Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-31, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016 SOSIALURIN 37 24 POLITIKKUR LANDSSTÝRIÐ GÓÐAR VÓNIR AT FÁA AVLOP NÆSTA ÁR Fíggjarkarmarnir lova aftur avlop næsta ár og íløgurnar vaksa við 60 milljónum krónum ÁRNI GREGERSEN V ið einum smíli kundi landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Kristina Háfoss, Tjóðveldi, boða frá, at á fíggjarlógini fyri næsta ár verður eitt avlop uppá 50 milljónir krónur. – Eftir at vit hava havt hall á fíggjarlógini síðani 2008 er tað neyðugt, at vit hava avlop í ár og eitt uppaftur størri avlop næsta ár, sigur landsstýriskvinnan. Fíggjarlógin fer sambært fíggj­ arkørmunum, sum eru grunda- rlagið undir fíggjarlógini, sum skal samtykkjast móti end­anum á árinum, at hava eitt avlop uppá 50 milljónir krónur. Landsstýriskvinnan sigur, at hetta byggir á varisligar met­ingar, sum eru gjørdar í fíggjar­mála­ ráðnum. Hon sigur eisini, at hetta er gjørt út frá teimum fortreytum, sum eru í dag. – Tær broytingar, sum verða gjørdar, eru ikki roknaðar við uppí hetta. Tað mugu vit taka, tá ið tað kemur, sigur hon. Stór mál Samgongan hevur sett sær fyri at loysa fleiri ómetaliga stór mál rættuliga skjótt. Fyrst og fremst er talan um ný­ skipan av fiskivinnuni. Ein bólkur situr og arbeiðir við hesum júst nú og skal koma við einum áliti til landsstýrismannin við fiski­ vinnumálum 1. august. Ein annar bólkur situr og ar- beiðir við nýskipan av pensjónum. Hesin bólkurin hevur fingið tíðar­ freist til hálvan mai at koma við einari loysn og so er tað tann stóri bólkurin, sum er settur at gera eina mennignarætlan fyri sjúkrahúsverkið. Stórar broytingar á hesum økjum fáa ávirkan á samlaða før­ oyska búskapin. – Men mær dámar væl uppskotið til samtyktar um fíggjarkarmar. Mær dámar eisini sera væl, at arbeiðsbólkar eru settir at viðgera stóru málini og tað sum mær dámar allarbest er, at bólkarnir hava fingið rættuliga stutta tíð at arbeiða í, sigur forkvinnan í Løg­ tingsins fíggjarnevnd, Ruth Vang. Tálma búskapinum Hon hevur annars verið úti og sagt, at tað er umráðandi, at búskapurin ikki gerst ov heitur nú. At bæði land og kommunur eiga at tálma íløgurnar, so yvirupphiting av búskapinum ikki aftur verður ein almennur trupulleiki. Tá ið landsstýriskvinnan við fíggjarmálum legði uppskotið til fíggjarkarmarnar fram, var hon inni á nakað av tí sama. – Vit mugu seta okkum saman við kommununum og finna eitt felagsstev, so vit fáa tamarhald á íløgunum. Og tað fara vit eisini at taka stig til, segði Kristina Háfoss. Sjálvt um bæði forkvinnan í fíggj­ arnevndini og landsstýriskvinnan við fíggjarmálum siga, at tað ræður um at halda aftur nú í ú­t­ reiðslunum, so eru íløgurnar hækkaðar úr 220 til 360 milljónir krónur. Raksturin av føroyska sam­ felagnum hækkar við 1,8 prosenti. – Men metingarnar, sum eru