hósdagur 31. mars 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÁRNI GREGERSEN
L
eingi hevur Tjóðveldi
alment ført fram, at
galdandi fiskivinnu
skipanin ikki er nøktandi
og at hon verður broytt, so skjótt
Tjóðveldi aaftur fekk ávirkan.
Tjóðveldi fiskivinnumál at
umsita, tá ið hann fór í sam
gongu við Javnaðarflokkin og
Framsókn. Formaður foksins,
Høgni Joydal, setti seg sjálvan í
landsstýrismannastólin í fiski
málaráðnum.
At formaðurin valdi hendan
sessin var eitt greitt signal
um, at hann og flokkurin av
álvarahava sett sær fyri at broyta
fiskivinnuskipanina.
Síðani er ein nevnd sett, sum
skal gera eitt uppskot til nýggja
skipan. Hendan nevndin skal
koma við einum uppskoti til
landsstýrismannin 1.august í ár.
Men politiskt hevur flokkurin
og samgongan fyri neyðini
beinanvegin at vísa, at nýggir
vindar merkjast, nú ein nýggj
samgonga situr við stýrisvølin.
Tí fyriliggur eitt uppskot, sum
skal geva landsstýrismanninum
heimild at selja nakað av
fiskirættindum á uppboðssølu
longu í ár.
– Hetta er ein royndaruppboðs
søla, har vit kunnu vinna okkum
nakrar royndir á økinum, sigur
Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
Royndaruppboðssølan fær
ikki góða móttøku frá vinnuni.
Serliga hevur Reiðarafelagið gjørt
vart við seg. Teir siga í skrivi, at
teir halda tað er merkiligt, at ein
partur av unnum rættindum
skulu seljast á uppboðssølu nú, tá
ið heildarbroyting av fiskivinnuni
verður gjørd við virkna frá
1. januar 2018.
Reiðarafelagið hevur eisini
latið gera eitt løgfrøðiligt upprit,
sum staðfestir, at vandi er fyri, at
tey sum missa rættindi, fara at
krevja endurgjald frá almennu
Føroyum.
Hetta uppskotið var algt fram
í desember, men var liggjandi í
vinnunevndini í drúgva tíð.
Nevndin vildi hava, at um
sitingin
hjá
Løgtinginum
gjørdi eina meting av hvat
fer at henda um Løgtingið
samtykkir
uppskotið
frá
landsstýrismanninum
við
fiskivinnumálum.
Uppritið kom í mars, men
har fekst onki endaligt svar.
Umsitingin sigur, at tað ber ikki
til at koma við einum endaligums
vari fyrr enn onkur kærir og
rætturin tekur støðu til málið.
Tekniskir trupulleikar
Tað er sjálvandi ein politiskur
spurningur
at
fáa
eitt
lógaruppskot gjøgnum tingið,
men verður uppboðssølan
veruleiki,
so
taka
nógvir
spennandi
og
ósvaraðir
spurningar seg upp av nýggjum.
Í hesum uppskotinum er
ætlanin at seta 3.000 tons av botn
fiski til sølu í Barentshavinum.
Sjálvt uppboðið ber væl til at
gera, men trupulleikin er,a t talan
ikki er um eitt fiskaslag men fleiri.
Toskur er høvuðsfiskaslagið,
sum verður fiskað í Barents
havinum, men skipini, sum
higartil hava veitt har, hava eisini
fingið nakað av hýsu, kalva og
øðrum fiskasløgum.
Fyri at fáa hetta at virka til
lokandi hjá teimum, sum ætla
at keypa frættindi, er neyðugt
at seta tilboðini soleiðis saman,
at tað ber til at fiska tey og fáa
nakað burturúr.
– Vit eru í samstarvi við
Uppboðssøluna á Toftum um,
hvussu hetta verður gjørt og
vit hava serkøn fólk, sum sita
og arbeiða við hesum her, sigur
Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
Eftir lógaruppskotinum, so eru
tað bert skip, sum frammanundan
hava fiskiloyvir, sum kunnu bjóða
uppá kvoturnar, sum verða settar
tikl sølu.
Og talan verður bert um
føroysk skip við føroyskum
manningum, sum arbeiða eftir
føroyskum sáttmálum, sum
sleppa at keypa.
– Vit hava ikki gjørt nakrar
broytingar, so til dømis virkir
kunnu keypa kvotur. Hetta
fyrst og fremst tí vit enn ikki
hava funnið ein máta, sum
forðar fyri, at útlendingar keypa
kvoturnar, møguliga gjøgnum
strámenn, sigur Høgni Hoydal,
landsstýrismaður.
Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni
Hoydal, Tjóðveldi, fær seg royndan í fiskivinnuni
Sveinastykkið
FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016
SOSIALURIN 37
FYRSTA ROYNDIN AT BROYTA
FØROYSKU FISKIVINNUNA
POLITIKKUR
34