Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-31, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016 SOSIALURIN 37 26 Mitt í eini bumbutíð S umt vil koma so brátt á. Sum ein brestur. Bókstaviliga. Eitt endaleyst nú. Og tú ert staddur – ella soleiðis kenst tað – mitt í sjálvari spreingingini. Mitt í ævinleikanum. Einki er undan. Einki aftaná. Bang, sigur tað. Buldó. Og kortini er stild. Ein deyðkvirra. Og í hesi kvirruni skerpast sansirnir eins og stundum í dreymi. Hvör hugsan klárnar. Men samstundis er einki skil á nökrum. Einki mannvits-skil. Einki Guðs-skil. Hvört inntak eitt hvörki og skilar skynið frá kenslunum eins og eitt afturlatið vindeyga. Tær hanga uttanfyri. Kenslurnar. Nær-fjarir fuglar. Töguligir (sum Regin Dahl helst hevði sagt). Og uppi yvir hesum dreym-kvirru- hvörkinum hválvast myrkur. Ein svört himmalrúmd yvir einum einsamöllum manni á vegaleysu sondum mánans. Nakað soleiðis var mær við týsmorgunin í dymbildagavikuni. Tann tvey og tjúgunda mars. Eg vaknaði við, at tað klingdi í fartelefonini á náttborðinum. Klokkan farin av níggju. Nei, eg fari ikki altíð so seint á fötur, men gestir vóru hjá okkum her í Brússel. Gestir úr Föroyum og vit hövdu sitið uppi longri enn vant, sum vera man, og onkur belgisk öl verið á borðinum eisini. Hetta krútsterka slagið, sum munkar einsamallir duga at bryggja. Eg sló hondina út eftir telefonini í svövnslitinum. Tað var sonurin, ið ringdi. Yngri. Ljóðaði eitt sindur fjáltrutur á málinum. Royndi fáa fatur á mammu síni, segði hann. Hvat hann vildi? spurdi eg. Hálvargur. Onkur neyð á honum aftur. Helst. Pengar. Eitt bil var tögn á tráðnum. So spyr hann: Hevur tú ikki hoyrt tíðindini? Tíðindini, hvánkaði eg. Men í sama viðfangi sansaði eg um, at sjónvarpið gekk inni í stovuni, har gestirnir hildu til. Ljóðið skifti í heilum. Úr flamskum máli yvir í franskt yvir í enskt. Men tónalagið samt. Álvarsligt. Átrokandi. Kallaði líkasum ymiskt fram í minnið aftur. Málið í Niels Juel Arge tann morgunin, ið russar gjördu innrás í Kekko-Slovakia í august nítjanhundrað og átta og trýss. Ta spentu stöðuna. Tann ridlandi alheimin. Men nú hevði annar brestur verið. Her í Brússel. Fyrst á Zaventem-flogvöllinum og síðani – lötu seinni – á undirjarðbreytarstöðini við Maalbeek. Sjálvmorðsbumbuálop, varð sagt. Orðið kamikatse endurtikið upp í saman á öllum trimum málum. Telefonin hjá mammu svarar ikki, segði sonurin. Hann hevði ringt fleiri ferðir. Men frúan langt síðani farin til arbeiðis. Á sendistovuna. Skjótt ein tími síðani. Og soleiðis, alt í einum staddur mitt í einum bresti aftur, í einum dreym- kvirru-hvörki, skimaðist eg eftir hústelefonini, fór inn eftir skrivikamarsgólvinum vappandi sum maður á mánasandi. Og ey, best sum eg umsíðir finni telefonina undir ymsum mis-útklóraðum örkum á skriviborðinum. Tá ringir hon. Frúan. Sendikvinna Föroya í Brússel. Röddin skelvur í henni, eitt sindur, og hevur ein ljóðbotn av ýlandi sirenum. Men hon er heil og haldin. Frúan. Náddi ikki sporvognin í morgun og tí tikið bussleiðina oman á Place Luxembourg í staðin. Annars hevði hon saktans kunnað verið stödd í undirjarðarbreytini, tá ið bumban brast. Vanliga skiftir hon úr sporvogni nr. 92 niðast á avenue Louise og tekur undirjarðarbreytina til Maalbeek, sum er beint við sendistovuna. At fartelefonin ikki svaraði komst hinvegin av, at útvarpið hevði ringt at fregnast um spreingingarnar úti á flogvöllinum. Síðani leið hesin morgunin – týsmorgunin í dymbildagavikuni tjúguhundrað og sekstan, tann tvey og tjúgunda mars. Vit – eg og gestirnir – vóru ímillum. Telduskíggja og sjónvarp. Uttan fyri fór ljóðið av sjúkrabilum dundrandi gjögnum götuna viðhvört. Eitt stórt sjúkrahús er í nánd. Clinique Edith Cavell. Vit flákraðu millum tær ójavnt- mæltu stöðirnar. Ein slitleysur streymur av tíðindum. Ikki at siga strekkur. Fyri tað mesta tað sama upp í saman. Sum stev í miðaldarligum kirkjusangi. Somu myndirnar frá somu stöðunum. Av flogvöllinum. Úr götuni við Maalbeek-stöðina. Har vóru sjúkra- og lögreglubilar at líta. Fólk í búnum. Bjargingarlið. Lögregla. Hermenn. Fólk í ongum búna. Tey særdu. Tey ósærdu. Öll tómoygd. Uppskakað. Og sum ein afturundirgerð í öllum fráboðanir frá myndugleikunum. Yvirlýsingar frá ráðharrum og politikkarum innan og uttanlands. Og so tey stöðugt skiftandi andlátstölini. Og kortini var hetta öðrvísi enn onkuntíð fyrr. Tær alsamt endurtiknu myndirnar vóru hóast alt av Tíðargrein Hugleiðingar úr Brússel Men sum vit ganga í hesum enn óleyvsprotna skógi og eg sum sagt dottin aftur í okkurt, sum líktist gerandisskili, kom eitthvört annað upp innan í mær. Upp úr hjartanum Skelti í einum handilsglugga