hósdagur 31. mars 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016
SOSIALURIN 37
18
MENTAN
TJÓÐHILD PATURSSON
H
on
stóð
uppi
á
loftinum. Eg hevði
givið
henni
fulla
ábyrgd av rómanum.
Rómanum sum skuldi pískast til
ein døgurða á Kunningarstovuni í
Nólsoy – og tit mugu minnast til,
at leygardag seinnapart er tað ikki
bara bara at skaffa meira róma á
útoyggj. Eg hugdi at droymandi
Onnu Maluni og hugsaði um, hvar
hon mundi vera farin. So hugdi
eg at smørlíknandi rómanum í
bollanum og hugsaði um, hvar eg
mundi finna ein nýggjan pakka
av róma eitt leygarkvøld í Nólsoy.
Míni leygarkvøld fara ikki longur
við at spekulera uppá, hvar eg fái
ein nýggjan pakka av róma, tí nú
eigi eg altíð ein eyka pakka (ella
fleiri) í køliskápinum – men tað
fara enn nógv leygarkvøld við at
spekulera uppá júst, hvar tað er,
Anna Malan hvørvur, tá ið hatta
serliga bráið legst um andlitið.
Ígjøgnum millum annað yrkingar,
málningar og skuplturar roynir
Anna Malan at lýsa sín heim fyri
mær og fyri øllum ørðum, sum vilja
við á ferðina – eftir serliga bránum
at meta, er ferðin heilt spennandi.
Smáir lepar við
stórum orðum
Eg hvakk við, tá ið eg rendi meg
á fyrsta lepan: »BRÚN EVJA«,
»BLØÐANDI SÁR«, »HEITUR
BRUNI«. Okkurt sovorðið stóð á
lepanum. Okkurt smáørt. Okkurt
andstyggiligt men dragandi. Eg
skilti skjótt, at tað var Anna Malan,
ið hevði verið til arbeiðis dagin fyri.
Hon gongur og smáskrivar. Alla
tíðina og altíð. Hon skrivar hvønn
dag, sigur hon. Skrivar ella málar,
ella okkurt heilt annað, okkurt sum
hon dugir júst tá og sum dugir til
júst tað, hon roynir at siga.
»Um eg ikki dugi at siga tað, so
skrivi eg tað, og um eg ikki dugi at
skriva tað, so máli eg tað, og um eg
ikki dugi at mála tað, so geri eg ein
skulptur, og um tað ikki riggar, so
geri eg okkurt annað…«.
Eg havi funnið nógvar lepar
síðani tá. Summir ótýðiligir, aðrir
meira samanhangandi, men tað var
ikki fyrr enn fyrsta yrkingarsavnið
hjá Onnu Maluni kom út, at
myndin gjørdist tíðiligari, og at
eg dugdi at síggja samanhangin
millum allar hesar leparnar, og í
øllum hesum stóru ráu orðunum.
Tað tykist sum at Anna Malan sá
hesa myndina frá byrjan.
Smáflóvisligu fyrstu
yrkingarnar
Tað er júst eitt ár síðani, at fyrsta
yrkingasavnið hjá Onnu Maluni
kom út – UNDIRFLOYMA eitur
tað. Hon fylti 20 ár somu vikuna.
Hon byrjaði at skriva sum heilt
ung. Longu sum barn skrivaði hon
nógv. Hon skrivaði eina rúgvu av
brøvum til mammu sína og pápa
sín, systkini og vinfólk. Sum 13
ára gomul skrivaði hon tær fyrstu
yrkingarnar. Anna Malan fortaldi
mær, at hon eigur eina stóra rúgvu
av yrkingum frá tíðarskeiðinum
13 ár – 15 ár. Tær flestu eru um
forelskilsi og hjartasorg. Hesar
eru nokso flóvisligar. Ikki fortelja
beiggja hennara, at tær liggja í
triðu skuffu í kommoduni. Tað
hevði verið katastrofalt, um tær
komu í skeivar hendur (HINT
HINT Ovastevnukabarettin!).
Gentan sum er
um at bresta
Tað eru nógv sum skriva. Men
flestu okkara høvdu vilja givið alt
í verðini fyri at eingin las tað, vit
skrivaðu. Orsøkin til at eg sjálv
gavst at skriva dagbók, var at eg var
ov bangin fyri, at onkur skuldi finna
hana. At geva eitt yrkingasavn út,
sum byggir so nógv upp á egnu
kenslur og royndir, tað er sum
at geva sína dagbók út - har hitt
mest persónliga var strikað undir
við eini tjúkkari tussj, og alt hitt
týdningarleysa var tikið burturúr
(tú veist alt hatta fjasið um, hvat eg
át í dag o.s.fr… nei? Eingin annars
sum skrivar um mat í dagbókini?).
Hvussu kann nakar sjálvboðið seta
seg í hesa støðuna?
Eg kann ikki hava tað innaní. So
bresti eg! Tí skrivi eg. Hví eg gevi
tað út, ja eg veit ikki, tað hevur
okkurt at geva við ein hug til at
deila. Tí møguliga er tað okkurt .
Hitt lyriska egið
heldur fram
Yrkingarnar í ársgamla yrkinga
savninum høvdu sína grund
í tí »lyriska eg’num« – soleiðis
segði Anna Malan. Hetta er fínt
fyri, at tað í yrkingunum er eitt
kensluborðið »EG«, sum fortelur
um sínar tankar, gerðir og kenslur
Um eg ikki dugi
at siga tað, so
skrivi eg tað, og
um eg ikki dugi
at skriva tað, so
máli eg tað, og
um eg ikki dugi at
mála tað, so geri
eg ein skulptur,
og um tað ikki
riggar, so geri eg
okkurt annað«
Anna Malan
HEIMURIN HON SO NÁGREINILIGA
ROYNIR AT LÝSA FYRI OKKUM ØÐRUM
Hon stóð og stardi við stórum droymandi eygum út gjøgnum vindeygað. Í
hondunum hevði hon ein pískara. Hon var í holt við at píska róma, róma, sum
onkustaðni ávegis inn í undranarlandi hjá Onnu Maluni, var blivin til smør. Hetta
var fyrstu ferð, eg fekk eyga á stóra dreymaheimin hjá Onnu Maluni. Heimin eg so
ofta havi forvitnast um, og sum hon sjálv roynir at lýsa í yrkingum og myndum
Framhald á næstu síðu
Anna Malan í Undranarlandi