar dystirnar, uttan ein, so tí var einki óvæntað í, at SÍ var annað liðið í FM- finalunum. Í steypakappingini komu sørvingar í finaluna, har teir tó blivu steðgaðir av ÍF, ið tók sín einasta kjans at vinna nakað í vetur – enntá við einum 3-0 sigri, hóast øll trý settini vóru jøvn. Tað var for­restin eisini ÍF, sum longu í oktober vann einasta lands­ kappingar­dystin, SÍ ikki fekk fult fyri. Nú vóru so FM-finalurnar á skránni ímóti Fleyr, sum var greitt næstbesta liðið í Eik-liguni eftir tey 16 um­ førini, ið landskappingini hesa­ferð fevndi um. Tá fyrri finaludysturin var skíris­dag, luktaði tað eina løtu av, at tað saktans kundi kiksa hjá SÍ her við, tí Fleyr tók fyrsta settið. Men so tók Fleyr trý tey næstu og vann trygt 3-1. Páskaaftan, tá seinna finalan var á skránni, var talan um trý hampuliga jøvn sett, men allíkavæl var eingin ivi um, at SÍ hevði munin og megnaði at vinna fult uppi­ borið. Og hóast tað leingi sá út sum ein rímiliga skjótt av­greidd finala, fekk hon rættan finaludám til allar­ síðst í triðja setti, tá Fleyr kempaði fyri lívinum og sínum seinasta kjansi, og liðugt var ikki, fyrr enn SÍ var komið upp á 27-25. – Hetta bleiv ein ordiligur endi á hesum settinum, stað­ festi ovur­fegni lið­for­maður­ in hjá SÍ, Ólavur Jensen, ið eisini átti ta seinastu servuna í finaluni. – Tað eru slíkir dystir, ið gera tað vert at venja og spæla ígjøgnum allan vetur­in, so vit eru øgiliga fegnir. Hetta fara vit at feira »við manér«. Nú liðugt var, vísti tað seg, at breiddin hjá SÍ var tann stóri og avgerandi munurin á sørvingum og øllum hinum – bæði í finalu­dystunum, men eisini ígjøgnum alla landskappingina. hilmarjan@sosialurin.fo FM-finalurnar Fyrra finalan, skírisdag SÍ-Fleyr 3-1 (18-25, 25-14, 25-22, 25-19) Seinna finalan, páskaaftan SÍ-Fleyr 3-0 (25-21, 25-19, 27-25) FLOGBÓLTUR Myndir: Álvur Haraldsen