hósdagur 31. mars 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016
SOSIALURIN 37
25
ÁRNI GREGERSEN
Fíggjarkarmarnir hesaferð geva eina yvirskipaða mynd av, hvat tað
er samgongan ætlar komandi árini.
Uppskotið til fíggjarkarmar byggir fyrst og fremst á framskrivingar
av kendum tølum, men í ávísum førum eru poltiskar avgerðir tiknar.
Hugt verður eisini nakað fram, har avbjóðingarnar gerast uppaftur
størri, tá ið taalan er um haldføri í búskapinum.
Aldursamansetingin av okkum, sum búleikst í Føroyum
broytist nógv, verður bert hugt at framskrivingunum. Tí er ein av
avbjóðingunum at tryggja, at fólkaflytingin úr Føroyum ikki tekur
seg uppaftur.
Samgongan hevur eisini settt sær mong mál, sum skulu loysast
fyri at vit framvegis skulu trívast í Føroyum.
Fleiri átøk eru sett í verk ella verða sett í verk í 2016, millum hesi eru:
• Størri sjálvbjargni – Hall vent til avlop á fíggjarlóg, ríkisveitingin
er fastfryst, nýggi Landsbanki Føroya verður stovnaður og
Búskapargrunnur Føroya endurnýggjaður. Hartil verður framd
heimtøka av útlendingamálum og størri játtan til menningar- og
neyðhjálp.
• Nýskipanir – Uppskot til fiskivinnunýskipan, pensjónsnýskipan
og menningarætlan fyri heilsuverkið verða gjørd, og stig verða
sett í verk.
• Virðisøking – økt játtan til fiskivinnuroyndir, vinnugransking,
marknaðarføring av Føroyum sum maritimur tænastudepil og
til talgilding av Føroyum umframt stuðulsjáttan sett av til at gera
Føroyar grønari. Hartil lættari at stovna íverksetarafeløg.
• Munandi skattalætti til lág- og miðallønt – heilar 137 mió. kr. latnar
í lætta til lág- og miðallønt.
• Hægri pensjón til tey, ið hava lága pensjón - samhaldsfasti ar
beiðsmarknaðareftirlønargrunnurin styrktur og pensjónsviðbótin
hækkað.
• Barnafamiljur betri kor - Barsilsskipanin betrað við, at tíðarskeiðið
varð longt 6 vikur, og munandi ískoyti til barnafamiljur í trongum
fíggjarligum korum sett í verk.
• Útbúgving og mentan uppraðfest – nýggj búskaparfrøðiútbúgving
á Fróðskaparsetrinum, fleiri inn til sjúkrarøktar-frøðiútbúgvingina,
miðnámsútbúgvingar til ung við serligum avbjóðingum raðfestar
og játtan til mentanargrunnin v.m. uppraðfest.
• Arbeiðseftirlitið styrkt og sálarfrøðiliga arbeiðsumhvørvið
raðfest.
• Økismenning – Fleiri túrar á Suðuroyarleiðini og Sandoyarleiðini,
havnarlagið í Svínoy og á Krambatanga útbygt, Viðareiðistunnilin
liðugtgjørdur, Virknis- og umlættingardepil á Sandi gerast
liðugur, Ítróttaháskúli byrjaður í Vági og gongd á Eysturoyar- og
Sandoyartunlar.
Virðisøking
Samgongan hevur sett sær fyri, at av tí tilfeingi, føroyingar ráða yvir,
skal arbeiðast fyri, at alt hetta verður virðisøkt munandi meira.
Millum átøkini, sum koma í 2017 eru:
• Íløgur í virðisøking við munandi hægri játtan til fiskivinnu
royndir/gransking.
• Fiskivinnunýskipan setast í verk.
• Íløgur í KT, virðisøking og kappingarførið við munandi hægri
játtan til talgilding av Føroyum.
• Átøk fremjast at fáa betri marknaðaratgongd og atgongd til
nýggjar marknaðir.
