Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Liljan weihe Kjak síða 16 Hvør mani­ pu­ler­ar hvønn? Óluvá klettskarð Kjaks síða 16 Svínoy fær ak­ fars­skráa Spurningurin um havn­ar­út­bygg­ ing­ina í Havn er um at gerast eitt heitt politiskt mál. Tað er serliga Tjóðveldi í Tórs­ havn­ar býráð, sum hevur stríðst í­móti samtyktu havn­ar­út­bygg­ing­ ini, sum Tjóðveldi er farið at tosa serliga harðliga ímóti, eft­ir at flokk­ ur­in tók seg úr sam­gong­uni. Hóast allar súðir tyktust syft­ ar, so mangl­aði ein instansur: Bý­ ar­skip­an­ar­nevnd­in hjá landinum, sum Sir­ið Stenberg varðar av. Grundgevingar hjá bý­ar­skip­an­ ar­nevnd­ini eru millum annað: – At havnin fer at fylla ov mikið í mun til býin. At útbyggingin fer at skemma høvuðsstaðin, at út­bygg­ ing­in kann elva til ov stórt trýst á ver­andi vegakervi. Nevndin stað­ fest­ir, at ferðslan eins og í dag fer at verða eftir Havnargøtu og haðani eft­ir Jónas Broncks gøtu ella Yvir við Strond. (J. Broncksgøta varð ann­ars stongd fyri tungari ferðslu fyri fleiri harrans árum síðani). Nevndin metir, at tað ber ikki til at skipa ferðsl­una soleiðis, at hon ikki verð­ur til ampa fyri borgarar, sum búgva nær­indis. Og so heldur hon ikki, at hetta er góð planlegging hjá bý­ráðnum í Havn. Hetta málið luktar illa – tað er næst­an hult í politiskari slavtoku. Samd ella ósamd, so er tað ein dem­o­krat­isk­ur meiri­luti í Tórs­ havn­ar komm­unu, sum hevur tik­ ið eina av­gerð, sum ein tilvildarlig nevnd av em­bætisfólki kolldømir. Og pol­it­iski myndugleikin er floks­ fel­agi hjá teimum í Havn, sum vilja ætl­anini til lívs. Stóri trupulleikin er bara, at ráð­ frú­an á økinum situr við mandati frá borg­ar­stjór­anum í Havn. Torir hon at taka Tórshavnar komm­unu av ræði? Bý­ar­skip­an­ar­ nevnd­in er bara ráð­gevandi. Heðin Mortensen gjørdi í síðstu viku greitt, at hann er fyrst og fremst borgarstjóri í Havn – og so løg­tings­mað­ur. Vit kunnu halda so nógv og meina so nógv. Men hví skal Tórs­ havn­ar Havn ikki vera mitt í Havn? Og hví skal tað ikki bera til at tryggja tungu ferðsluna yvir við Strond? Um tað er illvilji ímóti Tórs­havn­ ar kommunu – so er tað ikki so vist, at Sir­ið Stenberg er sterkari enn Heð­in Mortensen. Um hann vil, so hál­ar hann tepp­ ið undan lands­stýr­is­kvinn­uni – og fyri tað all­ari samgonguni við – um tað eydn­ast Tjóð­veld­i­num at steðga út­bygg­ing­ini av Tórshavnar Havn. er Heðin sterkari enn sirið? Samgongan kann rúka upp á havnarútbyggingina í Havn Volkswagen er higartil í ár mest seldi bilur í Føroyum. Tað vísa nýggjastu hag­ tøl­ini frá Aktstovuni, sum hev­ur gjørt bilasøluna upp fyri tríggjar teir fyrstu mán­að­irn­ar í ár. Sølan av bilum veksur støð­ugt, og framgondin hig­artil í ár er eisini tann sama, sum hon hevur verið í longri tíð. Higartil í ár eru seld 606 nýggj akfør. Tað eru 56 fleiri enn somu tíð í fjør, ella ein vøkstur upp á 17,44 prosent. Seinastu mongu árini hev­ur tað serliga verið Toy­ ota, sum hevur verið mest seldi bilur í Føroyum. Í fjør og í 2013 var tað Citroen, sum vann á Toyota um at vera fremst. Í fjør varð seld­ ur ein Citroen bilur fleiri enn Toyota. Men higartil í ár er tað so Volkswagen, sum hevur tik­ið leiðsluna. Seldir eru 67 Volkswagen, 66 Toyota og 62 Citroen. Skrásett nýggj akfør tríggj­ar teir fyrstu mán­að­ irn­ar í ár: Volkswagen 67 Toyota 66 Citroen 62 Mitsubishi 62 Nissan 52 Ford 44 Honda 22 Peugeot 21 Suzuki 19 Variant 19 VW og Toyota kappast 1. plássið Hóast brævapostur er mink­ að­ur niður í næstan einki, so liggja tey á Posta ikki á latu síð­uni. Fríggjadagin kundu al­ menna postverkið há­tíð­ar­ halda, at fjøruti ár eru liðin, síð­an landsstýrið yvirtók post­verkið frá danska stat­ i­num. Tí mugu aðrar leiðir finn­ ast, heldur Joel undir Leiti­ num, stjóri í Posta. Stovnurin má áhaldandi hugsa um nýhugsan í eini tíð, har gamla postvirksemið er í harðari kapping við int­ er­netið. Heldur enn fara í horna­tøk við internetið, so ynsk­ir stjórin at brúka nýggju tøknina til fyrimun fyri Posta. Tað skal gerast við eini nýggjari app. – Um fáa vikur er ein app klár, har fólk m. a. fáa møg­ u­leikan at fylgja síni vøru. Tað vil siga at í tí løtu pakkin kem­ur í skipanina hjá Posta, so fær brúkarin fráboðanir, hvørja ferð hon skiftur hend­ ur. Appin fer at brúka før­ oysk­a skip­anin Mín­lykil, og tað eis­ini skal bera til at rinda rokn­ingar við henni, sig­ur stjór­in á Posta. – Tá tú fær eina rokn­ing ella gjald frá Posta, so kanst tú bein­an­veg­ in gjalda tað gjøgn­um tel­ e­fon­ina, sigur hann. K a n s k a størsta ný­hugs­an­in er hugskotið Heimkeyp, ið eisini verður í appini. – Vit hava sagt við heil­ sølur og handlar, at vit eru klár at koyra matvørur til fólk. Ímynda tær at búgva í Elduvík og ikki eiga bil. Nú ber til at fáa vøruna til dyrn­ ar. Fyri handlar merkir hetta, at alt Føroyar verður teirra mál­bólkur. – Við møguleikanum at keypa á netinum, so er spurn­ing­urin, hvar tú býr í landinum, ikki longur ein forð­ing fyri góða góðsku ella úrval, segði Joel undir Leit­i­num á hátíðarhaldinum í Norðurlandahúsinum fríggja­dag­in. Tá vøran er bíløgd, verður hon løgd í termokassar og koyrd út til brúkaran. Matvørur til dyrn­ar frá Posta Joel undir Leitinum greiddi frá nýggju visjón­unum hjá Posta á hátíð­arhaldinum í Norðurlandahúsinum fríggjadagin