hósdagur 31. mars 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016
SOSIALURIN 37
44
TRÓNDUR ARGE – MARBELLA, SPANIA
S
jáldan hevur avrikið ver
ið á so høgum stigi, sum
tá Sølvi Vatnhamar skor
aði sítt fyrsta mál fyri
A-landsliðið. Í ein tíma revsaði før
oyska landsliðið Liktenstein fyri at
kalla hvønn tann einasta feil, sum
teir gjørdu. 3-0, og Føroyar vóru
ávegis einum stórsigri, men tað
var um reppið, at okkara tveittu
alt fyri borð. Tvær ferðir minkaði
Liktenstein um munin, so úrslitið
bleiv 3-2.
Tað sær ikki eins pent og
sannførandi út, men tað er ein uggi
at vit vita, at vit kunnu skjóta mál
og skapa vandamiklar møguleikar
– serliga móti eini mótstøðu sum
minnir um styrkina hjá Andorra.
Skulu tora
Boðskapurin til hendan vejingar
dystini hevur verið, at nú skulu
vit tora at spæla sum favorittar.
Vit skulu tora at hava leiklutin,
sum vit plaga at geva frá okkum
til flestu landsdystirnar – fyri ikki
at siga øllum.
Lars Olsen, landsliðsvenjari,
hevur heldur ikki fjalt, at hann
ynskir, at vit tora at spæla við tí
frámerkinum, at vit undan einum
dysti skulu tora at vinna.
Landsliðsvenjarin hevur í huga
num, at vit í størri mun koma at
hava ein favoritt leiklut til ávísar
dystir.
Andorra um eitt ár
Longu í komandi undankappingini
eru vit í bólki við Andorra, sum er
ein av smátjóðunum, ið vit meta
okkum við. Tá eru vit favorittar.
Eitt annað, sum er týdningar
mikið at hava í huga er, at útidyst
urin verður spældur í Andorra 25.
mars 2017. Tað er um júst eitt ár í
líknandi umstøðum.
Nú hava vit tryggjað okkum,
at vit kenna til umstøðurnar og
kunnu vænta av okkara spælarum,
at teir eru til reiðar at spæla í mars
mánaði, vera favorittar og vinna.
Góð landsliðssamling
Ferðalagið hjá landsliðnum lendi
í Malaga seint hósdagin 24. mars.
Síðani hevði Lars Olsen tvær venj
ingar um dagin í tveir dagar, meðan
tað var ein venjing dagin undan
dystinum.
Tað er púra vist, at landsliðs
venjingarnar gagna fleiri av spæl
arunum. Serliga teimum, sum
spæla heima á klettunum til dag
ligt. Her verður vant á hægri stigi
enn vanligt, og tað gevur heimligu
spælarunum fleiri avbjóðingar.
Tað er óvist um onkrir av úti
setunum fáa so nógv burturúr, tá
teir til dagligt venja við feløgum
sum Dinamo Bukarest, OB og AaB.
Hinvegin kann tað verða deiligt hjá
teimum at koma til hóp, har teir
eru lyklaspælarar.
Allar fimm venjingarnar í
Marbella tóktust hava eitt enda
mál, umframt at vera á rímiliga
høgum stigi. Tað hevur fyrr verið
lykilin til góð úrslit á landsliðnum,
at liðið sleppur at hugsavna seg
um at venja saman í longri tíð. Tað
hjálpti eisini væl, at vøllurin lá á
gistingarhúsinum og allir spæl
ararnir vóru tøkir.
Lættur stemningur
Undan dystinum var ein lættur
stemningur millum spælararnar
og venjararnar. Vanligt er at tú
nærmast følur, hvussu spentir
spælararnir eru dagin fyri ein
landsdyst, men við at hetta var ein
venjingardystir, so var spennings
stigið væl lægri enn vanligt.
Tað tóktist eisini ávirka ein
spælara sum Trónd Jensen, sum
kom við upp á avboð, men endaði
sum miðpunktið í føroyska spæl
inum. Hann hevur allar venjingar
nar víst, at tá bóltinum umraður, so
er á høgum stigi fyri ein spælara,
sum ikki hevur verið á landsliðnum
fyrr.
Skal nakað ringt finnast í lætta
stemninginum, so er tað helst at
spælararnir tóku nakað lætt upp
á uppgávuna, tá vit so eina ferð
komu á odda 3-0. Tá var tað upp
til okkum at seta punktum fyri
dystinum, men haltandi verju
spæl í fleiri førum endaði við, at
Liktenstein fekk tvey mál.
Sungu sigurssang
Í løtuni eftir at dómarin bríkslaði
fyri seinastu ferð, var ein eitt
sindur løgin stemningur. Vit hava
ÍTRÓTTUR
Tróndur Jensen
FÓTBÓLTUR Føroyar vóru ávegis einum stórsigri í venjingarlands
dystinum móti Liktenstein, men misjavnt verjuspæl mundi sent alt fyri
borð. Dysturin er ein frumframsýning av undankappingardystinum,
sum verður móti Andorra um sama mundi komandi ár
A-landsliðið
FRUMFRAM-
SÝNINGIN
TIL ANDORRA
Tróndur Jensen bleiv spælari nummar
150, sum umboðar føroyska landsliðið
síðani vit fingu altjóða limaskap í 1988
– Tað var øgiliga gott og stuttligt
at sleppa at spæla, men tað
týgningarmesta var at vinna.
Tað var ein góð kensla at spæla
á miðjuni. Hatta eru nokk ikki
vanligar umstøður á landsliðnum,
at eg fái so nógv pláss á miðjuni,
men tað er lætt at spæla saman
við Halli Hansson og Brandi H.
Olsen, og eg haldi at vit funnu væl
útav tí. Tað var hægri tempo enn
vanligt, og tað var vandamikið
at missa bóltin, sigur Tróndur
Jensen, sum spældi sín fyrsta
landsdyst mánakvøldið.
- Tað týdningarmesta var at
vinna, men tað hevði sæð flottari
út um vit spældu í ein hálvan
minutt minni. Eg eri glaður fyri at
haba spælt mín fyrsta landsdyst.
Hetta hevur verið eitt minnilig
upplivilsi, sigur Tróndur Jensen,
sum fer at hugsvana seg um HB
aftur.