hósdagur 31. mars 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016
SOSIALURIN 37
30
Óli Jacobsen
ÓÆTLAÐA FLAGG
GØLAN HJÁ ANDREW
Andrew var eitt friðar fólk. Kortini kom hann í 1948 av óvart at elva til eina flagggølu
Hervør Djurhuus:
3. partur
T
á ið Andrew fór til Havnar undan
krígnum fór hann at arbeiða
á Restorffs Bryggjarí. Hetta
dámdi honum ógvuliga væl. Men
so bleiv hann umvendur, og tá helt hann
tað ikki vera hóskandi at arbeiða á einum
bryggjaríi og framleiða øl! Hann hevði
ógvuliga avgjørdar støðutakanir. Tá fór
hann at arbeiða hjá Jákup á Dul. Har hevði
hann tað ógvuliga gott. Jákup var ógvuliga
góðhjartaður, og hetta kom Andrew eisini
at merkja. Eisini fekk hann tætt tilknýti til
Jens av Reyni og konu hansara. Andrew
plagdi at siga, at hann arbeiddi eitt skifti
hjá Jens av Reyni.
Í Havn fekk Andrew trúgvandi vinir sum
Petur í Gong og Thorstein Dahl Christiansen.
Thorstein koyrdi eins og Andrew hýruvogn
alt sítt virkna lív. Ein annar var Petur
Petersen. Hann gjørdist prestur, men fekk
sær konu úr Brøðrasamkomuni, Karolinu,
millum annað kend frá ALV.
Ebenezer bleiv andaliga heimið
Tá vit komu saman byrjaði eg saman við
Andrew at fara á møti í Ebenezer. Men mær
dámdi so væl føroyskan dans, sum eg var
von við frá heimbygdini, og eg ætlaði eisini
at læra meg tey mest vanligu kvæðini.
Mánadagar var nakað sum kallaðist
navigatørdansur. Har plagdi eg at fara, men
hetta var ikki nakað fyri Andrew.
Tað var tó skjótt, at vit bæði fóru at
ganga somu leið. Tá komu vit bæði at halda
til í Ebenezer.
Har var sum nú nógv virksemi, eisini
vóru brúdleyp. Fyrsta brúdleypið eg var
til í Ebenezer var hjá Onnu Oluffu og
William Sloan, sum var sonur Andrew.
Tey giftust 5. apríl, sum vit giftust 3. apríl
í 1950. Hetta var eitt minniligt brúdleyp, eg
síggi tað fyri meg enn. Tað vóru tær gomlu
konurnar í Ebenezer, sum serveraðu. Tær
máttu renna upp og niður tann smala stigan
oman í kjallarahæddina í fínum stási. Og
tá dessertin kom, hetta vóru ísar sum
vóru lagdir við sukurslør, grønir, bláir og
ljósareyðir, her var ordiligur stílur í!
Eru komin víða um
Tey árini, tá Poul Jóhan var smádrongur,
ferðaðust vit á hvørjum summari bæði til
familjuna hjá mær í Húsavík, og til Hov,
har Tekla, seinna kona pápa, búði saman
við sínum foreldrum og systkjum. Eisini
ferðaðust vit nógv inn á Glyvur og Strendur
til familjuna hjá Andrew. Poul Jóhan plagar
at siga, at tað at vaksa upp í Havn og so
kunna fara út á bygd at ferðast, var ein
forrættur hjá havnardrongi at hava. Honum
dámdi sera væl at koma bæði til Húsavíkar,
til Hovs og inn á Glyvur. Har var nógv hjá
einum havnardrongi at fást við, har vóru
eisini nógvir javnaldrar. Hann plagdi at
siga, tá hann kom til Húsavíkar og kendi
mykjuroykin, »at nú er tað feria!«
Eg kundi eisini nevnt, at Andrew og eg
høvdu tað fast alt okkara lív, at á hvørjum
ári á hvítusunnu fóru vit til samfelagsmøti
ávikavist í Vági og Klaksvík. So leingi
Poul Jóhan var smádrongur var hann við
okkum. Hetta eru sera kær andalig minnir
at hava. Ígjøgnum hesi møtir hava Andrew
og eg fingið nógvar góðar vinir, ikki minst
í Klaksvík, har vit komu at búgva fyrstu
ferð á samfelagsmøtunum í 1953 hjá Sannu
Joensen, Sanna hjá Richardi. Hon varð eisini
kallað Sanna uppi í Heygum, har hon eisini
búði. Eg gjørdist vinkona við døturnar hjá
Sannu. Nú eru bert tvær eftir á lívi, Henny,
sum býr í barnaheiminum í Heygum, og
Bodil, sum býr í Leirvík.
