Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-31, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016 SOSIALURIN 37 27 TÍÐARGREIN Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Carl Jóhan Jensen Rithøvundur stöðum, eg eri komin at kenna tað seinasta hálvfjórða ári. Kenna sum eg kenni Kongabrúnna, Áarvegin, Gundadal ella leiðina til og frá flogvöllinum í Vágunum. Men spakuliga, heilt spakuliga datt hetta dreym-kvirru-hvörkið aftur í gerandisdagin. Aftur í skil ella okkurt slag av skili. Himmalin blánaði. Eg var ikki einstaddur á mánanum. Eg var á jörðini. Millum onnur. Óavskildraður frá kenslunum. Men nú vildi so til, at dymbildagagestirnir úr Föroyum vóru fleiri enn hesi bæði, sum gistu hjá okkum. Hini trý hövdu leigað sær eina íbúð við Vleurgat-götuna. Einar tíggju, fimtan minuttir at ganga haðani, ið vit búgva beint við markið millum býarpartarnar Ixelles og Uccle. Alt vit hövdu ætlað saman við gestunum, hesar dagarnar, tey dvaldu her, sjálvandi farið fyri skutur og mutur. Hvört savn stongt og fólki staðiliga mælt frá at fara óneyðugar ferðir um býin við toki, sporvogni ella bussi. Men dýrdarveður var henda dagin. Sólin frammi og lýtt eftir árstíðini. Her er skógur tætt við, Bois de la Cambre, gamal veiðiskógur hjá belgiska aðalinum er mær sagt. Vit gjördu av at fara ein gongutúr í skóginum. Fyrr enn ikki. Har var lítið fólk um vegir. Manntómt at kalla. Men sum vit ganga í hesum enn óleyvsprotna skógi og eg sum sagt dottin aftur í okkurt, sum líktist gerandisskili, kom eitthvört annað upp innan í mær. Upp úr hjartanum. Okkurt, sum vildi avsiga tað upplýsta umhvörvið, tað víðskygni sinns og sálar, ið eg javnan vil gabba mær av annars. Okkurt balstýrið og naskt. Ja, okkurt, ið sannaði orðini hjá evangelistinum, at úr hjartanum koma illar hugsanir og tað, sum ger menniskjuna óreina. Illar hugsanir. Ja, tað við lít. Tankar av tí Trump-etiska slagnum. Ein skalving av tónum í hevnisöknum duri. Djevilsk ynski um alt tað, ið hetta muslimska pakkið átti uppiborið fyri at spreingja sakleyst fólk í fillur í Guðs navni. Mátti Guð teirra hata kropparnar út um ytstu mörk alheimsins. Senda teir í brennheitasta helviti og lata sjeyti ferðir sjeyti illmoyggjar, jarn-tentar, tyggja manndómin undan teimum í allar ævir. Tað var ikki fyrr enn vit vóru leys av skóginum aftur og væl tað, stödd í handilsgötuni omanfyri hjá okkum, Vanderkinderen, at eg fekk meg burtur úr hesum og til vits so toluliga. Vit komu fram við einum lítlum handli niðarlaga í götuni. Menn stóðu í trunki saman uttanfyri. Myrkleittir. Av miðeysturlendskum ella norðurafrikanskum uppruna. Teir tosaðu saman á fronskum. Kváðir. Ikki tí at eg skilji franskt so væl, men at tað vóru dagsins hendingar, teir hövdu frammi, hesir menninir, tað bæði hoyrdist og sást á öllum brögdum. Onkur av gestunum spurdi meg nú, hvussu tað var við muslimunum her í Brússel. Sjálvandi hoyrt okkurt graml í miðlunum um Molenbeek. Tann býarparturin hevur seinastu mánaðirnar fingið tað ámælið at vera ein gróðurstöð fyri muslimskt yvirgangsvirksemi. Men hóast býarparturin kanska hevur verri orð á sær enn áneyðir eru til, so skerst ikki burtur, at fleiri av teimum, ið so ella so, vóru uppi í yvirganginum í París í fjör og nú í Brússel, nettupp hava sín uppruna í Molenbeek. Í Molenbeek, sum síðani í tretivuárunum mest at kalla hevur verið fyri ein fátækrabýling at rokna, býr nógv meiri fólk av útlendskum uppruna enn í öðrum býarpörtum. Serliga fólk úr Norður-Afrika, t.d. Marokko. Hví so er, hevur helst við ta samfelagsstöðu