Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-31, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2016síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016 SOSIALURIN 37 43 GUNNAR NIELSEN (Út 15.min) Kom ov seint út til eitt inn­legg og brast saman við mót­ støðu­mann. Annað enn tað, so var hann ov stutt á vøllinum til at gera eina meting. BÁRÐUR J. HANSEN 4 Stóð seg væl á høgra bakki, har hann millum annað legði upp til fyrsta málið í dystinum. Stóra styrk­in hjá høgra bakkinum er fram­rættaða spælið, og tað fingu vit at síggja fleiri ferðir. Gjørdi onkr­an feil í verjustøðu, men ann­ ars sann­førandi. ATLI GREGERSEN 4 (Út 78.min) Stýrdi sum altíð væl í verjuni, og hevði fleiri góðar av­ lever­ingar. Bæði styttri og longri av­leveringar. Kostaði eitt gult kort, tá hann spældi sær av við bóltin í vanda­miklari støðu. Er kaldasta høvdið á vøllinum, og tað er tað brúk fyri nú Fróði Benjaminsen ikki er longur á landsliðnum. SONNI RAGNAR NATTESTAD 4 Var sera eyðsýndur í tvídystunum og vann teir flestu. Var onkuntíð ov skjótur at sparka bóltin langt, men prógvar ferð eftir ferð, at tann hevur fingið eina framúr fót­bólts­ gávu. Átti fleiri ferðir høvdið á bólt­in, tá Liktenstein sendi bóltar inn­fyri. GILLI R. SØRENSEN 3 Eitt javnt gott avrik á bakkinum, men hevur fyrr fingið meiri burt­ ur­úr. Bleiv ongantíð spældur í yvir­ lapp­inum, sum annars vóru fleiri í tali. Hevði onkran svipsara í verju­ støðu, har hann bleiv snýttur, men sum heild eitt góðkent avrik. TRÓNDUR JENSEN 4 Spældi sín fyrsta landsdyst og kom væl frá uppgávuni. Fekk eitt gult kort við á vegnum, men bleiv ann­ars sjáldan avbjóðaður í verju­ støðu. Tordi at hava bóltin í álops­ støðu og flutti bóltin væl runt. Skal nú prógva í heimligu kappingini, at hann eigur plássið, hóast fleiri eru um boðið. HALLUR HANSSON 4 Eitt gott og orkuríkt avrik á miðjuni. Er vaksin við uppgávuni og tekur ábyrgd, sum royndasti maðurin á miðvøllinum. Er ótrúliga væl fyri og tað sæst aftur á vøllinum, tá mótstøðumenninir ikki orka at renna aftaná honum. Kundi havt skorað, men spældi sum heild væl. BRANDUR H. OLSEN 4 (Út 87.min) Prógvaði aftur, at hann er vandamikil frammanfyri mál­ inum. Eins og móti Grikkalandi, so eigur hann bæði avleveringina út í síðuna, og seinasta fótin á inn­ legg­inum. Helt væl í bóltinum og slapp sær skilagott av við hann. Sann­før­andi avrik. SØLVI VATNHAMAR 4 (Út 65.min) Skorar sítt fyrsta lands­liðsmál og hevur enn eina ferð stað­fest, at hann er rætti mað­ ur­in til høgra vongin. Arbeiður sum altíð hart og hevði onkrar góðar dribblingar. Okkurt kundi verið betri, men sum heilt yvir miðal. KAJ LEO Í BARTALSSTOVU 4 (Út 90.min) Kom fleiri ferðir í góðar støður á vinstra vonginum. Kom bæði til innlegg og skot. Rakti millum annað stongina við góð­um skoti. Átti eisini fótin, sum vann okkum fótin tá Jóan Símun Edmundsson skoraði. Sær spenn­ andi út hjá gøtumanninum, sum tó í løtum datt úr dystinum. JÓAN SÍMUN EDMUNDSSON 5 (Út 78.min) Er í einum flokki fyri seg á landsliðnum. Skoraði og legði upp til mál hesaferð. Málið var á høgum stigi, har hann revsaði í mótálopi, meðan uppleggið var ein hegnisligur stútari. Toftamaðurin var eisini á bóltinum nógv og tók lut í flestu av álopunum hjá okk­ um. Einasta minuspunktið er gula kortið, sum kemur tíðliga, og hann kundi í ringasta føri verið útvístur longu í fyrra hálvleiki. TEITUR M. GESTSSON 3 (Inn 15.min) Hevði eina framúr bjarging og onkra aðra góða við. Var ikki nóg avgjørdur í onkrum deyð­bólti, sum mundi kostað. Eitt góð­kent avrik, men tú situr við einu kenslu, at ein Teitur á topp­ inum hevði fingið hondina á annað av málunum. JÓNAS TÓR NÆS 2 (Inn 62.min) Helst vánaligastu minuttirnir hjá roynda bakkinum á landsliðnum. Kom inn á vinstra bakk­in, og átti lut í báðum mál­ unum hjá Liktenstein. Fekk held­ ur ikki bóltin innfyri, tá hann kom fram við. Má nú heim til B36 at prógva, at hatta bara var ein svips­ari. JÓHAN TROEST DAVIDSEN 3 (Inn 78.min) Kom inn í miðverjuna fyri Atla Gregersen. Stóð seg sum so væl, men var partur av eini verju, sum bleiv nakað kroyst, og illa klár­ aði at rudda vekk í avgerandi løt­ unum. KLÆMINT A. OLSEN 3 (Inn 78.min) Tað var líka við, at áleyp­arin fekk sítt fyrsta mál í lands­liðstroyggjuni, tá hann sendi flatt inn­legg í mál, men tíverri var rang­støða í uppspælinum. Kundi í ein­um føri spælt heldur enn at skot­ið, men annars eitt klassiskt Klæmint avrik, har hann eltir alt hann sær. PÓL JÓHANNUS JUSTINUSSEN (Inn 87.min) Ov stutt inni til at gera eina meting, men fekk seg royndan teir fáu minuttirnar hann var á vøllinum við fleiri tvídystum. ÁRNI FREDERIKSBERG (Inn 90.min) Eisini ov stutt inni til at gera eina meting, men eins og liðfelagin omanfyri, so kláraði hann at vinna ein góðan bólt og fáa seg royndan, hóast talan var um fáar minuttir. LARS OLSEN 4 Hevði fimm góðar venjingar við liðnum fram til dystin, har hann eftirlýsti at okkara skuldu tora at verða favorittar, umframt at verða neyv­ari frammanfyri málinum. Hann fekk bæði burturúr dyst­ inum. Upp­leggið riggaði væl, har okk­ara revs­aðu Liktenstein, tá teir gjørdu mis­tøk. Telur tó niður, at hann ikki kláraði at fáa liðið at halda fokus seinasta hálva tíman. Huga­ligt at síggja okkara menn revsa eitt mótstøðulið, sum tey plaga at revsa okkum. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Góðkent Góðkent avrik, er ein tann mest nýtti setningurin, tá talan er um før­oysk avrik í altjóða kanning. Tað er eis­ini lýsingarorðið vit kunnu brúka um hetta avrikið. Vit vinna 3-2, og føra eitt skifti 3-0. Útfallið av dyst­inum var ongantíð í vanda, men tað sær ikki so gott út, at vit sein­astu løtuna verða kroystir av Liktenstein. Samanumtiki er talan um góð­ kent avrik, har vit hava fingið svar upp á nakrar spurningar. Millum ann­að, at vit eru uppgávuna vaks­ in, tá tað kemur til at hava leik­lutin sum favorittur. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Spælarametingar MYNDIR: FSF