Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-31, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016 SOSIALURIN 37 36 Broyting av byggisamtyktum Broytingar í byggisamtyktum fyri Tórshavnar kommunu. Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 17. mars 2016 hevur samtykt uppskot til broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, og uppskot til avtøku av serstøku byggisamtykt nr. 12. Broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu Ætlaða broytingin er at uml. 3.000 fermetrar av D1-økinum við Sundsvegin ímóti Birnugøtu, verður broytt til A1-øki Avtøka av serstøku byggisamtykt nr. 12 Ætlaða broytingin er avtøka av serstøku byggisamtykt nr. 12, skipan av økinum millum Tróndargøtu, Sjúrðargøtu, Tórsgøtu og Niels Winthers gøtu. Framløga Tilfar, sum lýsir uppskotið til broyting av almennu byggisamtyktini og avtøku av serstøku byggisamtykt nr. 12, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 4. til og við 26. apríl 2016, frá mánadegi til hósdag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, tó fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 16. mai 2016. torshavn.fo Almenn innkalling til ógilding Eftir áheitan frá Eik Bank, hevur rætturin við úrskurði frá 30. mars 2016 givið loyvi til almenna innkalling til ógilding av ognarveðbrævi stórt 350.000 kr., undirskrivað 4. november 1997, tinglýst 6. november 1997, við veð í ognini matr. nr. 870q, Tórshavn. Tað er upplýst, at ognarveðbrævið er horvið undir slíkum umstøðum, at treytirnar, fyri at fáa ognarveðbrævið ógildað, eru til staðar. Tann ella tey, sum vil/vilja mótmæla hesa ógildan, verða innkallað at møta í Føroya Rætti, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, fríggjadagin, tann 1. juli 2016, kl. 9.00 Tann, sum ikki møtir, má rokna við, at ognarveðbrævið verður staðfest sum deytt og kraftaleyst at vera. Tann ella tey, sum veit/vita, hvar ognarveðbrævið er at finna, verður/verða biðin um at boða dómaraskrivstovuni frá hesum. SORINSKRIVARIN (DÓMARIN) Í FØROYUM 31. mars 2016. DÓMARASKRIVSTOVAN C. Pløyensgøta 1 · Postrúm 28 · FO-110 Tórshavn post@sorinskrivarin.fo · www.sorinskrivarin.fo Tlf. 31 10 03 · Fax 31 83 13 AVLÝSING AV TVINGSILSSØLU YVIR MATR.NR. 457A, TÓRSHAVN Tvingsilssølan, sum varð ásett at verða mikudagin tann 13. apríl 2016, kl. 13:00, á Dómaraskrivstovuni, rættarsali VI, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, yvir fastognina matr. nr. 457a, Tórshavn, liggjandi á bústaðnum Bøkjarabrekka 14, 100 Tórshavn, er avlýst og verður sostatt ikki. FØROYA FÚTARÆTTUR, TANN 31. MARS 2016. ÓGILDISLÝSING Mortifikatión Føroya Lívstrygging boðar frá, at niðanfyri nevndu tryggingarskjøl eru burturblivin: Tr. Nr. Navn og eftirnavn 114-001623 Jens Tonni Jørgensen Mørkøre 14-002060 Kjartan Helgi Clementsen 14-003605 Hentzar Petersen 14-005657 Benno Steen Nelin Drangá 14-005736 Eli Smith 14-021270 Elsebeth S. Mercedis Gunnleygsdóttur 14-022573 Eydna Rasmussen 14-022739 Ólavur Durhuus 14-022791 Ingun Joensen 14-023386 Majken Haraldsen 14-080102 Margret Berthina Joensen 14-080201 Karl Joensen 14-811004 Majken Haraldsen 14-870211 Charlotte Niola Christiansen 14-870345 Steingrím H. F. Abrahamsen Tey, ið møguliga hava nevndu tryggingar- skjøl í hendi, verða biðin at prógva ognarrætt sín áðrenn 6 mánaðir eru farnir. Prógvar eingin ognarrættin, áðrenn nevndu tíðarfreist, verða skjølini søgd ógildug, og nýggj tryggingarskjøl útskrivað. Tórshavn 1. apríl 2016 FØROYA LÍVSTRYGGING MBF aðalfundurin 2016 Sum lýst í kunngerð á www.in.fo seinastu dagarnar verður lýst til aðalfundar í MBF húsinum, hósdagin 28. apríl kl. 19.00 Aðalfundarskráin verður smb. viðtøkum felagsins. Uppskot frá limafeløgunum til mál at leggja fyri aðalfundin, og uppskot til formann og starvsnevndarlimir skulu vera starvsnevndini í hendi 3 vikur áðrenn aðalfundin. Seinasta freist at lata inn uppskot er 7. apríl 2016 kl. 16.00. Allir limir í limafeløgunum hjá MBF kunnu møta á aðalfundinum. Starvsnevndin Norðstreymoyar Handverkarafelag Ársaðalfundur verður í Bjargingarfelagshúsinum í Kollafirði mikudagin tann 06. apríl kl. 18.30. Um fundurin ikki er viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur hálvan tíma seinri. Nevndin fyrst og fremst www.in.fo