Fekk verdóttir við fýra børnum
Poul Jóhan, uppkallaður eftir pápa, gjørdist
okkara einasta barn. Tá hann var liðugur
við fólkaskúlan fór hann í handilslæru.
Andrew spurdi fyrst um lærupláss hjá
Thomas Dam. Har var ikki møguligt. So
spurdi hann Mogens Lützen. Har fekk hann
í 1964 lærupláss í ísinkrammhandlinum í
Vágsbotni, har Miðlahúsið er í dag. Hann
fekk læruprógv í 1968.
Tað varð sagt, at Poul Jóhan tá var
yngsti lærlingur, sum var komin í læru hjá
teimum. Hann hevur hildið nógv av teimum
fólkunum síðani. Nú eru tey gomlu, Mogens
og Ellen, farin, men tey yngru hava tikið við.
Poul Jóhan fór á Føroya Keypmansskúla
á heysti í 1964 og var liðugur í 1967.
Hann giftist blaðungur við Elsu, sum
var einkja eftir Brynleif Hansen, sum
doyði í flogvanlukkuni í 1970. Hon átti
fýra smá børn. Seinni fingu tey tvey børn
saman. So frá at vera ein lítil familju,
fekk eg eina stóra familju við seks
ommubørnum, 18 langommubørnum og
fimta oldurommubarnið er á veg.
Elsa er so føroysk, sum tað ber til
at vera, uttan at vera tað. Hon kemur
úr Keypmannahavn, dóttir Grethu og
Henrik Thomsen, sum vóru partur av
»den kristne forsamling« i Thorsgade
í Keypmannahavn. Henda samkoman
svaraði til Brøðrasamkomuna í Føroyum.
Har eru nógvir føroyingar komnir
gjøgnum nógv ár. Thomsen hjúnini áttu
ikki færri enn 14 børn. Fýra av teimum
giftust við føroyingum. John giftist við
Ásu Vitalis. Hann doyði ungur av vanlukku
í Grønlandi. Lydia er gift við Karl Johan
Nielsen á Vatnsoyrum, og Hanna er gift við
Símun Fuglø. Tey búgva niðri. Elsa er sera
væl »integrerað« og tosar væl føroyskt, sum
bert fáir danir í Føroyum gera.
Tá ið sonurin var »flogin«, arbeiddi eg
fleiri ár á vaskarínum á Hotel Hafnia,
eisini arbeiddi eg fleiri ár sum vaskikona á
fornminnissavninum á Debesartrøð.
Eg havi verið nokk so nógv við í
arbeiðinum í Zarepta nú í mong ár, har eg
havi havt ábyrgd av klædnavaskinum, tá ið
legur hava verið. Hetta hevur dámað mær
væl, har eri eg eisini komin at kenna nógv
fólk.
Enn eitt minni frá barnaárunum
Tá mamma fór á Sanatorii í Havn, lat pápi
meg fara til mostur mína, Jensiu, sum enn
var ógift og búði heima á bóndagarðinum
Ovara Bø. Tá vit frættu, at kistan við
mammu var komin í heimið hjá okkum,
fóru vit báðar inn ígjøgnum bøin. Eg
minnist so væl, tá eg kom innar, at pápi sat
við køksvaskið og græt. Pápi hevði sjálvur
upplivað at missa mammu sína, tá hann var
bert 9 ára gamal, so hann dugdi at seta seg
inn í, hvat eg føldi henda sorgardagin. Eg
helt fram at vera hjá Jensiu, sum var eins
og ein mamma fyri meg. Tá hon giftist við
Hergarði føldist tað, sum at eg misti nakað.
Pápi var einsamallur, so eg kom nú at vera
nógv á Breytini hjá Onnu Elisabeth, sum var
gift við Kristiani á Breyt, pápabeiggja. Tá
pápi giftist aftur við Theklu, tá fór eg aftur
til okkara at búgva.
Siðsøga
Húsini í J. Nolsøesgøtu 12. Gøtuborg sæst t.h. Myndin er frá seinast í fimtiárunum
Kristian, pápabeiggi Hervør, og
Poul Jóhan uttanfyri Breytina