hósdagur 31. mars 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016
SOSIALURIN 37
10
TEMA
PSYKIATRIIN
Tað eru tvey ár síðan, at vit
bygdu eitt nýtt Fountain
House í Føroyum. Her kunnu
tey, sum hava óró í sinninum,
hittast í dagtímunum og fáa
hjálp á ymiskan hátt. Tað
eru yvir 60 ár síðani, at vit
góvust at senda sálarsjúk
av landinum og niður á
Rødbygaard til viðgerðar.
Sjónlig framgongd er á
psykatriska økinum, men
kanska hava vit eitt kollektiv
minni, sum røkkur longur
aftur, enn vit halda.
Tí hóast vit royna við
vælmeinandi átøkum at
inkludera sálarsjúk, eru
sálarsjúk ikki roknað við
í okkara stóru og penu
felagsmynd. Sálarsjúk eru
roknað sum útskotini; Tey,
sum eru sjúk í høvdinum.
Tey, sum vit ikki kunnu
identifisera okkum við. Tey,
sum vit velja at velja frá.
VikuskiftisSosialurin varpar
hesaferð ljós á psykiatriina.
Vit hava tosað við sjúklingar,
avvarðandi, sálarfrøðingar
og felagsskapir. Hóast
psykiatriin hevur ment seg,
eru korini enn úti av lagi
vánalig, eru tey øll samd
um. Avvarðandi góðtaka
ikki, at politikarar pynta
uppá núverandi støðu við
at minna okkum á, hvussu
ring psykiatriin plagdi at
vera. Sjúklingar góðtaka
ikki, at politikarar skúgva
tey til viks. Starvsfólk á
psykiatriska deplinum
góðtaka ikki, at játtanin til
psykiatriin verður skerd,
tá tað júst er her okkara
veikastu liggja.
VikuskiftisSosialurin hevur
tosað við fleiri avvarðandi,
sum ørkymlað brenna inni
við ákærum til psykiatriina,
men ikki tora at leggja navn
til sína søgu, tí tey ræðast,
hvørjar avleiðingar hetta fær
fyri sjúklingin.
VikuskiftisSosialurin
hevur tosað við fólk frá
einum almennum stovni,
sum halda, at tað er púra
burturvið at byggja ein
nýggjan psykiatriskan
depil, tá pengarnir ikki eru
til at byggja ein nóg góðan
bygning. Men heldur ikki tey
tora at leggja navn til sínar
ákærur, tí tey eru bangin fyri
at verða revsað av politisku
skipanini.
Psykiatriin líður. Hon
líður undir, at vit ikki
hugsa sálarsjúk inn í
felagsmyndina. Og hon líður
undir, at fólk ikki tora at siga
sína meining, tí politiska
skipanin revsar tey, sum tala
at. VikuskiftisSosialurin torir
at tala at. Í dag varpa vit ljós
á psykiatriina.
Hvussu hevur tú tað í dag,
psykiatriin?
Ein keta er ikki sterkari, enn sítt
veikasti lið. Man eitt samfelag vera
sterkari, enn sín veikasti borgari?
Birgith Lassen
Journalistur
Barbara Holm
Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum
Psykiatriin,
hvussu
hevur tú tað?
BIRGITH LASSEN
B
árður Persson hevur sjálvur ligið á
psykiatriska deplinum, og harmast bæði um
teir fysisku karmarnar á deildini, men eisini
um psykiatriina sum heild.
– Eg ræðist avleiðingarnar av, at vit blíva við at
gloyma tey sálarligu sjúku. Øll tøl úr útlondum vísa, at
fleiri og fleiri gerast sálarliga sjúk, men her heima taka
vit ikki trupulleikan í álvara, sigur hann. Hann ræðist,
at samfelagið fær eina ovurstóra byrðu um nøkur ár,
tá avleiðingarnir eru blivnir so mikið álvarsamir, at
man ikki longur kann ignorera teir.
Eisini Sinnisbata talar at.
– Høvdu vit raðfest hetta økið eitt sindur, eri
eg vís í, at vit høvdu havt nógv færri sjálvmorð og
tvingsilsinnleggingar, sigur Súsanna Olsen, forkvinna
í Sinnisbata. Hon heldur, at støðan líkist ongum, sum
hon er nú, og hon eftirlýsir eina politiska reaktión
Ein donsk kanning vísir, at ein øktur innsatsur á
økinum ger sjúkraleguna hjá sjúklinginum munandi
styttri. Hetta er upp á sikt bæði betri og bíligari fyri
samfelagið, staðfestir kanningin.
Nýggjur bygningur pyntar
uppá trupulleikarnar
Um trý ár stendur eftir ætlan ein nýggjur sjúkrahús
bygningur í Sandágerði. Tá fær psykiatriski depilin
munandi betri fysiskar karmar, men allíkavæl eru
starvsfólk á psykiatriska deplinum ónøgd við kom
andi bygningin.
– Man hevur spart alt ov nógv, so nýggju tekning
arnar eru langt frá upprunaligu ætlanunum, sigur
Tórmóður Stórá. Hann harmast um, at man ikki hevur
biðið um størri játtan.
– Hóast nýggi bygningurin fer at vera flottur og
nógv betri enn okkara núverandi bygningurin, eri eg
í eini tvístøðu. Tí bygningurin er langt frá nóg góður
til at hýsa einum nútímans psykiatriska depli og tí
virksemi, sum fylgir við, sigur hann.
Men Sirið Stenberg ætlar ikki at endurskoða
ætlanirnar, og hon heldur ikki, at ein eyka játtan hevði
hjálpt nakað.
– Hesin nýggi bygningurin er flottur, stórur og nógv
betri enn tann núverandi bygningurin. Eg haldi ikki,
vit skulu byrja at gremja okkum, tí tað ger bara, at
bygningurin verður útsettur. Eg ræðist simpulthen,
at bygningurin ikki verður til nakað, um vit ikki fara
í gongd nú, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í
Heilsumálum.
– Tað harmar meg, at eingin tekur hetta í álvara. Vit
verða spakuliga kvald her úti, sigur Tórmóður Stórá,
leiðari á psykiatriska deplinum.
Temasíðurnar í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð
varpar ljós á psykiatriina. Les alt á komandi
síðunum.
Støðan á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum er so
ring, at bæði sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk nú tala at og
rópa um hjálp. Gera vit ikki okkurt við trupulleikan nú, fer hetta
at vinda og uppá seg og sjúklingarnir gerast sjúkari og sjúkari.
Hetta sigur Bárður Persson í samrøðu í temasíðunum hesaferð
PSYKIATRIIN
VERÐUR SPAKU
LIGA KVALD
So nógvir
føroyingar
eru í
psykiatriskari
viðgerð:
483 fólk
um árið
So nógvir
føroyingar
verða
innlagdir:
361
um árið
So nógvan
heiligvág taka
føroyingar móti
tunglyndi:
2.650
dosir
um dagin