• Skipa depil, ið marknaðarførir Føroyar sum maritimur
tænastudepil.
• Framhaldandi marknaðarføring av Føroyum sum ferðaland og
átøk fremjast at samskipa ferðavinnuna betur.
• Kreativar vinnur stimbraðar við stovnsetan av Filmshúsi.
• FarGen raðfest við størri játtan til framhaldandi menning.
• Átøk fremjast at menna føroyska matmentan og føroyskar
førleikar.
Samgongan heldur eisini fast við, at nýggja pensjónsskipanin
skal setast í verk og at vit í 2017 fáa eina fólkaatkvøðu um nýggja
stjórnarskipan.
So sjálvt um talan er um eitt uppskot til samtyktar um fíggjar
karmarnar, so er eisini talan um eitt politiskt manifest hjá amgonguni
um hvat hon ítøkiliga fer at seta í verk í ár og næsta ár.
Karmarnir byggja
á givn vallyftini
– Men nú eru vit av álvara farin
til verka, sigur samgongan um
fíggjarkarmarnar fyri næsta ár
gjørdar eru varisligar, selriga tá
ið talan er um inntøkurnar, sigur
Kristina Háfoss.
Inntøkurnar í uppskotinum
til játtanarkarmar fyri árini 2017-
2021 eru framroknaðar við støði í
søguligum inntøkutølum og teim-
um fortreytum, sum eru kendar í
løtuni.
Í játtanarkørmunum eru inn
tøkurnar framskrivaðar í ársins
prísum í 2017, men árini 2018-2021
verður framskrivað í føstum
prísum. Framskrivingarnar eru
gjørdar sambært metingum um
útlit fyri gongdini í búskapinum.
Forsagnir frá millumtjóða
stovnum og Búskaparráðnum eru
brúktar sum partur av grunda
rlagnum undir metingunum. Sum
vant, verða inntøkurnar fram-
roknaðar varisliga.
Royndirnar síðstu árini eru, at
tað er torført at meta um inntøk
urnar hjá landskassanum og um
tær broytingar, sum kunnu koma
fyri av ymiskum tiltøkum, skatta-
og avgjaldsbroytingum og øðrum
viðurskiftum.
Í fortreytunum fyri inn
tøkunum verður BTÚ í ársins
prísum mett at vaksa um trý
prosent í 2017. Á teimum skatta-
og inntøkujáttanum, har hetta
verður hildið vera neyðugt, eru
gjørdar serstakar metingar út frá
fortreytunum fyri játtanini.
Bygnaðarligt hall
Nú karmarnir verða settir saman,
verður hetta gjørt áðrenn endaligu
tølini fyri 2015 eru klár.
Tí er tað ein meting, tá ið fíggjar
málaráðið sigur, at bygnaðarliga
hallið helst verður um 150 milljónir
krónur bæði í 2015 og 2016. Tey vísa
á, at ein av høvuðsorsøkunum er, at
úrslitið hjá kommununum ikki var
so gott, sum annars væntað í fjør.
– At bygnaðarliga hallið hjá tí
samlaða almenna geiranum helst
verður umleið 150 mió. kr. í 2015
merkir, at neyðugt verður við
varandi fíggjarpolitiskum tiltøkum
á umleið 40-50 mió. kr. árliga til
2018-19, skal bygnaðarliga hallið
hjá tí almenna fáast burtur.
– Uppgerðirnar av bygnaðarliga
hallinum benda á, at bygnaðarliga
hallið síðstu árini fyri tað mesta er
komið av hallinum hjá landinum.
Tí vera fíggjarpolitisk tiltøk neyð
ug, sum ávirka inntøkur og út
reiðslur hjá landinum.
– Verður hetta ikki gjørt, fer hetta
at ávirka kredittvirðið og møgu
leikarnar hjá føroyskum myndug
leikum at reka sjálvstøðugan
fíggjarpolitikk í framtíðini, skrivar
fíggjarmálaráðið.
ARNIG@SOSIALURIN.FO