mánadagur 4. apríl 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38
EGGJAR VÁGAFÓLKI TIL
AT GERA UPPREISTUR
Marjus Dam er til reiðar at verða drigin í rættin, tí hann er sannførdur um at hann vinnur
Áki Bertholdsen
Nú er stundin komin, at
vágafólk
gera
uppreistur
ímóti bummgjaldinum fyri
at koyra ígjøgnum Vága
tunnilin.
Tað heldur í hvussu er
Marjus
Dam,
kommunu
lækni í Vágum, og fyrrver
andi løgtingsmaður.
Hann tvíheldur um, at
tað er ein avtala ímillum
Løgtingið og vágafólk, at
tá ið skuldin í undirsjóvar
tunlinum er goldin, skal tað
vera ókeypis at koyra ígjøg-
num hann.
Og nú er tað komið hartil,
at tunnilin er skuldarfríur
og tískil krevur hann Marjus
Dam, at tað skal vera ókeypis
at koyra ígjøgnum.
Men sum tað sær út í
løtuni er tað meiri enn iving-
arsamt um tað fer at henda.
Eitt er, at nú eru tað bara
fýra ella fimm løgtingsmenn
eftir av teimum, sum sam
tyktu tunnilin. Eitt annað
er, at lógin er so ógreið, at
fleiri politikarar skilja hetta
ikki sum nakrað avtalu. Og
harafturat kemur so eisini
tað, at heldur ikki aðrir
politikarar, sum mannaðu
Løgtingið, tá ið tunnilin varð
samtyktur, minnast nakað til
nakra avtalu.
Stendur við sítt
Men Marjus Dam stendur
við sítt. Og hann er so støðu
fastur, at hann nú ætlar sær
at gera beinleiðis uppreistur
ímóti bummgjaldinum.
Í hesum sambandi fer
hann nú at strika haldið,
hann hevur fyri at koyra
ígjøgnum Vágatunnilin.
Sostatt fer haldið hjá hon
um úr gildi nýggjársaftan, og
hann mælir nú øllum vága
fólki um at gera tað sama.
Hinvegin ætlar hann sær
ikki at gevast at koyra fyri
tað.
– Eg ætli mær at koyra
ígjøgnum Vágatunnilin sum
vant, men eg ætli mær bara
ikki at rinda fyri tað, sigur
Marjus Dam.
Og hann leggur dent á,
at hann fer hvørki at rinda
rokningar, ella rykkjarar frá
tunlafelagnum.
– Kemur tað til skarpsker-
ingar, eri eg til reiðar at fara
í rættin við málinum, sigur
hann.
Tað er hann til reiðar til,
tí hann ivast ikki í, at kemur
tað hartil, verður hann frí
kendur.
Eftir hansara tykki er
tað ein glasklár avtala, at
tá ið lánið var goldið, skuldi
koyringin verða ókeypis.
– Ein avtala er ein avtala,
og ein avtala skal haldast,
staðfestir hann.
– Serliga mugu vit kunna
hava álit á eini avtalu,
politiski myndugleikin ger,
tí annars rýkur trúðvirðið
hjá henni, sigur Marjus Dam.
BUMMGJALD
Lætt at loysa trætuna um bummgjaldið
Áki Bertholdsen
Tað ber til at loysa træt
una um bummgjaldið fyri
at koyra ígjøgnum undir
sjóvartunlarnar, bæði skjótt
og væl
Tað heldur Bjørn á Heyg
um, løgfrøðingur.
Og tað kann gerast við
at leggja uppskot fyri Løg
tingið, og at fáa Løgtingið
at samtykkja, hvussu lógin
skal tulkast.
Løgfrøðingurin heldur,
at tað er ósamsvar ímill-um
sjálva lógina, og viðmerk-
ingarnar til lógina.
Í lógini stendur, at tunl
arnir skal handast land
inum,
tá
ið
útveganar
kostnaðurin er goldin við
brúkaragjaldi.
Og tað stendur eisini í
lógini, at við útveganarkost-
naði meinast tær »samlaðu
byggiútreiðslunar til vegir,
brúgvar
og
tunnilsgerð
v.m.«
Bjørn á Heygum sigur, at
hetta er ikki til at misskilja.
– Hetta er púra greitt, og
hetta merkir, at allur kostn
aðurin fyri tunnilin skal
rindast aftur, eisini parta-
peningurin frá landinum.
Ósamsvar
Hinvegin ásannar hann,
at tað, sum stendur í við
merkingunum til lógina er
ikki rættiliga í samsvari við
tað, sum stendur lógina.
Í viðmerkingunum til
lógina stendur, at »landið
fær ognarrættin til samlaða
anleggið, tá ið íløgan er fult
útgoldin«.
Bjørn á Heygum stað
festir, at íløgan er tað, sum
er brúkt upp á tunnilin.
Men í viðmerkingunum
til lógina um Norðoyatunn
ilin eisini, at arbeitt verður
við eini íløguætlan upp á
330 milliónir krónur, men
at ein partur av hesi upp
hædd skal tó fíggjast við
bummpengum, so at lands
kassans partur verður til
samans 225 milliónir krón-
ur.
Tað stendur eisini, at
nýtslugjøldini skulu fíggja
bæði afturgjaldingina av
lánunum til byggingina,
og raksturin av vegnum til
tunnilin.
Bjørn á Heygum stað
festir, at tað stendur einki
um, at nýtslugjøldini skulu
fíggja nakað annað.
Tað stendur somuleiðis
í
viðmerkingunum,
at
nýtslugjøldini skulu vera
so stór, at felagið hevur ráð
at rinda rentur og avdráttir,
umframt at rinda fyri rakst
ur og viðlíkahald.
– Sostatt eru nýtslugjøld
ini ikki ásett eftir kostn
aðinum tilsamans, men eft
ir lánunum og rakstrinum.
Bjørn á Heygum sigur,
at eftir hansara tykki er tað
heilt týðiligt, at tað, tosað
verður um at nýtslugjøldini
skulu brúkast til, er avmark
að til at rinda lánini aftur.
– Viðmerkingarnar vísa,
at politiska ætlanin var, at
bummgjaldið skuldi bara
brúkast til at fíggja lánini.
Kortini ásannar Bjørn á
Heygum, at tað, sum stend
ur í sjálvari lógini, er eitt
sindur í mótstríð við hetta,
– Sjálv lógin er óheppið
orðað, ásannar hann
Skjótt og væl
Bjørn á Heygum heldur, at
tað ber til at togast aftur og
fram um, hvussu lógin skal
tulkast.
Men málið kann loysast
skjótt og væl við at leggja
eitt uppskot fyri Løgtingið,
har tað verður skorið út
í papp, hvussu lógin skal
tulkast.
– Tað ber væl til at
broyta lógina, soleiðis, at
hon er í samsvari við við
merkingarnar og ætlanina
hjá Føroya Løgtingi, og so er
trupulleikin úti av verðini,
sigur Bjørn á Heygum.
LEGGUR TRÝST Á
- Eg ætli mær at koyra ígjøgnum Vágatunnilin sum
vant, men eg ætli mær bara ikki at rinda fyri tað, sigur
Marjus Dam. Og hann mælir øllum vágafólki til at gera
tað sama fyri at leggja trýst á myndugleikarnar
Kemur tað til skarpskeringar, eri
eg til reiðar at fara í rættin
Tað er lætt at loysa ósemjuna um bummgjaldið - og tað kann gerast bæði skjótt
EINGIN IVI
Tað er eingin ivi um, hvat politikarar hava ætlað, men lógin
sigur nakað annað, sigur Bjørn á Heygum, løgfrøðingur