hósdagur 31. mars 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016
SOSIALURIN 37
31
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá
bygdini innan Glyvur og um Andrew,
áðrenn hann kom til Havnar.
Í 1948 fór Andrew at koyra hýruvogn .
Sama ár kom hann púra ósekur at gerast
partur av eini flagggølu. Heimastýrislógin
var beint sett í gildi og bylgjurnar gingu
høgt millum politisku flokkarnar. Kendi
sambandsmaðurin Andras Samuelsen var
blivin løgmaður. Hetta var ikki væl dámt av
sjálvstýrisvonginum.
Talan var um ein vanligan leigutúr, har
Andrew koyrdi Andras Samuelsen heim
eftir eina jarðarferð. Hendingin er lýst í
bókini »Auto« hjá Magnus Gunnarsson.
Søgan byrjar við hesi grein í Dagblaðnum
15. juni 1948:
Løgmaður beinir fyri
føroyska flagginum
Tað er ikki óvanligt at síggja bilar við einum
lítlum flaggi framman. Nú ein dagin skuldi
løgmaður hava bil, fólk sóu hann siga
nakað við bilstjóran, ið síðan fór fram og
tók føroyska flaggið av bilinum – tástani fór
Andras Samuelsen inn í bilin.
Sum løgmaður hevur Andras Samuelsen
í hvussu er bundið seg til at virða flaggið,
at hann ikki ger tað innast inni, vita vit.
Hetta dømi sýnir best, at hann er so nógv
ov lítil til sítt starv, at vera Føroya andlit
út eftir. Var hann nóg stórur, hevði hann
havt kenslur sínar hjá sær sjálvum og latið
føroyska flaggið staðið í friði.
Var hann ikki so lítil, sum hann er, hevði
hann eisini lagt hitt danska bringumerki,
hann gongur við, ta tíð, hann er løgmaður.
Tað hevur ongan áhuga hjá okkum at vita,
hvat Andras heldur um føroyska flaggið,
men føroyingar mugu krevja, at hann
sýnir tí ta virðing, sum landsins flagg
hevur uppiborið. Ein so lítlan mann vilja
vit ikki finna okkum í at hava til løgmann í
Føroyum, og hinir báðir oddafiskarnir, Dam
og Louis Zachariassen, ið siga seg hava gjørt
so nógv fyri føroyska flaggið, teir eiga at
siga seg leysan av slíkum vanvirðinsgerðum
móti landsins flaggi – gera teir ikki tað, eru
teir líka dánir.
Í gjár síggja vit, at Dimmalætting skrivar
um Ólavsøkuna 1930 og nevnir nakað um
»gadeoptøjer«. Slík nøvn og verri, sum
»Pøbel« hevur Dimmalætting altíð vita at
heft á øll, ið hava við flaggstríðið at gera.
Men eftir tí at døma, vit hava greitt frá
frammanundan, síggja vit, at løgmaður
kennir seg ikki ov góðan til at »blande sig
med Pøbelen«.
Dimmalætting svarar aftur 16.juni:
Ein Dagblaðs lygusøga
Fólkaflokkurin smæðist ikki at
bera fram beinleiðis ósannindi
Dagblaðið bar í gjár tey tíðindi út millum
manna, at løgmaður, A. Samuelsen, noktaði
at fara inn í ein bil, tí hesin hevði eitt lítið
føroyskt flagg framman. Løgmaður bað
bilmannin taka flaggið burt, og tástani fór
A. Samuelsen inn í bilin.
Henda roynd fólkafloksmanna at
íbirta eina nýggja flagggølu fer kortini
at miseydnast. Tí at søga Dagblaðsins er
lygn, stutt sagt, frá enda í annan. Henda
sama søga er einans ein av teim mongum
skendsku og ónærisligu fólkafloksroyndum
at spilla teir menn út, ið á lógligan hátt eru
settir at stýra landinum. Til hesa útspilling
tykist einki vápn at vera ov skitið. Skommin
verður einans teirra, ið bera slík ósannindi
fram.
Væl gagnist teimum.