hesum fólki hevur verið lagað alt frá fyrstantíð. Tá ið tey komu higar. Ofta fleiri ættarlið síðani. Litið var á tey tá sum ískoytisarbeiðsmegi og teimum ætlað at taka á seg störv – láglönt störv – sum heimafólkið ikki skoytti um sjálvt. Tað er ikki ovsagt, at muslimar av innflytaraætt sum heild – og ikki síðst úr Norður-Afrika – eru fyri vanbýti. Tey hava tey lægstlöntu störvini (um tey fáa arbeiði yvirhövur). Búgva við tær lakastu göturnar í teimum ringastu býlingunum í trongum íbúðum. Tey eru skjótt sagt ein lágstöðubólkur, ein undirstætt í undirstættini. Slíkir vanbýttir bólkar hava (eins og Hannah Arendt í greining síni av stöðuni hjá jödum í Evropa í seinnu helvt av nítjandu og fyrru helvt av tjúgundu öld vísti á) lyndi til at draga fordómar á seg. Fordómar, sum aftur veikja stöðu teirra í samfelagnum, enntá gera hana ólíðiliga. Og orsökin er einföld. Slíkir minnilutar eru valdaleysir allar vegir, hava hvörki búskaparliga ella politiska ávirkan, sum munar. Tískil eru teir eisini hentir at skapa meirilutanum eina fíggindamynd úr, eina nógv avgjörda og skeplaða fíggindamynd. Eina fíggindamynd, sum rættvísger mismun. Og mismunurin er sjónligur, men í senn eisini fittligur at dylja yvir sum so mangt annað misjavnt í samfelagnum her, eitt nú biddararnar á götunum allastaðni. Tí gamaní er mismunurin ikki stovnsskipaður sum Apartheid var í Suður- Afrika. Fyri tað er hann ikki minni veruligur. Eitt nú er arbeiðsloysið millum fólk av muslimskari innflytaraætt munandi hægri enn í samfelagnum annars. Atgongd til útbúgving verri og so frameftir. Ein vaksandi partur av teimum ungu muslimunum (tey sum eru annað, triðja ella kanska fjórða ættarlið frá upprunaligu innflytarunum) hava sostatt í mongum förum smálig útlit til nakra framtíð, aðra enn arbeiðsloysi og almannastuðul. Tey eru född og uppvaksin her. Bondini, sum upprunaættarliðið hevði til bygdina, býlingin ella götuna, haðani tey komu (t.d. úr Marokko), tilknýtið til mál, trúgv og siðir, alt hetta, sum brynjar tilflytaran við toli, ja, sjálvt tann kenslan, at mismunurin her hóast alt var frægari enn armóðin heima, alt tað vil dragna hjá tí yngra fólkinum. Tey eru jú ikki tilflytarar, alt tey eru av tilflytaraætt. Tey legna seg eftir vesturlendskum lívslagi, avvitandi ella óavvitandi. Upprunin er ikki ein möguleiki hjá teimum. Ein heimstaður at venda aftur til. Hvörki so ella so. Og kortini eru tey ikki fulltikin partur av samfelagnum. Ikki fullgóð. Ikki fullbelgisk. Soleiðis virkar mismunur. Og ein avleiðing er, at summi, nökur örfá, síggja sær ein útveg úr síni lágstöðu í islamskari veking. Eini veking, sum hevur söguligar rötur í uppreistrarrörslum móti vesturlendskum hjálandaveldi í nítjandu öld, eitt nú Mahdist- rörsluni í Sudan í átjanhundrað og fýrsunum. Eini veking, ið ikki bert eggjar til endurnýggjaðan strangleika í trúnni, men eisini halgar yvirgang og harðskap í Guðs navni. Nú er mismunur tó einaferð soleiðis, at hann tolist best, tá ið hann ikki svíður at tær sjálvum. Men hóast mismunur eyðvitað ikki kann umbera slíkan fanansskap sum tann móti sakleysum borgarum á Zaventem-flogvöllinum og á Maalbeek-stöðini í farnu viku, so er hann kortini óumberliga við til at greiða götuna fyri muslimskum yvirgangi í Evropa og er harvið partur av einum trupulleika, sum undir ongum umstöðum loysist við Trump- etiskum blástri um öll miðlatorg og tún. Spyrst so livst Blómubreiðsla uttan fyri keypsskálan Loi götan har Maalbeek-stöðin er Rannveig Hovgaard, Kate Sanderson, Carl Jóhan Jensen og Erla Olsen