hósdagur 31. mars 2016síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
ÁRNI GREGERSEN
N
ú Løgtingið fæst við
at viðgera um ein
partur av fiskivinnu
rættindunum skal
seljast á uppboðssølu, er tað enn
einaferð løgmaður, sum hevur
størstu politisku avbjóðingarnar.
Longu undan jólum rillaði
innanhýsis í flokkinum, tí tað
ljóðai at hvørki Bjarni Hammer,
formaður í vinnunevndini, ella
Kristin Michelsen, høvdu hug at
taka undir við uppskotinum frá
Høgna Hoydal, landsstýrismanni
við fiskivinnumálum, um at
selja nøkur fiskirættindi á
uppboðssølu.
–Men nú eri eg sannførdur
um, at uppskotið, sum tað nú
fyriliggur fer at fáa undirtøku frá
allari samgonguni, sigur Aksel V.
Johannesen.
Tað er sjálvandi torført at fáa
formannin í Javnaðarflokkinum
at siga, at hann ikki veit, hvat
hansara egni flokkur fer at
gera, tá ið uppskotið kemur til
atkvøðugreiðslu, men tað stendur
framvegis greitt í minninum, hvat
hendi, tá ið uppskotið um at geva
samkyndum loyvi at giftast fekk
viðgerð.
Tá boðaðu tveir javnaðar
tingmenn frá, at teir heldur sóu
uppskotið í nevnd.
Andstøðan ímóti
Tað hevur verið rættuliga greitt
leingi, at andstøðan á ongan hátt
heldur, at tað er skilagott, at ein
partur av fiskirættindunum
verður seldur á uppboðssølu.
Og skuldi tað kortini verið
soleiðis, at til dømis onkur
sambandstingmaður
kundi
hugsa sær at taka undir við
uppskotinum, so ger hann tað
ikki, tí hetta er eitt stríð millum
andstøðu og samgongu.
Fólkaflokkurin er avgjørdur
allur sum hann er í støðutakan
til uppskotið. Flokkurin vil hvørki
hoyra um ella hava nakra upp
boðssølu, men heldur, at galdandi
skipan virkar væl.
Við øðrum orðum liggur
ábyrgdin tungt á herðum
løgmans og samgonguleiðarans
at fáa uppskotið samtykt.
Samstundis sum Løgtingið
viðg jørdi
uppskotið,
legði
landsstýriskvinnan
við
fíggjarmálum karmarnar fyri
fíggjarpolitikkinum komandi
árini fram.
Í kørmunum sást lítið og onki
til, hvat ein uppboðssøla fer at
geva almanna búskapinum.
Í tinginum var orðaskifti um,
hví hetta verður gjørt nú, tá ið ein
bólkur situr og arbeiðir við eini
nýskipan av allari fiskivinnuni.
Onkur tingmaður svaraði
aftur, at her er talan um at
stýra fiskivinnuni í 2016 og so
eisini í 2017 áðrenn ein nýggj
fiskivinnuskipan verður gjørd.
Løgmaður hevur kanska
enn trupulleikar við einstøkum
limum í tingbólkinum, men um
onkur helt, at Ingolf S. Olsen,
Tjóðveldi, fór at leggja fót fyri
uppskotið, so verður tað ikki so.
Ingolf S. Olsen arbeiðir partvís
fyri Føroya Fiskimannafelag,
men hann segði greitt í tinginum:
–Eg ætli mær ikki at forða
fyri, at hendan royndin við
uppboðssølu verður gjørd.
Javnaðarflokkurin
Eftir er at fáa at vita um ein
samlaður
Javnaðarflokkur
stendur handan uppskotið.
Løgmaður er sannførdur um,
at so er, men hann er ikki heilt
fastur í melinum tá ið hann sigur:
–Jú, nú haldi eg at hetta málið
kemur ígjøgnum og at okkara
flokkur atkvøður fyri.
Eisini tingbólkaformaðurin,
Jónleif Johannesen, væntar
at flokkurin stendur handan
uppskotið:
–Tað er í hvussu so er ikki
nakar tinglimur, sum hevur
boðað mær frá, at hann ikki tekur
undir við uppskotinum.
Uppskotið um eina royndar
uppboðssølu var til 2.viðgerð
í gjár, men vit fingu ikki
atkvøðugreiðsluna við áðrenn
blaðið fór til prentingar
POLITISKA AVBJÓÐINGIN HJÁ
JAVNAÐARFORMANNINUM
Aksel V. Johannesen, løgmaður og
formaður í Javnaðarflokkinum fær størstu
avbjóðingarnar frá egnum flokslimum
FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016
SOSIALURIN 37
hjá samgonguni