Veruliga søgan um
Andras og flaggið
Andrew Djurhuus greiddi í Dagblaðnum 18.
juni soleiðis frá tilburðinum:
Hann koyrdi fólk til gravarferð og hevði
tí hitt lítla pyntiflaggið á bilinum á hálvari
stong. Andras hevði biðið um bilin fyri at
verða koyrdur heimaftur úr kirkjugarðinum,
og tá gravarferðin var yvirstaðin, helt hann
(bilstjórin) tað ikki vera orsøk til at hava
flaggið á hálvari stong og ... tók hann tað
burtur av bilinum og – leggur bilførarin
afturat – Andras Samuelsen bað ikki um at
koyra flaggið burtur.
Blaðið heldur áfram: Tað var óivað
gleðiligt fyri Dimmalætting, at hon fekk
høvið til at sleingja orðið »lygisøgu« eftir
okkum. Hartil er at siga, at tá vit fara skeivir,
eru vit so stórir, at vit vilja viðganga tað. Vit
koma tí við omanfyristandandi frágreiðing –
ikki fyri Andrasar skuld – men tí vit ikki vilja
leggja bilstjóran undir nakað, sum hann sigur
seg vera ósekan í, og sum vit kunnu prógva.
Tað, sum sæð var, greiddu vit beint frá – og
tað kann sjálvt ikki Dimma nokta fyri.
Vit kenna annars ikki trongd til at geva
Andras Samuelsen nakra umbering, men
vilja harafturímóti halda fast um, at tað
vit søgdu um hansara støðu til flaggið, var
beint – tað er ikki nøkur lygisøga, at hann
er beiskasti mótstøðumaður hjá føroyska
flagginum og helst sær tað strokið – skuldu
vit farið skeivir í tí, biðja vit Andras senda
okkum eina váttan um, at hann er góður
við føroyska flaggið og vil stríðast fyri rætt
tess. Ger hann tað skulu vit seta hesa váttan
hansara á 1. síðu. Vit vilja eisini fegin geva
honum rúmd, um hann vil avnokta alt tað
illa, hann hevur sagt um flagg okkara.
Samstundis vilja vit eisini spyrja
Dimmalætting, um hon vil kalla ta »lygn«
vit hava sagt um bringumerki Andrassar
løgmans.
Bert partvís umbering
Her endar frásøgnin. Hon lýsir væl politiska
hugburðin tá í tíðini. Hóast søgan var
grundað á eina misskiljing, so skal tað bert
partvíst dragast í land. Og tann veruliga
órættaði, løgmaður, fekk onga umbering.
Andrew man neyvan hava dámað at
vera drigin uppí hetta mál. Hann greiddi
ongantíð sínum egnu frá hesi hending, sum
var hend undan tíðini hjá Hervør.
Stuðul hjá Petur í Gong
Andrew var ein av stovnarunum av P/F
AUTO í 1952 og bleiv ein av teimum fyrstu
partaeigarunum. Hann sat í nevndini
frá 1960-62 og frá 1973-79. Andrew koyrdi
hýruvogn, til hann mátti gevast vegna
sjúku.
Andrew var leingi stuðul hjá Petur í Gong,
sum í mong ár var óalmennur býarkongur
í Havn. Hetta var ikki so løgið, teir vóru
jú vinmenn frá ungum av, og familjurnar
komu nógv saman.
Andrew var fleiri ferðir á listanum hjá
Petur til býráðsval, forrestin saman við
Heðin Mortensen, sum byrjaði sína karrieru
í býráðspolitikki hjá Petur í Gong.
Andrew varð ikki valdur, men hann
varð so varamaður. Einaferð í 1972 var brúk
fyri varamanni og boð vórðu send eftir
Andrew. Hann letur seg í klædning og fer
oman í býráðið í Bringsnagøtu. Hann situr
í gongini og bíðar, til teir hava atkvøtt um,
at Andrew kundi taka sæti í býráðnum. Men
so kemur onkur út til Andrew og sigur, at
fundurin er avlýstur, tí boð eru komin um,
at Fríðrikur kongur er deyður. Hetta var so
tað nærmasta Andrew kom býráðsessinum!
Men Andrew var valdur til lim í
hegnsýnisnevndini fleiri skeið. Í 1977
var tað saman við J.L. Joensen og Børge
Kristiansen. Henda nevndin skuldi ansa
eftir, at hegn og garðar vóru í »seyðahøgum
standi«, tá bøurin var friðaður fyri seyð um
summarið. Hetta gav hesa tíðina nokk so
fitt av arbeiði.
Hervør í strúkirúminum á Zarepta
Elsa og Pól Jóhan
Andrew í Kristnastovu eftir eitt møti
ANDREW Í FLAGGGØLU