hósdagur 31. mars 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016
SOSIALURIN 37
42
TRÓNDUR ARGE – MARBELLA, SPANIA
F
øroyska landsliðið gjørdi
alt tað, sum vit mangan
hava fingið ímóti okk
um í altjóða fótbólti, tá
føroyska landsliðið vann 3-2 á
Liktenstein í venjingarlandsdyst
inum í Suðurspania.
Revsing á høgum stigi
Liktenstein hevði bóltin nógv á
egnari hálvu, men fingu onga tíð
á bóltinum á okkara hálvu. Hin
vegin vóru okkara grammir at
vinna bóltin og fara í mótálop.
Her sóu vit fleiri ferðir, at vit hava
sterkar einstaklingar, sum eru í
holt við at læra at spæla saman.
Kaj Leo í Bartalsstovu, Jóan Símun
Edmundsson og Brandur H. Olsen
stóðu fyri tí skapandi og snilda,
meðan spælarar sum Sølvi Vatn
hamar og Hallur Hansson saman
við bakkunum stuðlaðu væl við
góðum renningum.
Serliga málið til 2-0 lýsti væl
avrikið fyrsta tíman. Liktenstein
spældi upp á miðjuna, har áleyp
arin hjá teimum leggur bóltin av
til høgra bakkin, men Kaj Leo í
Bartalsstovu kemur í millum. Jóan
Símun Edmundsson er skjótur av
stað og skorar. Ein av orsøkunum
til, at hann fær so gott pláss er, at
Brandur H. Olsen, Kaj Leo í Bartals
stovu og Sølvi Vatnhamar allir eru
við í skjótálopinum.
Málsøkni skálvíkingurin
Málið til 1-0 lýsir eisini ein miðvøll,
sum er málsøkin. Hallur Hansson
hevur longu fingið nøkur mál
frá miðvøllium, meðan Brandur
Hendriksson Olsen við málinum
til 1-0 vísti, at tað er ikki uttan
orsøk, at hann hevur skotið fleiri
týdningarmikil mál fyri FCK, og
fyri Føroyar móti Grikkalandi.
Hugvekjandi at síggja, at
Brandur H. Olsen í bæði málinum
móti Grikkalandi og Liktenstein
eigur avleveringina út á vongin,
og seinasta fótin á.
Tá nú Jóan Símun Edmundsson
ikki er ein beinleiðis málrevur,
sum bara leitar eftir málinum, so
er týdningarmikið at miðvøllurin
og vengirnir eru málsøknir í sínum
renningum. Tað sóu vit fleiri dømir
um í Marbella. Sølvi Vatnhamar
og Brandur H. Olsen skora, meðan
bæði Kaj Leo í Bartalsstovu og
Hallur Hansson koma til stórar
møguleikar. Hendan samanseting
in kemur vónandi at geva fleiri mál
í komandi undankapping.
Verjuparturin haltar
– til eitt vist
Meðan álopsparturin spældi væl,
so gekk minni væl hjá verjuni.
Skeivar avgerðir kostaðu skaðar
og næstan mál, meðan persónlig
mistøk kostaðu dýrt. Fyrst var
tað Gunnar Nielsen, sum gjørdi
ov nógv av í eini støðu, har Sonni
Ragnar Nattestad hevði tamarhald
á bóltinum, men Gunnar Nielsen
kom út úr málinum. Tað endaði við,
at málverjin bleiv skaddur.
Løtu seinni er tað innskifti
Teitur M. Gestsson, sum órógvar
Sonna Ragnar Nattestad, tá hann
skal stúta vekk eftir horna. Tá var
um reppið, at Liktenstein skoraði.
Í seinna hálvleiki kostaðu tvey
persónlig mistøk frá Jónasi Tór
Næs mál. Tá høvdu okkara upp til
fleiri havt trupulleikar við at rudda
vekk, og sleppa úr trýstinum av
deyðbóltum. Her má ein javnvág
finnast millum framrættaðar og
verjukendar eginleikar á vøllinum.
Gul kort eitt tema
Eitt tema í landsliðshópinum
í løtuni eru tey nógvu kortini,
sum vit fáa. Í dystinum móti
Liktenstein fáa vit fýra gul kort,
meðan Liktenstein fær eitt. Hyggja
vit eisini at undankappingini, sum
júst er farin. So fingu Føroyar fleiri
óneyðugt kort, sum kostaðu fleiri
leikbann. Spælarar sum Hallur
Hansson, Brandur H. Olsen,
Jóan Símun Edmundsson og Atli
Gregersen sótu allir uttanfyri við
leikbanni. Føroyska liðið mundi
fáa helst gul kort í allari undan
kappingini, men tað er serliga hvat
fyri kort vit fáa – og hvussu vit fáa
tey, sum er eitt tema.
Óneyðug fríspørk, samanbrestir
við hjálparfólki uttanfyri vøllin
og mest av øllum grenj. Tað skal
lúkast úr spælinum hjá okkum, tí
vit hava ikki ráð til at skula spæla
uttan okkara bestu í fleiri dystum.
FÓTBÓLTUR Føroyska landsliðið var í einum
øðrvísi leikluti, tá teir vunnu 3-2 á Liktenstein í
Marbella mánakvøldið. Hesa ferð vóru tað okkara,
sum revsaðu hinar upp á skjót mótálop
A-landsliðið
VIT ERU
HINIR OG
HINIR ERU
FØROYAR
ÍTRÓTTUR