Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-31, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016 SOSIALURIN 37 21 KLUMMAN Barbara Holm Høvdu vit ikki øll fingið nakað burturúr? Undir yvirskriftini »Børnum tørvar kærleika, kærleika, kærleika« deilir Góðan Morgun Føroyar eina samrøðu tey hava gjørt, við kvinnuna, sum ivaleyst eigur heitasta lesarabrævið í hesum døgum. Lesarabrævið, sum tekur útgangsstøðið í tí, at børnum hava tørv á at hava foreldur heima longri, heldur enn at vera send á stovn á ungum árum, er deilt óteljandi ferðir og tey eru mong, sum standa jublandi á síðulinjuni, nú Lillian Bjarnadóttir Poulsen, mamma at fýra, rópar varskó. Spyrt tú meg, mammu at ongum, so er nakað um tosi. Tí vit hava væl øll sæð hesi 9 mánaðar gomlu børnini, og at ímynda sær, at tey fáa nakað burturúr at fara á stovn, er óhugsandi. Tey skulu á stovn, tí mamma og babba skulu út at tjena til dagin og vegin. Og tað er jú eisini reelt nokk. Hinumegin hava vit væl eisini øll sæð foreldrini, sum pínast inn á bein, tá ið tey skulu geva sítt lítla barn í hendurnar á einum stovni, meðan tey skulu út at arbeiða. Hoyrdi herfyri um eina unga mammu, sum fíggjarliga varð noydd at fara aftur á arbeiðsmarknaðin eftir hasar obligatorisku 9-10 mánaðirnar, og hon mátti taka heilivág fyri at fáa mjólkina at hvørva, tí hon kundi ikki fara frá arbeiði í tíð og ótíð at geva barninum ella pumpa út. Tað er væl einki natúrligt í, at tú mást kvala mjólkina við heilivági, eins og tað neyvan er natúrligt, at tú mást senda pinkubørn »til arbeiðis« 8 tímar hvønn dag. Hetta er tó ein trupul spurningur, tí skalt tú broyta barnsburðarfarloyvi ella arbeiðstreytir so, at annað foreldri kann vera heima í upp til 2 ár, ja so merkir tað alt annað enn líka, at tað aloftast er kvinnan, sum verður verandi heima, og harvið kvinnan, sum missir tíð og royndir á arbeiðsmarknaðinum, fyri ikki at tala um fíggjarliga tapi í pensjón og løn annars. Men eg eri í teoriini samd við GMF og við Lillian Bjarnadóttir Poulsen í, at børnum tørvar kærleika – tað giti eg bara, tí tað gera vit vaksnu væl eisini. Vit vaksnu hava ivaleyst eisini tørv á at vera saman við teimum vit elska. At hava stundir og yvirskot til at vitja okkara nærmastu, etan ein góðan bita við familju og vinum og so framvegis. Kanska skuldu vit bara øll somul farið kollektivt niður í tíð. Ella kanska skuldu vit funnið eina betri loysn, har vit øll somul fáa betri stundir at liva – og ikki bara arbeiða – eina loysn, sum gevur kvalitetstíð til børn og vaksin, uttan at gera mun á kynunum. …Segði onkur 6 tímars arbeiðsdag? Nei eg bara spyrji… Marknaðar­dagur í Sjónleikar­húsinum Leygardagin millum 10 og 14 verður loppumarknaður í Sjónleikarhúsinum í Havn. Á skránni verður: • Loppumarknaður • Fiskibrunnur • Klæðir úr klædnagoymsluni hjá Sjónleikarhúsinum verða til sølu • Køkutombola • Heimskendu vaflurnar og kaffi/te Eisini vitjar leyvan úr Kardamummubýnum Elektrodansur í Reinsarínum Aftaná eitt sera væleydna talGILDIÐ fyrr í ár verður aftur skipa fyri einum talGILDIÐ. Hesa ferð vera eingin mætari enn Laila av Reyni, uRbz, Helgi, SAKARIS og Fred á skránni. Tiltakið verður í Perluni 2. apríl og byrjar kl. 22.00. Dyrnar lata upp kl. 21.00 Ársins Íverk­ setanardagur Nú kallar Íverksetarahúsið aftur inn til árliga dagin, har fokus verður sett á íverksetan og tey bestu verða heiðra. Á skránni vera handan av Granum til Ársins Íverk­ seta, Ársins Innovatión og Ársins Íløgu. Við at vísa áræði og dirvi kunnu íverksetarar heysta vinning­ in og bera gullið av heiði, sum Grani gjørdi á sinni. Íverksetarahúsið heiðraði føroyska íverksetan fyrstu ferð í 2009, og hevur gjørt tað hvørt ár síðan. Føroya Løgmaður Aksel V. Johannesen handar. Tiltakið verður í Østrøm í Havn fríggjadagin klokkan 10.00