mánadagur 4. apríl 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TRÆTAN UM BUMM
GJALDIÐ LEGGJAST FYRI
FØROYA RÆTT
Tað er nokk bara ein máti at fáa eina endaliga avgerð, heldur Ingolf S. Olsen, tingmaður
Áki Bertholdsen
Fyri at fáa eina endaliga
avgerð um bummgjaldið í
undirsjóvartunlunum, verð
ur tað helst neyðugt at leggja
málið fyri dómsvaldið at
taka støðu til.
Tað heldur Ingolf S. Olsen,
tingmaður fyri Tjóðveldi.
Hann vísir á, at stór
ósemja er um, hvussu lógin
um Vágatunnilin skal skilj
ast. Summi tvíhalda um, at
lógin skal skiljast soleiðis, at
tá ið tunnilin er skuldarfríur,
skal tað vera ókeypis at
koyra. Aðrir politikarar tví
halda um, at eisini parta
peningurin, landið setti í
tunnilin, skal vera goldin,
áðrenn talan kann verða um
at hugsa um ókeypis koyring.
Ingolf S. Olsen staðfestir,
at lógin skal haldast, og tað
skal ein politisk eisini.
– Trupulleikin er bara
tann, at ósemja er um,
hvussu lógin um skal tulkast,
og tað er ein spurningur, vit
mugu fáa avgreiddan, sigur
løgtingsmaðurin.
Tað er eisini ósemja um,
hvørjar avtalur eru gjørdar.
Sjálvur er Ingolf S. Olsen ný
valdur á ting, so hann sigur,
at hann veit ikki, hvørji
munnlig lyfti vórðu gjørd, tá
ið tunlarnir vórðu samtyktir
fyrst í hesi øldini.
– Men alt tað, eg havi
hoyrt, var talan um, at koyr
ingin skuldi vera ókeypis, tá
ið lánini vóru goldin, og ikki
partapengarnir eisini.
– Tað er heldur neyvan
nakar sum hevur hugsað
sær, at landið onki skuldi
rinda fyri tunlarnar, leggur
hann afturat.
Og hann heldur, at spurn
ingurin er, um ikki einasti
máti at fáa tað endaliga
staðfest, er at fáa rættar-
skipanina at taka støðu til
málið.
Hann hevur ikki heilt
gjørt sær greitt, hvussu hann
ætlar at fáa málið fyri rættin,
men vísir á, at ein máti kann
vera at gera, sum Marjus
Dam ætlar at gera, og sum
tað ber til at lesa um í hinari
greinini her á síðuni.
Men sjálvur veit hann
ikki um hann fer at gera
sum Marjus Dam, tí so langt
hevur hann ikki hugsað,
sigur hann.
Hinvegin heldur hann
ikki, at tað er stórvegis nytta
í at taka málið uppaftur til
politiska viðgerð, fyrrenn
greiða er fingin á, hvussu
lógin skal tulkast.
Sita við apuni
Hann heldur, at tey, sum
gjørdu lógina á sinni, hava
gjørt eitt mistak við tað, at
lógin er ikki nóg greið.
– Men nú verður so roynt
at senda sitandi samgongu
apuna. Og í roynd og veru
sita vit eisini við apuni, sigur
Ingolf S. Olsen.
– Men tað er bara tí at
undanfarnu
samgongur
ikki hava loyst málið, leggur
hann afturat.
Hinvegin heldur hann,
at var tað ein avtala, og eitt
lyfti, at bummgjaldið skuldi
avtakast, kundi tað bara
verðið gjørt.
–
Spurningurin
um,
hvussu vegir, tunlar og brýr,
skulu haldast, er ein heilt
annar spurningur, sum vit so
mugu fáa semju um, leggur
hann afturat.
– Men øll, sum krevja
bummgjaldið burtur, mugu
so eisini vera til reiðar at
útvega aðrar inntøkur fyri at
fíggja rakstur og ábøtur. Og
tað kann bara takast inn við
at hækka vegskatt, avgjald á
bensini og diesel, ella øðrum
avgjøldum.
– Tað ber ikki til at kreva
bummgjald
fyri
einstøk
vegastrekki fyri at kuna
fíggja røktina, tí tað má
gerast í eini heildarskipan, og
er tunnilin goldin í ár, eigur
hann helst at vera ein partur
av vegakervinum, sum alt
annað.
Hinvegin hevur Ingolf S.
Olsen onga patentloysn upp
á, hvussu samferðslukervið
skal fíggjast.
Men ein máti kundi verið
at koyrt allar vegir og tunlar
í eina pulju, har eitt gjald
fyri at koyra ígjøgnum ein
tunnil, er galdandi fyri allar
tunlarnar.
– Tað ber eisini til at gera
eina skipan, har tað er nógv
bíligari hjá teimum, sum
búgva í útjaðaranum, bæði
at koyra og at sigla, heldur
Ingolf Olsen.
BUMMGJALD
ÓHUGSANDI
– Tað er heldur neyvan nakar sum hevur hugsað sær, at landið onki skuldi rinda fyri tunlarnar, helt Ingolf S. Olsen,
tingmaður, á fjølmentum fundi í Vágum mikukvøldið um bummgjaldið í Vágatunlinum