hósdagur 31. mars 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016
SOSIALURIN 37
22
Matgerð
TJÓÐHILD PATURSSON
M
en mítt treiskni
fellur eisini ofta
til mín fyrimun.
Einaferð tá ið eg
júst var komin heim úr Barcelona,
var okkurt av fittu bygdafólkum í
Nólsoy, sum forbarmaðu seg yvir
havnagentuna í Krákuni (soleiðis
eitur staðið, har eg búgvi – tað æt
soleiðis, áðrenn eg flutti har. Um
onkur skuldi ivast).
Tóma frystiboks, stakkalin
(TAÐ vóru tíðir! Nú leingist eg
eftir at síggja botnin á boksini!).
Eg fekk bjóðað eitt sindur av
røstum fiski í tómu boksina, og
hampulig sum eg eri, so dugdi eg
ikki at takka nei – at siga »mær
dámar ikki« kendist ikki sum
ein møguleiki, har frammanfyri
havbarda andlitinum. Hetta var
júst um tað mundið, tá ið SPILL ER
SPELL reikaði sum harðast innan
í mær, so eg visti, at eg mátti finna
ein máta at fáa etið handan ræsta
fiskin.
Eg kundi sjálvsagt havt boðið
pápa til Nólsoyar til ræstan fisk,
men treisknið í mær sló til, og eg
visti, at eg bara skuldi finna mín
egna máta at eta ræst - so fór mær
at dáma. Og tað gjørdi eg.
Í míni tíð í Barcelona hevði eg
roynt saltfiskakrokettir – heitt,
broyskið og bleytt samstudis, og
so friturustokt; hvat var ikki at
dáma? Eg royndi at gera tað sama,
bara við røstum fiski - mmmhh!
Eg visti ikki, at ræst kundi vera SO
gott. Eg bloggaði tá á heimasíðuni
hjá kvinnu, www.kvinna.fo, undir
heitinum Kákureiðrið - fitt navn, eg
átti at brúkt tað meira! Eg legði tá
ein blogg út við uppskriftini uppá
ræstfiskakrokettir.
Eg havi fingið nógvar við
merkingar uppá ræstfiska
krokettirnar síðani tá, flestu góðar
– tó, onkur helt tað vera spell at
spilla góðan ræstan fisk soleiðis.
Ja, ja, tey um tað, fyri meg smakkar
hann allar best soleiðis.
Vit – ja, nú er summarið næstan
komið, og VIT merkir alt summarið
VIT á Kunningarstovuni í Nólsoy,
tað er har eg livi og andi alt várið
og summarið við – »hvar var eg«
ná ja, VIT hava leingi spælt okkum
við tankan um at borðreiða við
ræsfiskakrokettum til okkurt
tiltak. Tað var meiningin at vit
skuldu vera við Við Múrin í fjør,
men tað datt tíverri. orsakað av
sjúku, niðurfyri.
Nú HEIMA-tiltakið var í Nólsoy
leygardagin fyri páskirnar, so
tóku vit hugskotið upp aftur.
Upprunaliga uppskriftin á kvinna.
fo var ALT ov besverlig, um vit
skuldu gera mat til nógv fólk,
so uppskriftin mátti broytast.
Longu til Við Múrin høvdu vit
arbeitt uppá nýggjar útgávur av
ræstfiskakrokettini, og til HEIMA
kom rætta uppskriftin endiliga
upp á pláss - hendan útgávan er
NÓGV lættari og skjótari at gera
enn hin upprunaliga.
Vit gjørdu óteljandi nógvar
ræstfiskakrokettir til HEIMA í
ár - veruliga óteljandi. Eg royndi
at telja, men misti talið. Alt bleiv
útselt. Tað man vera eitt gott tekin.
Her kemur uppskriftin. Eg
veit ikki rættiliga, hvør eigur
uppskriftina nú, tað man vera
VIT allar. Men nú verður hon so
prentað her, og verður so ogn hjá
okkum øllum, ið vilja taka hana
til okkum. Og orka tit ikki at gera
tær sjálvi, so er bara at koma til
Nólsoyar á oyggjadegnum ella á
Ovastevnu, tí hetta verður heilt
víst endurtikið tá.
– Takk, tit deiligu starvsfólk
á Kunningarstovuni, fyri at tit
orkaðu at standa og skilja 9 kg
av røstum fiski - tað er ikki bara
sum at siga tað! Tit eru best. Til
Ovastevnu taka vit 15 kg - tit gleða
tykkum, ha?
Ræstfiskakrokettir
– á leið 25 stk
200 gram av leyki
400 gram av røskum fiski (við
skræðu og beinum)
600 gram av eplum
1 dl av raspi
Kóka ræstan fisk og epli. Gjarna
í somu grýtu – so fáa eplini so
góðan (ella heldur ræstan) smakk
– minnst bara til at vaska eplini
væl áðrenn. Ímeðan hakkar tú
leykin. Leykurin skal skerast í
smáar bitar, men ikki ov smáar,
hann skal merkjast. Tak ræsta
fiskin upp úr grýtuni. Tak bein og
skræðu burtur. Við hondunum eltir
tú fiskin, saman við eplunum - ikki
er neyðugt at flysa eplini. Merk
eftir í eplamorl/fiska-deigginum,
um nakað bein situr eftir. Elt
síðani leykin og raspið í deiggið.
Nú er klárt. Deiggið hóskar seg
sera væl at friturusteikja, men
tað riggar eisini væl á pannuni.
Forma rundar boltar - á stødd við
borðtennisbóltar - og steik í olju
ella smøri.
Tað smakkar væl at dippa
sitrónsaft útyvir.
Tey fingu ræstan fisk, og eg fekk okkurt annað. Soleiðis var
tað øll míni barnaár. Eg vildi ikki eta tað – allarhelst mest av
treiskni. Tí treiskni eigi eg nokk av, nakar ið vil hava burturav?
RÆSTFISKAKROKETTIR
- SOLEIÐIS ÓTU VIT RÆSTAN FISK HEIMA Í NÓLSOY SEINASTA VIKUSKIFTI