Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-31, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016 SOSIALURIN 37 29 Figment Dwells er navnið á nýggjum bólki, ið letur fyrstu útgávuna úr hondum, sum ber brá av, at enn manglar nakað, áðrenn bólkurin fær sæti í okkara tilvitskustreymi SIGURJÓN EINARSSON H eilaspuni. Latum okkum líka dvølja við tað. Alt er heilaspuni. Ella tað vil onkur serfrøðingur gjarna hava okkum at halda. Tí kanska er tað satt. Kanska er okkara veruleiki bara heilaspuni. Einki annað. Eingin livandi vera vil nakrantíð koma til at kenna sannleikan um veruleikan. Tað einasta, vit vita til veruleikan er, hvat heilin fortelur okkum. Tað, ið heilin finnur uppá. Heilaspuni ella ei, so hevur ungi føroyski rokkbólkurin, Figment Dwells, júst útgivið sína fyrstu studiofløgu, ið ber heitið Scopperloit. Fløgan fevnir um ellivu løg, harímillum stakløgini »Goodnight Christopher« og »Norml lil boi«, ið komu út í seinnu helvt av 2015. Figment Dwells er ein sonevndur »alternativur jogurt rokkbólkur« úr Havn, sum tey sjálvi málbera seg. Bólkurin framførdi fyrstu konsertina á vári í 2015 í samband við árligu Sement-tónleikakappingina, og hevur síðani tá spælt konsertir kring landið. Tey ungu, ið manna bólkin eru: Palli Dalsgaard – rytmugittar og sang Sjúrður Samuelsen – høvuðsgittar. Sjúrður Samuelsen hevur eisini framleitt fløguna. Edvin Niclasen – trummur Katrin Sigurpálsdóttir Kamban – bass Blandað ljóðmynd Og bólkurin borðreiðir so sanniliga við nógvum sløgum av »jogurt rokki«. Her er eitt sindur av R.E.M., Green Day, Foo Fighters, 3 Doors Down, Puddle of Mudd, eitt sindur av Grunge. Ja, næstan eitt sindur av øllum. »Norml lil boi« sparkar okkum ígongd í fyrsta sangin­ um á útgávuni, ið er ein skjót­ ur og sterkur inn­gangur, sum marsjerar beint inn í tíni oyru. Einki tvætl. Beint fram. »Coming Home« er næsta lagið, og eisini tað smittar teg við góðum melodiskum tónum. Beisk og ramlig gittarljóð, góðar trummur og ein rámandi góð songrødd, ið vit helst fara at hoyra meira til í framtíðini. Við triðja lagnum, »Goodnight Christopher«, spílast oyruni veruliga út. Eitt frálíkt lag, ið avgjørt er vert at nevna. Hetta er nokk besta lagið á útgávuni, og ein byrjar at hugsa, at aha, hetta kann gott blíva ein av teimum heilt áhugaverdu útgávunum í ár, men har fari eg tíverri skeivur. Tað virkar sum luftin skjótt fer úr ballónini í eftirfylgjandi sangum. Tað eru einstakir glottar í nøkrum av løgunum og ljóðbrotum, men persónliga missi eg eitt sindur áhugan at lurta. Løgini eru tíverri ikki nóg fangandi fyri meg. Satt at siga, veit eg ikki heilt, hvat eg skal siga til tað heila. Tað er einki galið við framførsluni av løgunum. Sangrøddin er heilt góð og tað hoyrist eisini á útgávuni, at tað er blivið kela heilt niður í allar smálutir, men eftir at hava hoyrt útgávuna fleiri ferðir, so má eg bara viðurkenna, at løgini ikki eru sterk nokk. Nógv sløg av jogurti Útgávan kemur tíverri at líða undir, at hon er ov »jogurt«- slig. Hetta er ikki ordiliga punk rokkur, ikki veruliga melodiskur rokkur, ikki veruliga alternativur rokkur, ikki heilt klassiskur rokkur. Hetta er bara ein ónágreinilig blanding av øllum og ongum. Nú skal eg ikki ljóða alt ov negativur, tí útgávan er nú ikki heilt so galin, og ivist ikki í, at tað helst eru áhoyrarar, ið dáma ella fara at dáma tónleikin, sum Figment Dwells kemur við, men Scopperloit ger ikki nóg mikið til at kveikja mín neista persónliga, tíverri. Men latið nú ikki eina gamla rottu taka áræði frá tykkum, dvøljandi heilaspunum. Haldið áfram at prika við tónleikinum. Tað skal nokk okkurt gott spyrjast burturúr, tá alt kemur til alt. Og minnist eisini til, at sannleikin er, at vit ikki vita, hvat tað er, vit hoyra. Vit kenna bert tað, ið heilin vil siga okkum. Alt er heilaspuni, og tí er tað nógv meira, sum vit enn ikki vita. Vit sansa bert tann veruleikan, vit hava sansir til. Tann veruligi veruleikin verður ókendur í allar ævir. Og soleiðis er tað bara. Kanska er alt bara dvøljandi heilaspuni – eisini hetta ummælið. TÁ JOGURTI GERST OV SÚRT ★★★★★ TÓNLEIKUR Ummæli