hósdagur 31. mars 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016
SOSIALURIN 37
16
NÝGGI
BYGNINGURIN
SKAL IKKI
BROYTAST
Sirið Stenberg:
Eisini Sinnisbata finst at sparingunum í nýggja psykiatriska deplinum. Tey seta
millum annað spurnartekin við, hví man ikki vil byggja eina skaðastovu til sálarsjúk
BIRGITH LASSEN
T
órmóður Stórá er ónøgd
ur við tær broytingar,
sum eru framdar í byggi
ætlanunum fyri nýggja
psykatriska depilin. Lands-stýris
kvinnan í heilsumálum er samd í,
at bygningurin ikki er nóg góður,
men hon ætlar ikki at endurskoða
byggiætlanirnar, tí hon ræðist,
at so verður bygningurin aldrin
veruleiki.
»Tað hevur tikið okkum 10 ár
at koma so langt sum vit eru í
dag. Tað ber ikki til at gera alt
av nýggjum nú. Hetta er ikki ein
ynskistøða, men umstøðurnar hjá
sjúklinginum verða verri og verri
fyri hvønn dag og byggiætlanirnar
verða dýrari, jú longri vit bíða. Eg
kann ikki forsvara, at einki hend
ur, so vit noyðast at fara í gongd
beinaveg. Annars ræðist eg, at
hetta verður av ongum«, sigur
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna
í heilsumálum.
Hon ivast ikki í, at úrslitið
verður betri, enn støðan er nú og
vísir eitt nú á, at allir sjúklingar fáa
egið vesi og bað.
Landsstýriskvinnan hevur ikki
fingið tilmæli frá bygginevndini
um at broyta nakað, og hon vil ikki
vísa aftur, at hon hevði gjørt broyt
ingar, um bygginevndin ynskti tað.
»Viðvíkjandi nýggja sjúkra
húsbygninginum kann eg siga,
at tað er keðiligt, at vit ikki fingu
ein Rolls Royce. Men vit fingu ein
fínan Ford«, sigur hon.
– Góð ting henda nú
»Eg vil berjast fyri, at psykiatriin
í framtíðini fær størri játtan, men
longu nú henda góð ting«, sigur
Sirið Stenberg og sipar til, at
sálarheilsa hevur fingið ein størri
leiklut í fólkaheilsuráðnum sum
varð mannað fyrr í ár.
Sirið Stenberg ætlar at virka
fyri, at sálarheilsan kemur á dags
skrá og meiri ítøkiligani ætlar
hon at hyggja eftir, um man kann
menna eina akuttmóttøku til
sálarsjúk.
Annars gleðist hon um fram
gongdina á økinum. Hon nevnir,
at allar kvinnur nú verða kann-
aðar fyri føðidepressión og at
økispsykiatriin seinni í ár verður
fult útbygd, so sálarsjúk kunnu fáa
viðgerð um alt landið.
»Psykiatriin hevur altíð ligið
mær nær at hjarta, og eg vil í míni
setu berjast fyri mínum hjartamáli«,
sigur landsstýriskvinnan.
Sirið Stenberg, landsstýris
kvinna í heilsumálum
TEMA Psykiatriin
TEMA Psykiatriin