Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-30, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hósdagur 31. mars 2016 · Nr. 36 FLOGBÓLTUR FYRSTA FM Í 19 ÁR Kvinnurnar hjá Fleyr vóru við til at skriva søgu páskaaftan, tá tær saman við teimum hjá Drátti vóru tær fyrstu at spæla eitt gylt sett um sjálvt FM- heitið – og so var tað fyri fyrstu ferð í 19 ár, at tað eydnaðist Hilmar Jan Hansen Fleiri av kvinnunum hjá Fleyr, sum páskaaftan blivu føroyameistarar í kvinnu­ flogbólti, vóru ikki føddar, tá Fleyr seinast var meistari í 1997. So hetta var í nógvar mátar ein sermerktur sigur hjá havnarfelagnum. Samstundis var greitt, at Fleyr-kvinnurnar fyri fyrstu ferð nakrantíð vunnu greipuna, so einki var at siga til, at tárini trillaðu, tá alt var liðugt leygardagin. – Hetta er bara heilt fantastiskt! Eg havi aldrin verið við til nakað so gott. Hetta er ótrúligt, segði Anja Danielsen, ið fekk avgerandi slagið í spennandi endanum á gylta settinum, ið mátti takast í brúk, tí liðini høvdu vunnið hvør sína finalu. Reglurnar siga, at vinna liðini hvør sína finalu, skal alt avgerast við einum »gyltum setti«, ið gongur upp í 15. Og tað var akkurát tað, sum hendi, tí eftir at Fleyr hevði vunnið 3-1 skírisdag, reisti Dráttur seg ov vann 3-0 páskaaftan. Dráttur sá bara betri og betri út, sum finaluni leið, og ímóti endanum á triðja setti, tá Dráttur var langt á odda, valdi venjarin hjá Fleyri at taka royndu spælararnar út og seta teir blaðungu inn. Ein taktikkur, ið kann geva bakslag, tí tað er ikki vist, at tú fært alt liðið upp í snúningar aftur, tá tú so tíðiliga kapitulerar. Men Romica Øster hevði ikki gjørt rokning uttan vert, skuldi tað vísa seg, tí Fleyr megnaði uppgávuna – men ikki fyrr enn í tí allarseinasta av tólvta tíma. Væl unt FM Í hesum gylta og alt­av­ gerandi settinum sá leing út til, at Dráttur ætlaði at ríða á bylgjuni frá sjálvum finaludystinum og fara allan vegin. Gamaní, leikaði javnt á fyri tað mesta, men tá Dráttur kom á odda 14-11 og fekk sín fyrsta sett- og matsjbólt, mundu tey allarflestu hava avskrivað Fleyr, tí tað lá veruliga til Drátt at stinga av við øllum. Men so fóru nervar og alt møguligt annað at gera vart við seg, og millum annað blivu tvær servur hjá Drátti sendar útav, so Fleyr við bæði ídni og hepni fekk bart seg innaftur í dystin og vísti styrki og dugnaskap, so tað eydnaðist at fara allan vegin. Tá avtornaði vann Fleyr bólt fyri bólt og kom upp á 16-14, áðrenn meistaraheitið var komið í posan. Sum sagt, átti Anja Danielsen seinasta slagið í dystinum, og tað var væl ikki óuppiborið, at akkurát tað fall henni í lut, tí hon hevur verið við til eitt sindur av hvørjum, uttan at nakað ordiliga er eydnast á besta kvinnuliðnum hjá Fleyr, fyrr enn hetta kappingarárið. Ár eftir ár hava øll verið samd um stóra potentialið í liðnum, sum í áravís hevur verið stórleverandørur av landsliðsspælarum, men allíkavæl er tað ikki rokkið á mál fyrr enn nú. Og tað munnu enntá vera onnur enn bara havnarfólk, sum unna kvinnunum hjá Fleyr at røkka heilt upp á tindin! – Hetta er øgiliga stuttligt, og hetta eru spælarar við tíðini fyri sær, tí fleiri av teimum vóru ikki til, tá vit í 1997 vunnu FM seinast, segði Rúna Hentze, hjálparvenjari hjá Fleyr, sum var við sum spælari fyri 19 árum síðani. Fleyr hevur ígjøgnum allan vetur verið eitt av trimum liðum, ið hava kappast um at fáa tey bæði plássini í finaluni. Hini bæði vóru Dráttur og SÍ, sum tapti ta kappingina og mátti taka til takkar við bronsuni. Men nógv bendir á, at at tað eisini eru hesi trý liðini, ið vit koma at síggja nógv til komandi árini. hilmarjan@sosialurin.fo FM-finalurnar Fyrra finalan, skírisdag Fleyr-Dráttur 3-1 (25- 20, 25-10, 13-25, 25-13) Seinna finalan, páskaaftan Dráttur-Fleyr 3-0 (25-27, 25-23, 25-16) Gylta settið, páskaaftan Fleyr-Dráttur 16-14