hósdagur 31. mars 2016síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016
SOSIALURIN 37
33
Eitt starv, sum innanhýsis grannskoðari til Grann skoðanar
deildina í TF Holding samtakinum, er leyst at søkja. Arbeiðs
staðurin er Yviri við Strond 2, Tórshavn, og tú vísir til innanhýsis
grannskoðanarleiðaran.
Í TF Holding samtakinum eru, umframt móðurfelagið, Eik Banki,
Tryggingarfelagið Føroyar, Betri Pensjón og onkur smærri feløg.
Grannskoðanin av bankanum fevnir um stóran part av
arbeiðinum.
Tínar uppgávur eru at
• leggja til rættis og vera við til at gera ávegis grann skoðan
• grannskoða ársroknskapir hjá einstøku feløgunum og
sam taks roknskap saman við tínum starvs feløgum
• skriva grannskoðanarfrágreiðingar
• vera partur av vanliga grannskoðanararbeiðinum í bankanum
og í tryggingarfeløgunum
Títt arbeiðsøki verður breitt, og tú fært møguleika fyri at arbeiða
við øllum fakøkjum, sum samtakið virkar innanfyri. Stórur partur
av arbeiðinum fer fram í tøttum samskifti við aðrar deildir í
bankanum og innan tryggingarøkið.
Um teg
Tú ert útbúgvin cand.merc.aud. og hevur royndir við grannskoðan.
Tú hevur lætt við at orða teg á føroyskum og donskum bæði
munnliga og skrivliga. Tað er neyðugt, at tú heldur teg dagførdan
og tilognar tær nýggja vitan innan roknskap og grannskoðan.
Hóast tú ert partur av einum toymi, verður nógv av arbeiðinum
framt sjálvstøðugt og undir ábyrgd.
Sum persónur ert tú fyrikomandi, áhugaður, álítandi og førur
fyri at skera ígjøgnum um neyðugt.
Vit bjóða
• eitt spennandi og mennandi arbeiðspláss
• persónligar og fakligar avbjóðingar
• góðar møguleikar fyri viðlíkahaldi av tínum førleikum
Eik Banki P/F, Tel. 348000
eik@eik.fo , www.eik.fo
STARVSLÝSING
Innanhýsis grannskoðari
sansir.fo
Hug at arbeiða sum innanhýsis grannskoðari í TF Holding
samtakinum? Freistin at søkja er longd til 6. apríl
Hevur tú spurningar til starvið,
ert tú vælkomin at seta teg í
samband við Petur Anfinn
Johannesen, leiðara á Grann
skoðanardeildini, telefon
548630, teldupost paj@eik.fo,
ella við Fanny Petersen,
HRleiðara, telefon 548530,
teldupost fp@eik.fo.
Skrivligar umsóknir skulu
sendast til starv@eik.fo, og
vera okkum í hendi í seinasta
lagi 6. apríl 2016 kl. 16.00.
Starvið verður sett skjótast
gjørligt og setanar viðurskiftini
verða ásett sambært galdandi
sáttmála.
Dagsskrá
1. Frágreiðing frá nevndini um virki felagsins í farna ári.
2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar.
3. Avgerð um nýtslu av yvirskoti sambært góðkenda roknskapinum.
4. Uppskot frá nevndini:
a. Nevndarsamsýning 2016:
Nevndin mælir til at grundsamsýningin til nevndarlimir felagsins verður broytt frá kr.
42.000 til kr. 50.000.
Nevndin mælir sostatt til, at aðalfundurin viðtekur, at samsýningin til nevndarlimir
felagsins fyri 2016 verður latin samsvarandi samsýningarpolitikki felagsins frá apríl
2013, við støði í hesum satsum:
Grundsamsýning: 50.000 kr.
Nevndarformaður: 2 x grundsamsýning
Næstformaður: 1,5 x grundsamsýning
Aðrir nevndarlimir: 1 x grundsamsýning
b. Kapitalur og partabrøv, uppskot um at broyta § 3, stk. 2 í viðtøkum felagsins: Nevndin
skjýtur upp at broyta ”31. januar 2016” til ”31. januar 2021” soleiðis, at § 3, stk. 2 í
viðtøkum felagsins verður soljóðandi: ”Umframt hækkingina sambært § 3, stk. 1, er
nevndini heimilað, í tíðarskeiðinum fram til 31. januar 2021, at hækka partapeningin - í
einum ella fleiri umførum - við samanlagt kr. 20.000.000,00.
