Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016 SOSIALURIN 37 11 Temasíðurnar hesaferð snúgva seg um psykiatriska depilin og umstøðurnar hjá teimum, sum líða orsaka av sálarligum sjúkum og vantandi hjálp HETTA KANN IKKI VERA RÆTT Undan páskir var ein kvinna eftirlýst av løgreglu og fjølmiðlum. Kvinnan er tvingsilsinnløgd á psykiatriska deplinum og kann vera til vanda fyri seg sjálva og onnur, um hon ikki er undir uppsýn allatíð. Sama kvinna er sjey ferðir fyrr rýmd av psykiatriska deplinum, hóast fólk eru sett at hyggja eftir henni døgnið runt BIRGITH LASSEN N ú rópar pápi hennara um hjálp. Tá kvinnan fer út um at roykja, er hon fleiri ferðir hoppað upp um garðin og runn­in avstað. Pápi hennara er bang­in um dóttrina, og hevur ringt út á Landssjúkrahúsið og biðið um hjálp. Hann hevur borið sjúkra­hús­ stjóranum boð um hækka garðin, har tey tvingsils­innløgdu sleppa út at roykja. Men enn hevur hann einki svar fingið. – Fysisku karmarnar á deildini eru rættiliga ringar. Men tað ring­ asta er, at garðurin er so lágur, at dóttir mín fleiri ferðir er rýmd av deplinum. Hetta skapar óneyðugt órógv, og tað skuldi hvørki verið ser­liga dýrt ella tíðarkrevjandi at hækka garðin, sigur pápin at inn­ løgdu kvinnuni. Hann vil av per­ són­lig­um áðum ikki avdúka sítt fulla navn. Elvir til strongd og meir sjúku Tá dóttirin rýmir, verður hon sum oftast funnin aftur av løgregluni og skal noyðast út aftur á psykiatriska depilin. Tá ein tvingsilsinnlagdur sjúk­lingur er rýmdur og skal noyð­ ast út á psykiatriska depilin aftur, kann sjúklingurin koma út fyri at fáa doyvandi heiligvág og at vera bundin og hildin. Pápin heldur, at sjúka dóttirin verður strong og upp­aftur meiri sjúk, tá hon rýmir og skal noyðast út á deildina aftur. – Sum oftast koma tveir politi­ bilar eftir henni, og tað virkar øgi­ liga ógvusligt upp á hana og fólk rund­anum. Hetta órógvar dótt­ir mitt í einum tíðarskeiði, har hon hev­ur tørv á frið, sigur pápin. – Og nú veit starvsfólkið á deild­ ini, at dóttir mín ofta rýmir, so nú ganga og halda eyga við henni alla­ tíð­ina. Hetta meti eg ikki vera gott fyri ein øgiliga sálarliga veikan sjúk­ling. Tað harmar meg at støðan er sum hon er, tí í veruleikanum noydd­ist dóttir mín ikki at kenna seg for­fylgda, um deildin bara var púra trygg at vera í, og hon ongan kjans hevði at rýma. Hetta kann ikki vera rætt, leggur hann afturat. – Hví setur Landssjúkrahúsið sjúk­ling­arnar hjá sær í hesa støð­ una?, spyr avvarðandi pápin, sum altso enn ikki hevur fingið aftur­ svar frá sjúkrahússtjóranum. Sjúkrahússtjórin vil taka málið upp Sosialurin hevur spurt Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóra, hví hes­in forharmaði pápin ikki hevur fing­ið svar. – Eg haldi meg minnast okkurt um hetta málið, men eg finni ikki nakrar upplýsingar um tað í skipan­ini hjá okkum, sigur Johnny í Grótinum. Átroðkandi trupulleikar á sjúkra­húsinum kunnu orðnast, men tað krevur sjálvandi, at onkur ger vart við tað, sigur hann. – Eg ætli nú at ringja til pápan og so fari eg at tosa við starvsfólkini á psykiatriska deplinum, so vit finna eina loysn, sigur Johnny í Grótinum. Løgtingið hevur játtað 3 milliónir til fríðkan og umvæling av psykiatriska deplinum, og tann um­vælingin fer í gongd í næstum. Sjúkra­hús­stjórin sigur, at hann beina­vegin fer at arbeiða ítøkiligt við, hvussu hann kann brúka ein part av hesum milliónunum at loysa trupul­leikan í garðinum, har tann inn­lagda kvinnan javnan rýmir frá. Avvarðandi MYND: BIRGITH LASSEN – Fysisku karmarnar á deildini eru rættiliga ringar. Men tað ringasta er, at garð­urin er so lágur, at dóttir mín fleiri ferðir er rýmd av deplinum, sigur pápin at innløgdu kvinnuni Eg haldi meg minnast okkurt um hetta málið, men eg finni ikki nakrar upp­ lýsingar um tað í skipanini hjá okkum« Johnny í Grótinum 1,6 m Sosialurin fylgir málinum