hósdagur 31. mars 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016
SOSIALURIN 37
19
– ikki at tað neyðtúrviliga er
kensluborið, men tað er tað heilt
víst í UNDIRFLOYMA, heilt víst.
Yrkingarnar úr yrkingasavninum
vórðu skrivaðar, tá ið Anna Malan
var millum 16 og 18 ár. Anna Malan
skrivar enn, hon verður 21 ár um
eina viku, og enn er hitt lyriska
eg’ið grundin.
Virus
Soppetin bruni á húðini
litleysar animonir sum vaksa
fjøll av kambfjaðrum
eitt kroniskt virus innaní
sum brýtur út
tá tú heldur
at tú hevur gloymt tað
– Ein av nýggjastu yrkingunum hjá
Onnu Maluni.
Náttúrinar ringrás
»Eg búgvi her í Nólsoy, og her
er náttúran beint við. Eg fáist
nógv við plantur, og tí er tað
natúrligt fyri meg, at náttúran
eisini er partur av skrivingini.«
Nógvar av yrkingunum hjá
Onnu Maluni snara um nátt
úruninnar ringrás. Allan vegin
runt. Hon roynir at lýsa kenslur
gjøgnum hesa ringrásina. Skurður,
bruni, bløðrur, veska, leking, arr –
ella einki. Onkuntíð er einki arr.
Onkuntíð er lekingin fullkomin.
Brotin gløs og fiski
útgerðin hjá pápanum
Á veg upp gjøgnum trappurnar á
Kunningarstovuni í morgun misti
eg eitt glas. Tað fór í knús. Anna
Malan, røsk sum hon er, var skjót
at fara aftur kustinum. Men ístaðin
fyri at koyra glasið í ein tóman
mjólkapakka og so í rusk, so rópti
hon av frøi og fylti sær taskuna
við glaspettum. Eg undraðist.
Sjálvandi. Men spurdi ikki meira.
Tað er ikki altíð, eg spyrji. Hon ger
so nógv løgið. Men eg bað hana
ansa sær, tá ið hon bar taskuna
heim. Tað gjørdi hon.
Men alt hevur eina orsøk. Eisini
í høvdinum á Onnu Maluni. Okkurt
man vera steðgað upp í skrivingini
og málingini, tí tá ið eg fór heim til
hennara at taka myndir til geinina
seinnapartin í dag, so var stovan
full av skulpturum.
Knúst glas og knúst spegl, líma
saman til eitt landslag. Inn ímillum
glasfjøllini og spegils-vøtnini
hómast restir av tí, ið einaferð
var fiskiútgerðin hjá pápanum.
Hann fiskar nokk ikki longur. Ella
møguliga hann gjørdi, men nú ger
hann tað í øllum førum ikki longur.
Húkarnir hava fingið nýtt lív, og
spegla sær í glasfjøllunum. Er hetta
skyggjandi landslagið møguliga
staðið, ella eitt av støðunum, Anna
Malan hvørvir inn í, tá ið hatta
serliga bráið fer um andlitið? Tað
vænti eg og vóni eg.
Tað tykist at vera eitt gott
stað at vera. Høgguslokkarnir úr
fiskiútgerðini hjá pápanum síggja
í øllum førum út til at stórtrívast.
Meira
um Onnu
Maluna
Hevur tú hug at trína longur
inn í heimin hjá Onnu
Maluni ber til at lesa sumt av
tí, hon skrivar á blogginum
nordanlot.wordpress.com,
umframt at Anna Malan
er eitt av teimum ungu
listafólkunum, sum vera við
á summarframsýningini í
Noðrulandahúsinum í ár.
Tað er leingi enn, men eg eri
byrja at gleða meg.