hósdagur 31. mars 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016
SOSIALURIN 37
14
TEMA Psykiatriin
SPELL, AT VIT IKKI HAVA RÁÐ
TIL EIN ORDILIGAN DEPIL
Avvarðandi, sjúklingar og starvsfólk á psykiatriska deplinum hava í
áravís gramt seg um fysisku karmarnar á deildini. Nú verður ein nýggjur
bygningur gjørdur, men hann er eiheldur nóg góður, halda fleiri
BIRGITH LASSEN
Í
fjør setti táverandi lands
stýrismaðurin í heilsumálum
hakan í fyri nýggja sjúkra
húsbygninginum, sum skal
liggja í Sandágerði.
Bygningurin skal hýsa seingjar
deildum, føðideild, køki og eisini
einum nýggjum psykiatriskum
depli.
Í fleiri ár hava sjúklingar,
avvarðandi og starvsfólk á
psykiatriska deplinum funnist
at fysisku karmarnar á deildini.
Deildin er ov gomul og hon er
ikki hildin við líka. Innbúgvið er
antin slitið ella brotið. Fleiri køm
ur mangla náttlampur og skáp. 12
sjúklingar mugu deilast um eina
brúsu. Summi meina enntá, at
fysisku karmarnar gera sjúklingar
nar enn sjúkari.
Men fyri nøkrum árum síðan
vóru ein partur av teimum 489,3
milliónunum, sum Landssjúkra
húsið hevur fingið játtað frá
2010-2019, settar av til ein nýggjan
sjúkrahúsbygning. 10.000 fermetra
stóri bygningurin fekk tillutað 348
milliónir krónur og skal standa
klárur á vári í 2019.
Tá fyrstu tekningarnar vórðu
gjørdar, legði man stóran dent á
atlitið til sjúklingin. Fleiri vísinda
ligar kanningar hava staðfest, at
byggifrøði og innbúgv hevur stór
an týdning á heilsuna hjá sálarliga
sjúkum: Tess meiri estetiskt sjúk
lingurin býr, tess skjótari kemur
hann fyri seg.
Man vildi syrgja fyri at byggja
ein bygning í tráð tað, sum á fak
máli verður kallað heilandi byggi
frøði. Serligur dentur varð lagdur
á at hornini í bygninginum skuldu
avrundast. Hetta sigst at hava eina
góða ávirkan á sálarligar sjúkling
ar, tí rúmini kennast meiri kom
fortabul at vera í.
Spart og minkað
Á skrivstovuni hjá Tórmóð Stórá,
leiðara á psykiatriska bygning
inum, liggur á hillini ein stakkur
av pappírsrullum.
Tórmóður Stórá hálar eina
rullu niður á borðið og spreiður
hana út, so vit kunnu síggja eina
arkitektteknaða mynd av, hvussu
nýggi sjúkrahúsbygningurin fer at
síggja út.
– Hvørja ferð eg fái eina nýggja
tekning frá arkitektinum, ræðist eg
at síggja, hvat teir nú hava broytt,
sigur hann. Tá verkætlanin fór
í gongd í 2006, hevði Tórmóður
Stórá hug at berjast í móti, tá
bygginevndin byrjaði at minka
bygningin á tekningunum. Men nú
10 ár seinni er hann blivin troytt
ur av prosessini og orkar ikki at
berjast í móti.
– Tey lurta ikki eftir okkum,
sigur hann.
Hyggur tú eftir nýggjastu
tekningunum av sjúkrahúsbygn
inginum, er nógv broytt í mun
til, hvat man upprunaliga ætlaði.
Tað harmast Tórmóður Stórá um
saman við øðrum starvsfólkum á
deildini.
– Fyri gott 50 árum síðan bygdu
vit eitt sjúkrahús til psykiatriskar
sjúklingar í Føroyum. Nú gera vit
tað so aftur. Kanska gera vit tað
ikki aftur fyrrenn um 50 ár. Tí haldi
eg, tað er umráðandi at gera bygn
ingin so góðan sum gjørligt. Og sum
ætlanin er nú, verður bygningurin
ikki nóg góður og stórur til at hýsa
øllum okkara virksemi, sigur leið
arin á psykiatriska deplinum.
– Vit hava havt nógvar góðar
ætlanir og tankar um, hvønn
psykatriskan depil, vit vilja hava,
men nú er bygningurin merktur
av, at tað skulu loysast ov nógvar
uppgávur í sama bygningi fyri ov
fáar pengar. Til dømis eru okkara
seingjardeild alt ov kroyst og garð
urin alt ov lítil, leggur hann afturat.
Hóast hann er ónøgdur við, at
bygningurin er minkaður so nógv
í mun, hvat man upprunaliga ætl
aði, er kennur hann, at hann er í
tvístøðu.
– Nýggi bygningurin verður
nógv betur enn tann, vit hava í
dag. Tað er heilt sikkurt. Men hann
verður bara ikki nóg góður, sigur
Tórmóður Stórá og greiður frá, at í
mun til at 12 sjúklingar í dag deilast
um eina brúsu, fara allir sjúklingar
á nýggju deildini at hava hvør sítt
ves og hvør sína brúsu.
Psykiatriin verður kvald
Sparingar í nýggja bygninginum
eru kanska ítøkiligast myndin
uppá, hvussu psykiatriin verður
raðfest fíggjarliga. Sambært leiðar
anum á deildini, hava starvsfólkini
alt ov trong kor.
– So hvørt sum sálarligar sjúkur
verða avtabuiseraðar, venda fleiri
og fleiri sær til læknan. Tað er
gott. Men tá vit verða niðurraðfest
fíggjarliga, er tað ringt at fylgja við
og megna tað uppgávuna, sum vit
hava, sigur hann.
– Hetta er ein afturvendandi
trupulleiki. Vit verða kvald spaku
liga. Ikki heilt dripin. Men kvald,
sigur leiðarin á psykiatriska depl
inum at enda.
BIRGITH@SOSIALURIN.FO
■ Á síðu 16 kanst tú lesa, hvat
Sirið Stenberg, Landsstýris
kvinna í heilsumálum, sigur til
málið.
Tórmóður Stórá
»Bygningurin er
merktur av, at
tað skulu loysast
ov nógvar upp
gávur í sama
bygningi fyri ov
fáar pengar«
– Nýggi bygningurin verður nógv betur enn tann, vit hava í dag. Tað er heilt
sikkurt. Men hann verður bara ikki nóg góður, sigur Tórmóður Stórá
MYND: ÁLVUR HARALDSEN