Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-31, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016 SOSIALURIN 37 15 TAÐ ER LÆTT AT NIÐURRAÐFESTA SÁLARSJÚK Sinnisbati Eisini Sinnisbata finst at sparingunum í nýggja psykiatriska deplinum. Tey seta millum annað spurnartekin við, hví man ikki vil byggja eina skaðastovu til sálarsjúk BIRGITH LASSEN »Tað líkist ongum, at man hevur niðurraðfest eitt øki so leingi, og tá man so endiliga vil seta nakrar pengar av til ein nýggjan bygning, ger man ikki verkætlanina nóg góða«, sigur Súsanna Olsen, for­ kvinna í Sinnisbata. Súsanna Olsen vísir eisini á, at fysisku karmarnir hava stóra ávirkan á sálarliga sjúk og hvussu skjótt tey koma fyri seg. Ynskja skaðastovu til sálarsjúk »Um ein sjúklingur ringjur út á sjúkrahúsið, tí hann hevur brotið beinið um vikuskiftið, sleppur hann í viðgerð beinaveg. Eingin biður hann fara at ringja til egnan lækna mánadagin. Men tað biður man ofta sálarliga sjúk gera, tí vit hava onga skaðastovu til tey, sum hava ilt í sálini«, sigur forkvinnan í Sinnisbata. »Eg ivist ikki í, at vit høvdu havt færri sjálvmorð og aðrar harmiligir tilburðir, um vit høvdu raðfest øki og um vit høvdu havt eina skaða­ stovu til sálarsjúk«, sigur Súsanna Olsen. Men hetta ber ikki til, sigur Tórmóður Stórá. »Óansæð hvussu gjarna vit vilja, kunnu vit ikki byggja eina skaðastovu til sálarsjúk. Tað eru kanska bara eini 10-12 sjúklingar árliga sum hava tørv á bráðhjálp. Tað kunnu vit ikki byggja eina skaðastovu til«, sigur altso leiðarin á psykiatriska deplinum. Men vit mugu kunna finna eina føroyska loysn, heldur forkvinnan í Sinnisbata. »Vit kunnu útbúgva starvsfólkið á somatisku skaðastovuni, so hon dugir betur at taka sær av sálarliga sjúkum og meta um, hvørja hjálp tey hava tørv á,« sigur hon. Lætt at niðurraðfesta Forkvinnan í Sinnisbata heldur, at tað er lættari at niðurraðfesta sálarliga sjúk enn tað er at niður­ raðfesta somatiskt sjúk. «Kanska er tað tí at røddin hjá sálarliga sjúkum er so veik, at man betur torir at niðurraðfesta tey«, sigur hon og leggur afturat, at Sinnisbati fer at rópa harðari fyri tey sálarveiku í framtíðini. Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata