hósdagur 31. mars 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016
SOSIALURIN 37
32
A) Bachelorútbúgvingar (3 ára
fulltíðarútbúgvingar)
Bachelor í General Engineering (DTU)
Bachelor í kvantitativ biologi og
sygdomsmodellering (DTU)
B) Kandidatútbúgvingar (2 ára framhaldslestur
eftir lokna bachelorútbúgving)
Kandidatur í interkulturelle markedsstudier (KU)
Kandidatur í interkulturelle studier (fransk,
italiensk, lantinamerikastudier, spansk og
spanskamerikansk, tysk) (AU)
Kandidatur í Operations Management (SDU)
Kandidatur í Elektronik (SDU)
Kandidatur í sundhedsinnovation (CBS)
C) Akademiútbúgvingar (2-3 ára
parttíðarútbúgvingar)
Akademiuddannelse í el-installation
Akademiuddannelse í vvs-installation
D) Diplomútbúgvingar (2-3 ára
parttíðarútbúgvingar)
Den militære diplomuddannelse
(Forsvarsakademiet)
Diplomuddannelse i designledelse
E) Masterútbúgvingar (2-3 ára
parttíðarútbúgvingar)
Master í hovedpinesygdomme
(KU)
Master í
lægemiddelregistrering (KU)
Kelda: www.ug.dk
SPURNINGAR OG SVAR
Spurningur:
Hvat vil tað siga, at søkja um
eitt standby-pláss í sambandi
við umsókn til hægri lestur í
Danmark?
Svar:
Standby er ein
bíðilistaskipan
Eitt standby-pláss kann gerast eitt
lestrarpláss tað árið, tú hevur søkt
inn, ella árið eftir. Standby kann
við fyrimuni nýtast, um tú hevur
eitt miðaltal, ið liggur tætt við
væntaða miðaltalið fyri at sleppa
inn á útbúgvingina, ið tú ynskir, tá
tikið verður upp.
Eitt val við avleiðingum
Á flestu útbúgvingunum, sum
hava
upptøkuavmarking,
eru
nøkur fá pláss sett av til standby.
Í teimum førunum, har tey upp-
tiknu takka nei til lestrarplássið
ella av øðrum orsøkum ikki byrja á
útbúgvingini, verða lestrarplássini
boðin til teir umsøkjararnar, sum
hava søkt og fingið eitt standby-
pláss.
Um tú fært eitt standby-pláss,
fært tú samstundis ikki eitt
lestrarpláss í boði á ynsktu út
búgvingunum, ið tú hevur raðfest
lægri á umsóknini. Tískil skalt tú
hugsa um áðrenn, um tú ert fús/
ur at bíða eitt ár við at byrja á eini
útbúgving, ella um tú heldur vilt
fara í holt við eina aðra útbúgving
ella á ein annan útbúgvingarstovn,
ið tú hevur raðfest lægri, komandi
lestrarár.
Flestu útbúgvingarstovnarnir
luta standby-pláss út eftir somu
grundreglum, sum tá mann søkir
inn eftir kvotu 1. Tí verður talan
um ein standby-kvotient. Tú
skalt frámerkja í tíni umsókn,
um tú ert áhugað/ur í at søkja
eitt standby-pláss. Uttan mun til
hvørja raðfesting útbúgvingin
hevur, kanst tú boða frá, at tú
ynkir eitt standby-pláss. Tú kanst
gott ynskja standby á fleiri út
búgvingum.
Váttan um upptøku
Um tú verður tikin upp á stand-
by, fært tú boðini 30. juli frá við-
komandi útbúgvingarstaði. Í boð-
unum verður greitt frá, hvussu
standby-skipanin virkar, og nær
standby-tíðarskeiðið er. Í hesum
tíðarskeiðinum skalt tú kunna
hoppa til, um pláss verða tøk á út
búgvingini.
Fært tú hinvegin ikki eitt lest
rarpláss í boði í standby-tíðar
skeiðinum, gevur standby-pláss
ið tær rættin at verða tikin upp
komandi ár, um tú søkir rætt
stundis og lýkur upptøkutreyt-
irnar.
Tað kann eisini koma fyri, at tú
fært eitt lestrarpláss í boði, eftir
at standby-tíðarskeiðið er av. Tá
tú fært bjóðað eitt pláss so seint,
kanst tú loyva tær, at siga nei
takk uttan at verða koyrd/ur úr
standby-skipanini. Tú varðveitir
so statt rættin til eitt lestrarpláss
komandi ár.
Tú skalt søkja inn
aftur árið eftir
Um tú hevur fingið eitt lestrar
pláss í boði komandi ár, t.v.s.
fingið váttan um upptøku, skalt
tú árið eftir søkja um upptøku á
útbúgvingini á vanligan hátt og
upploada váttanarbræv títt.
Kelda: https://www.ug.dk/
flereomraader/maalgrupper/
videregaaendeuddannelse/
standby-til-optagelse-paa-
videregaaende-uddannelse
Vinarliga
Holger
Hvørt ár verða nýggjar útbúgvingar settar á stovn
og bodnar út á ymsum útbúgvingarstovnum. Í
2016 eru hesar útbúgvingarnar lagdar afturat:
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú
kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger
Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur
Føroya, vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey
fíggjarligu viðurskiftini.
Spyr og fá svar um útbúgvingar.
Allar. Allastaðni
Nýggjar
útbúgvingar
í Danmark í 2016
Kunning um kvotu 2 á Setrinum
Mikudagin 6.apríl - kl. 16.15 til 18.00 er kunningarfundur um
kvotu 2-umsóknir á Lestrarskrivstovuni. Altjóða Skrivstovan
skipar fyri.
Kunningarfundurin verður á Lestrarskrivstovuni hjá Setrinum
í J. C. Svabos gøtu 7.
Fundurin er í tveimum. Fyrsta umfar byrjar kl. 16.15 og annað
umfar byrjar kl. 17.15. Tað er tann sama kunningin tvær ferðir.
Freistin fyri kvotu 2-umsóknir í Føroyum er 15. apríl á midnátt.