Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. apríl 2016 · Nr. 38 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Tað kann væl verða, at eg verðið koyrdur frá sum lands­stýrismaður. Men tað skal so í hvussu so er ikki vera av kleyvarskapi. Tað gjørdi Henrik Old, lands­stýrismaður í sam­ ferðslu­málum púra greitt á fundi í Skúlanum á Gilja­nesi mikukvøldið um bumm- gjald­ið. Men hann helt nú eisini fyri, at tað var ikki vist, at tað hevði verið nakar fyrimunur fyri vágafólk, at hann fór frá, sum landsstýrismaður, tí tað kundi saktans hugsast, at eftirmaðurin verður verri. Samstundis, at hann ætl- ar ikki at taka nøkur óráð fyri. Hann staðfestir, at tað stendur í lógini fyri Vága­ tunn­ilin, at, tá útveganar- kostnaðurin er fult aftur- goldin, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar. Og tað verður eisini skor­ið út í papp, at við út- vegan­ar­kostnaði skilst allar útreiðslunar til vegir, brúgv­ ar og tunnilsgerð, for­kann­ ingar, projektering, fíggj­ arkostnað, og annað. – Hendan lógin er fram­ vegis í gildi og tað vísir seg ikki at vera undirtøka fyri at avtaka hana, sigur lands­ stýrismaðurin. Kom ongantíð Henrik Old vísir eisini á, at tá ið Jørgen Nicla­sen, fyrr­ verandi var lands­stýris­mað­ ur í bæði fíggjarmálum, og í tunlamálum, boðaði hann frá, at av tí at hann fór at leggja uppskot fyri Løgtingið við tí endamáli at útgreina, hvussu lógin skal tulkast, og at onki bummgjald skal vera tá ið lánið er afturgoldið. – Trupulleikin er bara tann, at Jørgen Niclasen legði ongantíð nakað upp­ skot fyri Løgtingið og tí er lógin framvegis í gildi. – Tað er óskiljandi, at Jørgen Niclasen ikki av­ greiddi málið, tá ið hann hevði allar møguleikarnar fyri at gera tað, tí hann er ein­asti landsstýrismaður nakran­tíð, sum bæði hevur um­sitið fíggjarmál og tunla­ mál, sigur Henrik Old. Jørgen Niclasen, fyrr­ verandi landsstýrismaður í tunlamálum, og fíggjar­mál­ um, sigur, at orsøkin til at hann ikki fór í løgtingi, var, tí at hann tey vóru púra sann­ førd um, at tað var óneyðugt. Páhaldið hjá Henriki Old er, at tað var tí at Jørgen Niclasen fekk ikki undirtøku í samgonguni fyri tí. Og hann ásannar, at tað hevur víst seg at vera ómeta­ liga torført at finna eina politiska semju um, hvussu nú skal farast fram. – Tað var harmiligt, at tað ikki stendur í lógini, at hon fer úr gildi aftur, tá ið lánið er afturgoldið, tí so var trupulleikin loystur. – Men í dag eru bara fimm fólk eftir í politisku skipanini, sum eisini vóru í Løgtingi og landsstýrið, tá ið lógin varð samtykt. – Tey eri eg sjálvur, Páll á Reynatúgvu, Annita á Fríðriksmørk, Heðin Mort­ en­sen og Edmund Joensen. – Tað er ein orsøk til, at tað er ein ávísur trupulleiki at fáa semju um eina loysn. Henrik Old sigur, at hann fer at hugsa seg væl um, tí skal hann frá sum lands­ stýris­maður, áðrenn hann ætlar sær sjálvur at leggja frá sær, skal tað í øllum førum ikki vera av kleyvarskapi. Hinvegin hevur hann onga patentloysn upp á, hvussu málið verður loyst, og tað ætlar hann at brúka eitt sindur av tíð upp á. Tískil ber heldur ikki til at siga nú, hvør loysnin verður. – Ein loysn kundi verið at avtikið lógina av, ella at broytingar verða gjørdar, so at gjaldið verður ymiskt, alt eftir, hvar tú býrt. – Summi halda, at tað er órímiligt, at at tey, sum búgva í útjaðaranum, og brúka samferðsluna nógv, skulu rinda líka nógv, sum tey, sum bara brúka hana lítið. Sjálvur ivast hann í, um undirtøka fæst fyri at avtaka lógina og at gera tað púra ókeypis. Hann er greiður yvir, at politik­arar, sum ikki sita í Løg­t­ing­inum longur, ella sum sita í and­støðu, eru al­ tráðir eftir at fáa koyr­ing­ina ókeypis. Men tað gevur hann lít­ið fyri, tí hann sigur, at trupul­leikin er ikki nýggjur, og teir kundu havt loyst tað, tá ið teir sjálvir høvdu møguleikan, men tað kláraðu teir so ikki, leggur hann aft­ urat. Bummgjaldið heldur fram Felagið, sum eigur og rekur báðar undirsjóvartunlarnar, hevur aðalfund í næstum og tá skal í øllum førum støða takast til, hvussu farast skal fram hesa næstu tíðina. Og har fer Henrik Old at umboða partapengarnar hjá landinum, og sostatt eigur hann avgerðina einsamallur. Hann ivast ikki í, at av­ tekur hann bummgjaldið, verður hann koyrdur sum landsstýrismaður dagin eftir. – Eg havi fingið greitt at vita frá løgfrøðingum, at tað ber ikki til at avtaka bummgjaldið, samstundis sum lógin er í gildi, so antin má hon avtakast, ella í minsta lagi, broytast. BUMMGJALD Landsstýrismaðurin í samferðslumálum sær fyri sær, at bummgjaldið fer at verða kravt fyri at koyra ígjøgnum Vágatunlinum í eina tíð afturat EG SKAL IKKI KOYRAST FRÁ AV KLEYVARSKAPI Tað hevur Henrik lov til Nú hava vit bara eitt at gera, og tað er at halda tað, vit hava lovað, heldur Halla Samuelsen Á seinasta aðalfundi í felagnum, sum rekur undir­ sjóvar­tunlarnar, varð samtykt, at 10 desember í ár, tá ið Vágatunnilin fyllir 14 ár, skal hann handast lands­ stýrinum til ognar og sostatt skuldi bummgjaldið takast av. Tað er landsstýrið, sum eigur partapengarnar í felagnum, og sostatt var tað Jørgen Niclasen, sum tá var landsstýrismaður, ið hevði altavgerandi orðið at siga. Men á aðalfundinum, sum verður aftur í næstum, ætlar Henrik Old at broyta hesa avgerðina, so at bumm­gjaldið heldur fram. Og ein spurningur, sum hevur tikið seg upp, er um hann yvirhøvur hevur loyvi til tað, eftirsum at tað longu er samtykt. Á tunnilsfundinum í Vágum í farnu viku, stað­festi Bjørn á Heygum, løgfrøðingur, at tað hevur lands­ stýris­maðurin sum einki loyvi til. – Ein aðalfundur kann altíð broyta eina samtykt, sum er gjørd á einum undanfarnum aðalfundi, sigur hann.