hósdagur 31. mars 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016
SOSIALURIN 37
12
BIRGITH LASSEN
B
árður Persson fer ong
antíð at gloyma 12. de
sembur 2014. Hetta
var dagurin, har kendi
og virkni sjónleikarin umsíðir
mátti lúta fyri tí alsamt vaksandi
órógvinum, sum sinn hansara
hevði barst við seinastu 4-5 mán
aðirnir. Bárður Persson varð inn-
lagdur á psykatriska deplinum á
Landssjúkrahúsinum.
Fyrstu vikurnar á deildini válaði
Bárður Persson aftur og fram eftir
30 metrar langu gangini á deildini.
Eini 100-200 ferðir aftur og fram
um dagin við høvdinum fullum av
malandi depressivum tonkum.
Tá tær fyrstu vikurnar úti á
psykiatriska deplinum vóru av,
fór Bárður Persson at geva sær far
um, hvussu deildin virkaði sum
viðgerðarstovnur.
»Tey flestu starvsfólkini á
opnu deild royna at gera sítt
allarbesta, men tey arbeiða undir
korum, sum eru so ótolandi, at tey
í veruleikanum ikki kunnu gera sítt
besta. Og so sera langt frá eisini«,
sigur Bárður Persson.
»Har so nógv sum kann gerast
betur. Eg fái illa byrjað at tosa
um tað, tí so fái eg illa nok endað
aftur«, leggur hann afturat.
Harmast um fysisku
karmarnar
Bárður Persson er í andarisi, tá
hann skal greiða frá støðuni á
psykatriska depilinum. Hann tosar
skjótt. Og nógv. Tá hann skal greiða
frá tí ringasta, tosar hann mest
ótýðiligt. Tað merkist á honum, at
atfinningarnar eru veruligar.
»Taka vit fyrst teir fysisku
karmarnar, so er hetta einki ann
að enn ein vanvirðilig skomm.
Kømrini í hesum fullkomiliga
niðurslitna bygningi eru rætt og
slætt ræðulig. Tá tú ert innlagdur,
kennist tað sum, at tað verður gjørt
alt fyri, at tú skalt verða bundin í
tíni sjúku«, sigur Bárður Persson.
Hann ilskast inn á tað mangl
andi innbúgvið. Har mangla nátt
lampur, hillar, borð, knakar og
annað sum hoyrur einum kamari
til.
Hann ilskast ikki minni á tær
slitnu sengurnar, gardinurnar,
klædnaskápini og tað slitna gólvið.
»Og taka vit so sjálva viðgerðina,
er sjáldan frægari. Her líða starvs
fólkini undir teimum ótolandi
umstøðunum sum ger, at tey ikki
fáa gjørt sítt arbeiði so gott, sum
tey høvdu viljað«, sigur Bárður
Persson.
Hann sigur, at tað manglar
áhaldandi og munagóð viðgerð á
næstan øllum økjum.
Skrivaði 110 síður
um sína støðu
Tíðin á psykiatriska deplinum
vakti stóra undran í Bárð Persson.
Hann undraðist á, at dagligu
gongutúrarnir, sum hann annars
gleddi seg til, ofta vórðu avlýstir, tí
leiðslan ikki altíð kundi seta starvs
fólk av til gongutúrar.
Tá Bárður Persson eftir 134
døgum varð útskrivaður, fór hann
eisini at undrast inn á, at hann
hesar mánaðarnir hevði havt
minst 28 ymiskar kontaktpersónar.
»Tað er í minsta lagi 20 ov nógv
ir«, sigur Bárður Persson. Hann
heldur, at ein sálarligur sjúklingur
í mesta lagi skal hava 8 ymiskar
kontaktpersónar.
»Tað er sera slítandi fyri sjúk
lingin at hava so nógvar ymiskar
kontaktpersónar, tí tað forðar fyri
eini áhaldandi viðgerð. Vinstra
hond veit snøkt sagt ikki, hvat
høgta hond ger og viðgerðin er
tískil í vanda fyri at standa í stað”,
sigur hann.
Hann undraðist so mikið nógv
á viðurskiftini á psykiatriska
deplinum, at hann skrivaði eitt 110
síðir langt skriv, sum hann sendi
vítt og breitt í eini vón um at fáa
aftursvar.
»Men eg fekk langt frá so seri
øst aftursvar, sum eg hevði vónað«,
sigur hann.
»Og eg skilji ikki, hví tað skal
verða soleiðis« leggur hann afturat.
Ein goymd ræðumynd
»Tú skalt vera ómetaliga djarvur
fyri at tora at innsíggja allar
trupulleikarnar, sum eru í psykia
triini. Hyggur tú eftir, hvørjir av-
leiðingarnar eru av at forsøma
sálarliga sjúk, kanst tú ikki rúma
tí. Torir tú at fara so langt sum at
leggja øll kostnaðartølini saman,
verður tú áskoðari til eina sanna
ræðumynd«, sigur hann.
Núverandi játtanin gevur
psykiatriini eina ávísa upphædd
um árið, men tað eru tey fægstu
ið hugsa um, hvat ein sálarsjúka
kostar á øðrum økjum.
Sálarsjúka áleggur samfelagnum
stórar útreiðslur í fyritíðareftirløn,
arbeiðsloysisstuðul, fyribyrging
av harðskapi og ovurnýtslu av
rúsevni og rúsdrekka. Harafturat
leggjast afturat tær óbeinleiðis
útreiðslurnar. Hesar fevna millum
TEMA Psykiatriin
Her líða
starvsfólkini
undir teimum
ótolandi
umstøðunum
sum ger, at
tey ikki fáa
gjørt sítt
arbeiði so
gott, sum tey
høvdu viljað«
Bárður Persson
»Tá tú ert innlagdur, kennist tað sum, at tað verður gjørt alt fyri, at tú
skalt verða bundin í tíni sjúku«, sigur Bárður Persson, sum í 134
dagar varð innlagdur á psykiatrisku deild. Nú rópar hann varskó.
Innlagdur á psykiatrisku deild í 134 dagar
ÓTOLANDI OG V