Partaeigarar felagsins skulu hava fortekningsrætt.”
c. Nevndin, uppskot um at broyta § 14, stk. 2 í viðtøkum felagsins:
Nevndin skjýtur upp at strika hesa orðing í § 14, stk. 2 í viðtøkum felagsins: ”Nevndarlimir
fara frá í seinasta lagi 4 mánaðir eftir, at tað ár, sum teir eru fyltir 70 ár, er umliðið.”, og at
§ 14, stk. 2 í aðramáta verður óbroytt.
Til at viðtaka ávikavist uppskot b og c krevst sambært § 106, stk. 1, í vinnufelagslógini og
§ 13, stk. 2, í viðtøkunum, at uppskotið verður viðtikið við í mínsta 2/3 av bæði greiddum
atkvøðum og tí á aðalfundinum samlaða umboðaða partapeninginum, eisini partabrøv
omanfyri ognaravmarkingina í § 5 í viðtøkunum.
5. Fráboðan frá Suðuroyargrunninum viðvíkjandi rætti grunsins at tilnevna ein nevndarlim
sambært § 14.
Suðuroyargrunnurin hevur boðað frá, at hann fer at tilnevna Hannu O. Nielsen, bankakvinna,
hjálparfólk (økisdepilin fyri sinnisveik), Gjógvarávegur 14, 900 Vágur, sum nevndarlim.
6. Val av nevndarlimum.
Hans Petur Joensen og Mannbjørn Tausen standa fyri vali sambært § 14, stk. 2, og § 21, stk.
4, í viðtøkunum.
Nevndin mælir til, at Hans Petur Joensen og Mannbjørn Tausen verða afturvaldir.
Um uppskot c undir pkt. 4 omanfyri ikki verður viðtikið, skal nýggjur nevndarlimur veljast fyri
Óla Holm, sum fylti 70 ár í 2015.
Um uppskot c undir pkt. 4 omanfyri verður viðtikið mælir nevndin til, at aðalfundurin
staðfestur, at Óli Holm, sum stóð fyri vali á ársaðalfundinum í 2014, verður verandi
nevndarlimur til hann stendur fyri vali aftur á ársaðalfundinum í 2017 sambært § 14, stk. 2,
og § 21, stk. 4, í viðtøkunum.
7. Val av grannskoðan.
Nevndin mælir til afturval av verandi uttanhýsis grannskoðara, Sp/f Numo, løggilt
grannskoðaravirki.
8. Ymiskt
Fyri at hava rætt til at møta á aðalfundinum skulu partaeigarar, fólk við fulltrú og umboð fyri
fjølmiðlar í seinasta lagi hósdagin 14. apríl 2016 hava boðað felagnum frá luttøku á deildum
felagsins í Vági ella í Tórshavn.
Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundinum og at greiða
atkvøðu verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga mánadagin
11. apríl 2016.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møguleika at geva
skrivliga fulltrú. Fulltrúarskjal er at finna á www.ss.fo og í deildum felagsins.
Skjal at nýta í samband við møguliga brævatkvøðu er at finna á www.ss.fo og í deildum
felagsins. Um so er, at tygum ynskja at geva brævatkvøðu skal brævatkvøðuskjalið vera
móttikið á høvuðsskrivstovu felagsins í seinasta lagi mánadagin 18. apríl 2016 kl. 16.00.
Grannskoðaða ársfrásøgnin kemur saman við dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum at liggja
frammi á høvuðsskrivstovu felagsins í Vági í seinasta lagi 2 vikur fyri aðalfundin.
Vágur, tann 31. mars 2016
NEVNDIN
Ársaðalfundur
í P/F Suðuroyar Sparikassa
Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í P/F Suðuroyar Sparikassa
mánadagin 18. apríl 2016 kl. 19.00 á høvuðsskrivstovuni hjá
P/F Suðuroyar Sparikassa, Vágsvegur 60, Vágur.
ANNIJANNI