Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016 SOSIALURIN 37 13 annað um teir trupulleikarnar, avvarðandi hava. Til dømis hava børn at sálarliga sjúkum størri lyndi at enda í misnýtslu og lógar­ brotum eisini. »Nógvum av hesum útreiðslum kundi samfelagið sloppið undan, um vit loftaðu sálarliga sjúkum í nóg góðari tíð«, sigur Bárður Pers­ son. »Vit hava tørv á at síggja tað samlaða talið. Vit hava tørv á at síggja veruligu ræðumyndina«, sigur hann. Í sínum skrivi kemur hann við einum nágreiniligum upp­ skoti um, hvussu samfelagið kann koma fleiri av trupulleikunum til lívs og harvið minka útreiðslurnar á økinum. »Um vit lofta sálarsjúkum tíðliga, kunnu vit lættari viðgerða sjúkuna, so hon ikki fær krøkt sínar eitrandi kløvur fastar í sálina og verður ólekilig. Tað snýr seg nevniliga um at lofta sjúklinginum, áðrenn hann verður so mikið sjúkur, at hann ikki longur kann røkta sítt starv og sína familju”, sigur Bárður Persson. Hann heldur, at man átti at sett sálarfrøðingar í fólkaskúlan at eygleitt næmingum í longu framhaldsdeildini. Eisini skjýtur hann upp, at vit senda eitt sálar­ heilsuspurnarblað til 5000 tilvild­ ar­liga útvaldarar føroyingar yvir 15 ár. »Á tann hátt kundi vit kanska fingið eina ábending um, hvussu veruliga støðan er og so kundu vit sett inn á ein munagóðan hátt«, sigur hann. Kunning, fyribyrging, viðgerð Fyri skjótt tveimum árum síðani fekk Bárður Persson staðfest depressión. Hóast lív hansara varð vent fullkomiliga á høvdið, er hann komin so mikið væl fyri seg, at hann nú hjálpur øðrum sálarsjúkum. Hann arbeiðir álva tíð á Fountainhúsinum, og berjist enn fyri at fáa samfelagið at taka trupulleikan við sálarsjúkum í álvara. »Hvussu skulu vit fáa ráð til at halda samfelagið koyrandi, um tann dagurin kemur, tá 15% av føroyingunum knappliga liggja við sálarsjúkum av ymiskum slagi og skulu hava almannaveiting, tí tey ikki fáa arbeitt?«, spyr hann og vísir á kanning hjá WHO sum vísur, at talið av sálarsjúkum fer at vaksa skjótt komandi árini, um eitt stórt fyribyrgjandi arbeiði ikki verður sett í verk. »Eg hevði ynskt, at man hevði sett eina rúgvu av pengum av beint nú til at kunna, fyribyrgja og viðgerða depressión og aðrar sálarsjúkur, so hetta ikki fer at drepa samfelagið hjá okkum, tá vit um nøkur ár verða noydd at gjalda fyri allar tær avleiðingarnar, sum sálarsjúkur kunnu elva til«, sigur Bárður Persson. Mugu viðurkenna sálarsjúkurnar Bárður Persson heldur, at sam­ felagið eigur eina stóra ábyrgd í at viðurkenna sálarsjúkurnar, og ikki minst tey sum bera tær. Fyrrenn sálarsjúk verða viðurkend sum øll onnur sjúk, verður eingin broyting á økinum, óansæð hvussu nógvar pengar verða settir av, sigur hann. »Vit hava vant okkum við, at sálarsjúk eru ein sosialur undir­ stættir. Vit hugsa, at tey hava altíð verið har, tey eiga at vera har og tey eiga at hava tað ringt. Vit tíma øgiliga illa at seta pengar av til tey, tí tað er ein sjálvfylgja í okkara verð, at vit hava hendan sosiala undirstættin. Tað er ringt at ímynda sær, at man skuldi farið og hugsað um fólk við krabbameini sum sosialan undirstætt. Um tey fara vit aldrin at hugsa, at tey bara eiga at vera sjúk«, sigur Bárður Persson. BIRGITH@SOSIALURIN.FO MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN VANVIRÐILIGT