Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016 SOSIALURIN 37 20 Blues í Reinsarínum Blues Perlan verður í ár leygarkvøldið 2. apríl. Hetta er triðju ferð, at tiltakið verður hildið. Fyrstu ferð var í 2014, bæði tá og í 2015 vóru nógv fólk og vitjaðu og hugnin var í topp. Í ár fara vit, umframt at hava føroyskar bólkar, eisini at hava útlendskar tónleikarar at framføra. Dyrnar lata upp kl. 19.00. Lena tekur sigoynaraplátuna til Miðvágs .Nú ferðast hon kring Føroyar, og fríggjakvøldið vitjar hon í Vágum. Á konsertini, ið verður í Listastovuni í Miðvági kl. 22.00, fer Lena at spæla løg av nýggju fløguni. Harumframt spælir hon onnur, eldri vælkend løg. Við sær á pall í Miðvági hevur hon Niclas Johannesen, gittar, Jóhannus á Rógvu Joensen, bass og Ólav Olsen, trompet. Um fløguna sigur Lena Andersen, at hetta er fyrsta útgáva, hon er so konkret, sum hon er á Eagle in the sky. At fuglurin er sloppin út úr búrinum. At hann loksins er frælsur. At hetta samstundis er ein útgáva, tey sínamillum kallað sigoynaraplátan. Heitið kemst av, at hon er tikin upp, framleidd, miksa, mastrað osfr., so nógv støð kring heimin, m.a. í Canada, Danmark, Los Angeles, Isle of Man, Sydney og í Føroyum, hvørt útgávan eisini ber brá av sambært jaligu ummælarum.    Tað eru Vága Tónleikarafelag og VisitVágar sum samstarva um at skipa fyri konsertum í Vágum og miða verður eftir at hava í minsta lagi eina konsert um mánaðin. Í næstum verður ein konsert skrá kunngjørd fyri summarið. Fyrsta konsertin verður altso í Listastovuni í Miðvági við Lenu Andersen fríggjakvøldið. Hetta hendir... MANGT OG HVAT Bluesorkestrini Red Dawg úr Skotlandi og Uni Debess & Tomcats úr Føroyum hava konsert í Spaniastovu í Klaksvík fríggjakvøldið kl 22.00. Red Dawg er ein 5 mannaður blues-rock bólkur úr Skotlandi. Bólkurin minnir kki sørt um Allman Brothers og Thin Lizzy. Annar gittarspælarin í Rew Dawg er Graham Stewart, sum er kendur úr bólkinum Hjarnar. Red Dawg er mannaður við: Janie Garvie, forsangari og saxofon, Spike Evans, gittar og sang, Graham Stewart, gittar og sang, Neil Murray, trummur, Deno Stewart, bass. Uni Debess & Tomcats er mannaður við fýra rættiliga royndum tónleikarum: Uni Debess, gittar og sang, Finnur Hansen, orgul og kór, Edvard N. Debess, bass og kór, Rógvi á Rógvu, trummur. Uni Debess er aktuellur við staklagnum Sugar Mama, sum er av fløguni GREEN, sum kemur út í mai 2016. Skotskur blues- tónleikur í Spaniastovu Lena Andersen, ið fyri stuttum gav ummælararóstu útgávuna, Eagle in the sky út á donskum plátufelagi, er júst afturkomin av konsertferð í Danmark